hósdagur 29. september 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
30. september 2016
– Kvinnu eiga at bjóða seg fram
til kommunuvalið . Sleppa tær
ikki á listarnar, so er bara at gera
kvinnulistar
Kvinnufelagasamskipan Føroya heitir í yv
irlýsing á kvinnur um at bjóða seg fram og
stilla upp til kommunuvalið 8. november.
Sambært uppgerð hjá Kvinnufelagasam
skipan Føroya, so sita kvinnur bara í gott og
væl fjóðra hvørjum kommunustýrisessi í
landinum, og tað er ikki nóg gott.
Í Tórshavnar kommunu gjørdist býtið so
javnt, sum tað kann vera á seinasta býráðs
vali, tá fimm kvinnur á javnaðarlistanum
og ein á tjóðveldislistanum vórðu valdar,
saman við sjey monnum.
Tað er sjálvsagt eitt framstig. Kvinnu
felagasamskipanin sigur, at økist talið av
kvinnum í kommunustýrissessum fáa vit
javnari umboðan, og tað styrkir fjølbroytnið
í kommununum.
Tá ein bólkur, sum er við undirlutan skal
hava vald, so má ein annar bólkur missa
vald. Tað merkir bara, at skulu kvinnur hava
vald, so mugu menn missa vald. Og tað er
júst tað, sum er tann stóri trupulleikin – at
tað er so ringt hjá monnum at lata vald
til kvinnur. Og hóast vit vita, at monnum
ofta dáma illa at lata vald frá sær, so kunnu
kvinnur eisini í størri mun taka sakina í
egnar hendur.
Skulu vit tosa um eina fólkaræðisliga
tilgongd, so skulu bæði kynini vera so nøku
lunda javnt umboðað í politisku skipanini,
tað veri seg á tingi, í landsstýri og í komm
unustýrum. Tað sigur seg sjálv, og tað eiga
allir flokkar og allir listar at hugsa um, nú
síðsta hon skal leggjast á valevnislistarnar
í næstum.
Á tingi og í landsstýrið er nógv broytt
til tað betra. Tað er tí, at flokkarnir hava
lagt seg meira eftir at lata kvinnur sleppa
framat.
Á stóru plássunum sum í Havn og í
Klaksvík eru tað eisini flokkarnir, sum stilla
upp til kommunuvalini, og har er støðan
ikki so ring, sum í kommunum annars.
Hyggjuráðini hjá kvinnum er tí at
bjóða seg fram á teimum listum, sum eru
– ella við at taka sakina í egnar hendur og
stovna kvinnulistar. At gera ein lista til eitt
kommunuval er so sera einfalt, sum vit
vístu á í Sosialinum í síðust viku.
Stendur tað til einasta býráðslimin hjá Sam
bandsflokkinum í Havn seinastu átta árini, Ann
finn Brekkstein, so skal Kaj Leo Holm Johanne
sen ikki stilla upp til býráðsvalið.
– Føroya Løgting minnir í dag alt meira um
eitt stað, har Føroya størsta bygdaráð heldur til
og virkar. Politiska arbeiðið í Løgtinginum er
tí ein vavgreytur av landspolitikki og lokalpoli
tikki.
– Tað sær út til, at løgtingslimir hava lítlar og
ongar ambitiónir ella visiónir fyri Føroya land,
men eru bara upptiknir
av at føra lokalpolitikk
fyri tað økið teir
koma frá, sigur
Annfinn Brekkstein í
lesarabrævi á in.fo
28 prosent er ikki nóg mikið
Tingfólk
skulu
ikki í
býráðið
býráðslimur í havn
Les eisini blaðið
á telefonini
Nærri framtíð
ini – hugsjón og
planlegging
Katrin Kallsberg
Tíðargrein síða 24-25
Heri prestur 60 ÁR
Nøvn síða 30
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Visti tú?
At bara 25 kvinnur
tilsamans er valdur á
Føroya Løgting?
Kvinnufelagasamskipan føroya
Kvinnusamskipan Føroya
rópar varskó, tí kvinnu
umboðanin í komm
unum er so vánalig
Í yvirlýsing sigur Kvinnufel
agasamskipan Føroya soleiðis:
»Kvinnufelagasamskipan
Føroya hevði ársfund á
Toftum seinasta leygardag.
Á fundinum var komandi
kommunustýrisval umrøtt,
og greitt er, at øll mugu standa
saman um at økja um fólka
ræðið í Føroyum.
Bert 28% av kommunu
stýrislimum kring landið eru
kvinnur.
Á kommunuvalinum 8.
november hevur tað tískil
stóran týdning, at kvinnur
koma á uppstillingarlistarnar,
at tað í støðum verður um
hugsað at gera kvinnulistar,
og ikki minst, at krossurin
verður settur við eina kvinnu
tann 8. november.
Økist talið av kvinnum í
kommunustýrissessum fáa
vit javnari umboðan, og tað
styrkir fjølbroytnið í komm
ununum.«
Í Kvinnufelagasamskipan
Føroya er:
Tofta Kvinnufelag
Kongshavnar Kvinnufelag
Norðoya Kvinnufelag
Valkyrjurnar
Skála Kvinnufelag
Kvinnufelagið í Havn
Vilja hava fleiri kvinnur framat