Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 112 4 H on er ímyndin av tí eggjandi kvinnuni, og í ár hevði hon fylt 90 ár. Einans 36 ára gomul doyði hon av yvirdosis av sovitablettum, men í sínum stutta lívið megnaði hon at upplivað og avrikað nógv. Hon tveitti týðiligt ongantíð nakað burtur. Tá hon doyði í 1962 hevði hon framvegis einar sandalur hjá sær, sum hon keypti undir øðrum veraldarbardaga. Kvitteringar fyri smør, ein fløska av sjam­ panju og gamlar bankabøkur vóru at finna millum ognir hennara, skriva útlendskir miðlar í dag. Uppboðssøla verður í næstum við yvir 800 vørum frá Marilyn Monroe, skrivar Politiken umvegis Associated Press í dag. Marilyn Monroe lat eftir sær fleiri hondskrivað brøv, har til ber at síggja inn á trupla sinn hennara. Hon skrivar millum annað í 1961 til sín sálarfrøðing, at »eg havi aftur nú ligið vakin alla náttina. Onkuntíð hugsi eg um, hví náttin er til. Hon eksisterar næstan ikki hjá mær. Tað tykist alt sum ein langur, ræðuligur dagur«. Fleiri av fyrrverandi ognunum hjá Marilyn Monroe koma frá búgvinum hjá listamanninum Lee Strasberg, sum var tætt knýttur at Monroe. Millum ognirnar, sum eru funnar, er eitt hondskrivað bræv frá Jean Kennedy Smith, systur John F. og Robert »Bobby« Kennedy. Hon skrivar til Monroe: »Eg skilji, at tú og Bobby eru tann nýggja eindin! Vit halda øll, at tú skalt koma við, tá ið hann kemur eystureftir aftur.« Hetta týðir uppá tað, sum hevur verið grunað um síðani 50’ini, nevniliga, at Marilyn Monroe hevði eitt serstakt, kensluligt samband til Kennedy familj­ una. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 8-13 m/s 8-13 m/s 2-7 m/s 3-8 m/s Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi og norðri, 8 til 13 m/s. Út á dagin makar hann vindin í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Ælaveður og sólglottar, men um náttina turt og fyri tað mesta klárt. Hitin millum 5 og 10 stig. Lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s, sum út á dagin øtlar í andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar, men út á náttina skýggjað. Hitin um 10 stig. Lot til andøvsgul av vestri, seinni útsynningi og suðri, 2 til 7 m/s. Turt og sólglottar, um náttina fyri tað mesta turt, men meiri skýggjað. Hitin millum 4 og 9 stig. 2-7 m/s Vikan ið fór Sæð á Facebook: »Babba, hví eru hasir menninir ikki bara glaðir og byggja handan skúlan lidnan… ella biðja Heðin Mortensen koma og gera tað so hann blívur liðugur?« Føroyingar hava nú fingið nakað av innlitið í fullveldissamráðingarnar, sum gingu fyri seg undir fullveldislandsstýrinum. Um orðið sigur Sprotin: fullveldi[-l:-] h24 (løgfr.) tað at hava fult ræði á viðurskiftum sínum, fullræði, sjálvræði, politiskt fullveldi; Ísland fekk fullveldi í 1918 [da. suverænitet] Ronaldo verður við á, tá ið potugisiska landsliðið kemur til Føroyar í næstum. Nýggja bókin hjá Sjúrður Skaale elvir til fleiri spurningar um arbeiðsmoral, um fullveldislandsstýrið og um journalistiska fakið. Bókin kom út mikudagin. Ein veljarakanning vísti týsdagin, at lutfallið millum samgongu og andstøðu er óbroytt síðani valið. Hósdagin var arbeiðsóhapp á Tvøroyri. Ein maður stakk ein annan í bringuna uttanfyri ein handil í Havn mikudagin. Størsta málið nakrantíð í Føroyum um barnaporno byrjaði í Føroya rætti í vikuni. Eik hevur stevnt Jørn Astrup Hansen fyri ærumeiðing. »Fullveldi« 800 ognir hjá Marilyn Monroe til sølu MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt milliard fingu kommunur­ nar inn í persóns­skatt í fjør 1,670 MANGT OG HVAT Visti tú? Reinsaríið í Havn hevur nú verið virkið í tvey ár