hósdagur 29. september 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 112
30
Í gjár var mikkjalsmessa. Á mikkjals
messu hevur Heri Jógvan Joensen, prestur
í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi
føðingardag. Hann er føddur í 1956, og harvið
helt hann í gjár 60 ára føðingardag.
Heri er svínoyingur. Foreldrini vóru
Fríðgerð og Heini Joensen. Fríðgerð var
ættað úr Heimistovu í Svínoy, og Heini var
ættaður har Heimi í Svínoy. Heri eigur eina
systur. Hon eitur Anna Jórun Heinadóttir,
og hon býr í Havn.
Inntil Heri var tíggju ára gamal, búðu
hann og foreldrini saman við einari abba
systir og einari aðrari eldri skyldkonu. Frá
teimum og so mongum øðrum tilkomnum
og eldri fólkum í heimbygdini, ið Hera sum
skúladrongur dámdi væl at vitja og fregnast
hjá og at lurta eftir, fekk hann nógvan
førning, sum stavar frá farnari tíð, og sum
nú er kámt og ikki sørt ókent millum nútíðar
føroyingar.
Heri fekk góða skúlagongd í Svínoy, har
Karl Justinussen var lærari øll árini, sum
Heri saman við einum tíggju til fimtan
øðrum børnum gekk í skúla. Hann tók real
prógv í Hoydølum í 1974, og í 1977 leyk hann
nýmálsligt studentsprógv. Merkisvert var
tað, at tað í hesum flokkinum vóru eisini
Jógvan Fríðriksson, biskupur, Uni Næs,
dómpróstur og eisini Ólavur Rasmussen,
sum í nøkur ár var prestur í Hvalba.
Eftir árini í Hoydølum var Heri vikarur
í Svínoy í eitt ár. Í 1978 fór hann undir gud
frøðislestur á gudfrøðisdeildini á Fróð
skaparsetri Føroya. Gudfrøðisdeildin var tá
tvey ára gomul. Teir fýra omanfyri nevndu
lósu har saman við Armgarð Arge, sum nú
er gudfrøðingur í Útvarpinum.
Í 1981 fór Heri til Íslands, har hann helt
fram við lestrinum á Háskúla Íslands. Hann
leyk gudfrøðisligt embætisprógv í Reykjavík
miðskeiðis í áttati árunum. Umframt
gudfrøðislesturin leyk Heri eisini prógv í
sálarfrøði og námsfrøði í Íslandi.
Árini í Reykjavík arbeiddi Heri innan
síni virkisøki. Eitt nú við at hjálpa teimum
at koma fyri seg aftur, ið lagnan ikki hevði
verið so blíð við.
Størsta fongin, sum Heri fekk við sær heim
úr Íslandi, var konan. Birna Steingrímsdóttir
er ættað úr sveitini á Norðurlandinum. Hon
er bóndadóttur, og tey bæði hittust, tá ið hon
las búskaparfrøði. Heri er bygdarmaður,
sum hevur megnað ógvuliga væl samstundis
at vera prestur í høvuðsstaðnum. Birna er
bygdargenta, sum harvið sjálvsagt hevur
havt lætt við at finna stevið í Svínoy, og sum
er góður fulltrúi í almannaráðnum.
Birna og Heri eiga tvey børn: Heini (1990)
og Bryndis (1994).
Í 1989 tók Heri við kallinum sum prestur
í Suðuroyar sunnara prestagjaldi. Hann
var níggju ár í Vági, hann heldur nógv av
suðuroyingum, og teir halda nógv av hon
um og teimum. Heri er vinsælur menniskja
kennari, og hann hevur stórt fólkatekki.
Innlitið í ætt og slekt er framúr, bygda-
søgurnar kennir hann allar, og barnaárini í
Svínoy, skipstúrarnir í lestrartíðini og árini
í Íslandi eru góð fyritreyt fyri innliti í lívið
hjá føroyingum.
Eftir níggju góð ár í Vági tók Heri við
kallinum í høvuðsstaðnum. Tað eru longu
átjan ár síðani, at hann flutti til Havnar
at vera prestur. Eisini her er hann væl
lýddur og nógv eftirspurdur. Um tað er í
Vesturkirkjuni ella á bygd, so er skoðsmálið
gott. Tað gongur nógv fólk í kirkju, og heitt
verður á Hera um at hava eina rúgvu av
kirkjuligum tænastum og at vera við til
tiltøk av ymsum slagi. Starvsfelagar siga, at
tað eyðkennir prædikurnar, at tær eru lætt
fatiligar og við dýpd í. Heri heldur seg væl
til tekstin, og samstundis er hann meistari
at nýta myndir úr bygdarlívinum.
Bæði í miðnámsskúlanum í Vági og í
Hoydølum hevur Hera dámt væl at havt
møguleika at undirvísa. Hann hevur undir
víst í sálarfrøði, latíni og religión.
Í avmarkaðu frítíðini dámar Hera væl at
vitja í Svínoy, har hann fæst við hoygging,
seyð og annað bygdarlív, sum hann er
uppvaksin í og við, og sum hann framvegis
hevur stóran tokka til.
60 ára føðingardagin var tað frá klokkan
fýra seinnapartin opið hús í prestagarðinum
við Landavegin.
J
Staðbundnar nevndir
Sambært § 37 í løgtingslóg nr. 87 kann kommunustýrið seta
staðbundnar, ráðgevandi nevndir til tess at tryggja fólki á staðnum
ummælisrætt í málum sum viðvíkja staðbundnum viðurskiftum.
Valið fer fram sama dag og eftir somu reglum, sum val fer fram til
kommunustýrið við teimum avvikum, ið umstøðurnar krevja.
Á býráðsvalinum 8. november 2016 kunnu sostatt veljast 3 limir í
ávikavist
Hvítanesnevnd Tórshavnar býráðs
Kaldbaksnevnd Tórshavnar býráðs
Kollfjarðarnevnd Tórshavnar býráðs
Kirkjubøar/Velbastaðarnevnd Tórshavnar býráðs
Hest/Koltursnevnd Tórshavnar býráðs
Nólsoyarnevnd Tórshavnar býráðs
Í atkvøðuøkinum ávikavist á Hvítanesi, í Kaldbak/Kaldbaksbotni, í
Kollafirði, í Kirkjubø/Velbastað/Syðradali, í Hesti/Koltri og í Nólsoy
hava borgarar valbæri og valrætt, sum standa á vallistanum til
býráðsvalið.
Valevnislistarnir skulu vera valnevndarformanninum ella kommununi í
hendi á býráðsskrivstovuni í seinasta lagi týsdagin 18. oktober 2016,
kl. 18.00.
Ein av stillarunum skal handa valevnislistan og navnalista yvir
stillararnar, og skulu bæði velevnislistin og navnalistin skilliga verða
lýstur við navni, starvi, bústaði og føðingardegi.
Tíð og stað fyri valið verður kunngjørt seinri.
torshavn.fo
Heri prestur 60 ár
NØVN