týsdagur 27. september 2016síða 49
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
SOSIALURIN SEPTEMBER 2016
Fimm hugskot til tín
– AT VERJA TRØINI Í TÍ DAGLIGA
Hevur tú nakrantíð
hugsað um, hvussu
nógv pappírsburturkast
kemur frá tínari hond
nærum á hvørjum degi?
Tað ber væl til at
endurnýta pappír til
frama fyri teg sjálvan og
ikki minst fyri títt heim
og umhvørvi.
Ístaðin fyri at tveita
gomul bløð og avísir
í skrell, so kanst tú
heldur goyma tað
tú keypir, inntil tú
hevur nóg mikið til
at tapesera ein vegg
við. Keyp tapetlím,
goym bløðini og tú
hevur tað tilfarið tær
tørvar. Umframt at
endurnýta pappírið
fært tú eisini ein
lekran vegg, sum
eingin í heiminum
hevur júst sum tú.
Tey siga, at ljósið í
heiminum hevur alt at
siga fyri hugnan. Hendan
lampan er sermerkt,
vøkur og lætt at gera
og gevur tykkum eina
lampu, sum eingin annar
hevur. Hola bøkurnar,
endurnýt eina gamla
lampu og tú hevur
eina hugnaliga, øðrvísi
heimagjørda lampu
Ístaðin fyri at tveita
gomlu pappeskjurnar
burtur, kanst tú endur
nýta tær við at gera
eitt spælihús sum á
myndini. Eitt sindur av
gávupappírið, klistri,
lím og litstiftum og tú
ert á góðari leið. Her er
einans hugflogið, ið setur
markið.
Líma ein brúktan Sosial
(ella kanska hetta blaðið,
tá tú ert liðug at lesa) á
jólakúlurnar, eitt sindur
av glimmur og voilá –
latið jólini bara koma.
Heldur enn at
keypa teir vanligu
jólakalendararnar úr
handlunum, kanst
tú goyma brúktar
vesirullir, lata pappið
frá vesirullunum
vera hylstur og síðani
klistra pappír uttan á
við tølum á. Tá barnið
skal hava fatur á
gávuni, so er bara at
seta hol á pappírið.
Lætt og vakurt.
1. LAT VEGGIN SIGA OKKURT
3. KUL BÓKLAMPA
4. PAPPÍRSJÓLAKÚLIR
5. PAPPESKJU SPÆLIHÚS
2. HEIMAGJØRDUR JÓLAKALENDARI