Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-27, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 2016síða 58

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN SEPTEMBER 2016 26 UM STÍLIN: Blusan hjá Dianu er vínreyð – ein litur, sum er nógv frammi nú og avgjørt góður til heysti og veturin. Pensil niðurdeilurin er eitt mást hjá Dianu. Hann framhevjar kroppin og er so elegantur og femininur. MÁST HJÁ DIANU: Hjá mær er tað eitt mást at hava ein pensil niðurdeil í garderobuni. Tað eigi eg ongantíð ov nógv av og eg havi fleiri ymisk sløg. Tað er ein sikkur klassikari, og um ein heldur tað er ov kalt at ganga í um veturin, so er bara at keypa eina tjúkkar sokkabuksur. MÁST FYRI VETURIN 16’: Tað vigtigasta er at eiga ein lekran heitan jakka ella ein pels. Eg eigi sjálv ein svartan og myrkabláar pels frá Noisy may, sum eg brúki sera nógv í kalda veðrinum. Eisini er tað eitt mást at hava lekrar heitar troyggjur at velja í – gjarna í ein­ um vetrarligum liti. MÍTT YNDISPLAGG: Mítt yndis plagg fyri tíðina er ein "leður" (er ikki ektaður) pensil niðurdeilur frá Vila, sum eg havi í heilið trimum litum, elski hann/ teir, rigga til alt, bæði leysar blusir/toppar, strammar blusir/ toppar og tjúkkar troyggjur. VETRARMÓTIN 2016: Í vetur fara vit at síggja nógv til velour, leopard, bordeaux, myrkagrønt og myrkablátt. So tað er eitt mást have at hava í garderobuni í vetur. Diana Nielsen Aldur: 28 ár Arbeiði: Sølukvinna hjá vero moda Mótin hjá Dianu