Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-29, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 112 18 18 ORKA »Netupp vindmyllulundin í Húsahaga bleiv ofta nevnd sum eitt stórt frambrot. Sum eitt stórt framstig á leiðini ávegis til fult og heilt at fáa alla orku á landi frá varandi orkukeldum« Føroyar 100% grønar í 2030 SÓLVIT E. NOLSØ S EV skipaði fyri ráð­ stevnu Í Norður­landa­ húsinum,ið hevði til endamáls at varpa ljósa á SEV nú teir fylla 70 í ár og fyri at vísa hvørji mál, ið stovnurin arbeiðir við. Ráðstevnan bleiv sett av Jákup Suna Lauritsen, nevndar­ formanni í SEV og Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í orkumálum. Tey bæði løgdu dent á høgu mál­ ini, ið almenna Føroyar hava sett sær innan orkumál, nevnliga at Føroyar skulu verða veittar 100% av varandi orkukeldum í 2030 – also um bert 14 ár. Tað er eitt høgt mál at seta sær, men sum Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, vísti á, so eru vit longu komin meir enn hálvan veg. Í 2015 vórðu vit komin uppá 60% av varandi orku, so málið tykist at verða veru­leikakent. Til ráðstevnuna høvdu fyri­ reikararnir fingið, umframt teir føroysku luttakararnar, nógvar útlendskar røðarar, sum hvør í sínum lagið hevði eitt samstarv við SEV. Tað vórðu nógvir samstarvsfelagir, sum hava verið við í t.d. vind­myllu­ lundini í Húsahaga. Netupp vind­myllulundin í Húsahaga bleiv ofta nevnd sum eitt stórt frambrot. Sum eitt stórt fram- stig á leiðini ávegis til fult og heilt at fáa alla orku á landi frá varandi orkukeldum. Sambært Hákun Djurhuus, er ein stórur partur av ráðstevnuni eisini at koma í samband við onnur, ið hava somu avbjóðingar sum vit, fyri at vita hvussu tey hava arbeitt fyri at náa einum høgum máli. Millum aðrar vórður eisini Albert Castaneda frá oynni El Hierro í á Gran Canaria og Garth Davies úr Orkney. El Hierro var heimsins fyrsta oyggj, ið veitir orku einans frá varandi orkukeldum. Tað málið náddu teir í 2015. Teir fáa veitta orku frá vind- og vatnorku. Orkney er í somu støðu sum El Hierro og fær sína orku veitta fyrst of fremst frá vindmyllum. Hettu er dømir, ið vit kunnu læra frá og taka til okkum, tí tað eru smá oyggjasamfeløg, ið eru fjarskotin og hava nógvar av somu avbjóðingunum sum vit. Gareth Davies segði eisini, at Føroyar áttu at arbeiða mið­víst fram ímóti at fáa orku ein­ans frá varandi orkukeldum. Hann sigur, at vit hava framúr møgu­ leik­ar, bæði við tí núverandi við vindi og vatni, men eisini eiga vit at vinna meira burturúr t.d. sjóvarfalli, tá ein breiðari vitan finst innan økið og møgu­ leikarnir at gagnnýta sjóvarfall gerast betur. Ráðstevnan var ógvuliga spennandi og gevandi. Vit fingu staðfest ógvuliga høga málið hjá SEV og politisku skipanini, at vit skulu verða sjálvforsýnandi í orku frá varandi orkukeldum. Trúgvin uppá verkætlanina og málið er stór og arbeitt verður miðvíst ímóti tí, men vit vita, at skotbráðið er stutt, sigur Hákun Djurhuus, stjóri á SEV. SOLVIT@SOSIALURIN.FO Um núverandi gongd heldur frama – so náa vit málinum