Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-27, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 2016síða 54

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN SEPTEMBER 2016 22 Hetta er fyrstu ferð, at vit hava búð á so nógvum hæddum, og vit hava veruliga roynt at fingið sum mest burturúr. Hvør hædd hevur sítt at bjóða, og tú finnur altíð eina sofa ella eina chaise lounge at slappa av í, altíð eitt borð ella tvey vit onkrum blaði – líkamikið um tað er í gongini, á kamarinum ella á bókasavninum. Tað mest hugtakandi við húsunum er, at tað er so vertikalt, og at tað er tætt og sjónligt samband millum hæddirnar. Hetta broytir dynamikkin í einum slíkum húsi. Vanliga hava eini hús við 5-7 hæddum vanlig gólv ímillum hæddirnar, men vit hava glasgólv og loft, so at ljósið kann ferðast frá einari hædd til aðra, og tú kanst altíð hyggja uppeftir ella niðureftir fyri at tosa við ein persón á aðrari hædd. Tað er næstan sum eitt vertikalt opið hús. Tú kennir tað at verða inni í øllum húsunum um somu tíð. Kømur og wc hava privata sniðgeving. Eitt annað, sum kundi verið nevnt við sniðgevingini, er, at uppihaldsrúmið er gjørt sum ein útbygningur á ovastu hæddini. Upprunahúsið er næstan 400 ára gamalt. Ovasta hæddin er tann ljósasta hæddin í húsunum og hevur eisini útsýnið yvir havnina. Eitt sterkt ljós er sett í ovastu hædd og skínur ígjøgnum glasi 11 metrar niður gjøgnum hæddirnar og endar á bóksavninum. Borðstovan er sera smøl, men okkum dámar sera væl at hava gestir, so vit hava gjørt eina snilda loysn, har borðið kann verða drigin út úr gólvinum í stovuni. Eini 16-20 fólk kunnu sita við borðið. Nýggju trappurnar til stovuna og terassuna hanga frá ljósinum á takinum og falla inn í sniðið á ein einfaldan og harmoniskan hátt. Arkitekturin er Simon Grech frá www.model.com.mt Fantastiska húsið á EITT STERKT LJÓS ER SETT Í OVASTU HÆDD OG SKÍNUR ÍGJØGNUM GLASI 11 METRAR NIÐUR GJØGNUM HÆDDIRNAR OG ENDAR Á BÓKSAVNINUM – HAR BÚGVA JOANNA DELIA AV MALTA OG HENRY PETER­SEN AV KAMBSDALI OG TEIRRA TVEY BØRN. MYNDIRNAR VÍSA, HVUSSU VÆL SJÁLDSAMA HÚSIÐ ER INNRÆTTAÐ