Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-29, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 2 September 2016 30 Útgevari: Sosialurin (30. september 2016) Ábyrgd: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Lýsingar: Frida Mellemgaard lysing@sosialurin.fo tel. 231826 Snið og layout: Pætur Eyðunsson Jensen Myndir: Álvur Haraldsen o.o. Árni Gregersen Í dag er Varðin í Gøtu ein risafyritøka eftir føroyskum mátistokki og hon hev­ur heldur ongar fíggjarligar trup­ ul­leikar. Bara í ár lupu 185 milljónir krónur av eftir at skatturin var goldin. Men soleiðis hevur tað ikki ver­ið alla tíðina. Mótbrekkan hevur ofta verið tung og fleiri ferðir hevur fyri­ tøkan mestsum mist fótafestið. Jákup Jacobsen hevur verið við øll árini síðani peningur í 1985 var savn­aður saman til fyrsta skipið. Hann minnist í dag á, hvussu tungt tað mangan var at fáa alt at hanga sam­an. - Ja, tey fyrstu árini vóru tey tyng­ stu. Tað er onki yvir at dylja og tá ið vit vóru bidnir um at koma í fúta­ rættin, tí skipið skuldi á tvang: tá stóð nógv á, sigur hann í dag. Tey vóru 16 fólk, sum settu pen­ing í eitt partafelag, sum skuldi byggja nóta­skipið og trolaran Trónd í Gøtu. Tilsamans 8,5 milljónir vóru fingnar til vega. Skipið kom við í skipapakkanum hjá Atla P. Dam, løgmanni, í áttati- áru­num. Tíðirnar vóru bjartar og svart­ kjaft­urin var nýggja tilfeingið, sum skuldi troytast. - Vit hildu tað sá ljóst út at byrja við, sigur Jákup Jacobsen. Ongantíð hevur hann sjálvur ver­ið sómaður, men í áttati-ár­ unum hev­ði hann egna byggi­fyri­ tøku, sum hev­ði 12 mans í arbeiði. Í nýggja felagnum vóru tað hann og Tummas Thomsen, sum vóru settir sum stjórar. Tummas Thom­sen var í Noreg meðan Tróndur í Gøtu var bygdur og hevði eftirlit við arb­eiðnum. - Eg var har yvuri einar tvær ferðir, men tað var Tummas Thomsen, sum fylgdi við byggingini, sigur Jákup Jac­ obsen. Sjálvur hevði hann rættulgia nógv at gera í sínari egnu fyritøku, men tá ið Tróndur í Gøtu var liðugur, fekk hann meira og meira at gera í nýggja felagnum. - Eg sat manga náttina og arb­ eiddi. Ofta skuldi eg eisini geva til­ boð uppá byggiarbeiðir, sam­stund­is, sum eg fekk nógv meira at takast við sum stjóri í fyritøkuni. Tað var hart, men eg var ungur, sigur hann smíl­ andi í dag. Mótbrekkurnar Serliga vóru tað seinastu árini í 80- unum, sum tað var tungt. Svartkjafturin vísti seg ikki at vera tann gullæðr, sum roknað var við. Felagið stóð illa í tí og ferð eftir ferð stóð á at svara hvørjum sítt. - Tummas Thomsen og eg máttu hvørja ferð veita trygd, tá ið skipið skuldi bunkra. Annars fingu vit ikki olju og ágangurin frá svenska lán­ veit­aranum, PF-Finans, var eisini ómeta­liga stórur. Vit fingu teir at lata okkum sleppa undan tveimum av­ drøg­um, men tað munaði lítið – gav bert eina stokkuta freist, sigur Jákup Jacobsen. Størsta hóttanin móti felagnum kom í 1988. Tá hevði PK-Finans mist tolið og trúnna uppá sjálva verkætlanina. Og tá ið felagið ikki helt sínar skyldur var tað sent í fútarættin, har tað skuldi koyrast á tvang. - Hetta vóru sjálvandi tung boð, men tíbetur skuldi sakførarin hjá PK-Fin­ans uttanlands, so hann fekk fund­in í fúta­rættinum útsettan í nak­ rar dagar, sigur Jákup Jacobsen. Eigararnir høvdu fleiri ferðir tos­að við Føroya Banka um lán, men hig­ artil hevði svarið altíð verið nega­tivt. Áðrenn teir fóru á útsetta fundin í fútarættinum hildu teir, at teir skuldu royna einaferð afturat at tosa við Føroya Banka. - Nú var støðan betri. Bankin seg­ ði, at megnaðu vit at veita trygd fyri 3,5 milljónum krónum afturat, so skuldi bankin saman við Realinum yvir­taka fíggingina av Tróndi í Gøtu. Fundurin í fútarættinum var av­ lýst­ur. Niður í løn Felagið og eigararnir høvdu gjørt nógv fyri at bjarga felagnum – eisini undan hesu ferðini á veg í fúta­rætt­in. Ta einu ferðina lógu teir í Hanst­ holm. Tá kravdi svenski lánveitarin, at manningin fór niður í løn. Eftir stuttar samráðingar jattaðu allir at fara niður í løn, so samlaði mann­ing­arparturin fór úr 20 niður í 16 prosent. - Teir kravdu eisini, at annar av okk­um báðum stjórunum fór at sigla við, heldur enn at vera stjóri. Eg hev­ ði ongantíð siglt, meðan Tummas Thom­sen er og var maskinmaður, so teir vildu, at hann skuldi fara at sigla aftur, skuldu teir framhaldandi fíggja skip­ið, sigur Jákup Jacobsen. Tummas Thomsen var við á fund­ inum og hoyrdi sjálvur krøvini frá svenska lángeevaranum. Alt var tá sett so skarpt upp, at gøtumennirnir vóru um at missa Trónd í Gøtu til lán­ gev­aran. - Eg fór ein biltúr við Tummasi, har vit tosaðu um hvat bank­ in kravdi. Eg segði eisini, at vildi hann ikki tað, so fór eg eisini frá sum stjóri. Hetta var ein avgerð, sum hann mátti taka, sig­ur Jákup Jac­obsen. Tummas Thomsen tók við treyt­unum og fór at sigla. - Soleiðis royndu vit at bjarga okk­um úr ringastu knípunum, sigur Ják­up Jacobsen. Ringu tíðirnar í áttati-árunum eru sjálv­andi vendar. Nú gongur væl – fyri­tøkan hevur yvir 300 fólk í starvi og 185 milljónir krónur lupu av í fjør. - Jú, tað vóru harðar tíðir, men vit lærdu nógv. Vit brúktu sum minst av pengum og lærdu okkum at gera mest møguligt sjálvir umborð á skipunum og við reiðskapin. Tað gjørdi, at vit yvirlivdu og at vit nú fáa ein ágóða, sigur Jákup Jacobsen at enda. SÍÐANI GAMLI TRÓNDUR Í GØTU VAR BYGDUR, HEVUR JÁKUP JACOBSEN, DUNGA-JÁKUP, SAMAN VIÐ TUMMASI THOMSEN,VERIÐ ODDAMAÐURIN Í RISAFYRITØKUNI Í GØTU Varðin Hann hevur gingið á odda øll árini Saman við Tummas Thomsen hevur Jákup Jacobsen staðið á odda í felagnum Ongantíð hevur hann sjálvur ver­ ið sómaður, men í áttati-árunum hev­ði hann egna byggifyritøku