týsdagur 27. september 2016síða 56
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN SEPTEMBER 2016
24
BLÓMURNAR ERU LÆTTAR AT GERA, SO HETTA KANN VÆL
BLÍVA EIN HUGNALIG FAMILJU VERKÆTLAN. BLÓMURNAR
KUNNU EISINI NÝTAST TIL YMISKA ANNAÐ PRÝÐI OG TAÐ ER
BARA HUGFLOGIÐ SUM SETUR MØRK
UM TÚ HEVUR HUG TIL AT GERA
TÆR EIN BLÓMUVEGG, SO FÆRT TÚ
BRÚK FYRI HESUM TILFARINUM:
– KAFFIFYLTUR
– FRUKTFARVU
– LÍMPISTÓL
– NET
Heimagjørdur
blómuveggur
DIY
ARBEIÐSHÁTTUR
1.STIG
Koyr vatn í eina skál og blanda við tí fruktfarvuni tú
hevur valt. Trýst kaffifyltrini í vatnið, til farvan er komin
á. Vind vatnið úr. Um tú vilt hava hvítar blómur, koyr
so fyltrini í reint vatn, tí tað er lættari at arbeiða við
kaffifyltrunum tá tey eru vát ella fuktig. Tað er ikki
neyðugt at bíða til fyltrini torna, tú kanst fara í gongd
beinan veg.
2.STIG
Tú brúkar trý fyltur til hvørja blómu. Tak í niðara endan
á fyltrinum og snúra endan saman. Koyr tað síðani niður
í næsta og triðja fyltrið, og snúra endan saman, soleiðis
at blóman “sprettur”. (Ger so hetta í 20 tímar, fortel
mær so hvussu stuttligt tað er! Hehehe…tvætl!) Men jú
so er bara at hanga í, til tú hevur gjørt so nógvar tú skalt
brúka.
3.STIG
Tá tú hevur gjørt allar blómurnar, skulu tær festast á
netið. Netið sum eg brúkti, hevði hol sum vóru umleið
1-1,5 cm. Trýst endan á blómuni inn í holið og trýst
endan út aftur ígjøgnum holið við síðunar av. Síðani
brúkar tú límpistólina, til at festa endan á blómuni, so
hon nærum bleiv krøkt um netið. Tá tú hevur fest allar
blómurnar á netið, er bara eftir at heingja netið upp.
Avtíð at netið nú vigar eitt sindur, er gott at heingja
upp við skrúum ella seymum, fyri at tað skal halda. Fest
síðurnar við teknistift og klipp netið sum er til yvur av.