Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-29, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2016síða 51

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 112 19 19 HEIMURIN BROYTIST UM FÁ ÁR Tony Seba var høvuðfyrilestrahaldari á ráðstevnuni, sum SEV skipaði fyri í Norðulandahúsinum 27-28 september. Evnið á ráðstevnuni var, at SEV arbeiðir fram ímóti, at Føroyar skulu verða veittar 100% við varandi orkukeldum á landi í 2030. Tony Seba SÓLVIT E. NOLSØ Í tí sambandið var Tony Seba boðin við. Tony Seba er amerikumaður og undirvísir á Stanford University m.a. í grønari orku og íverksetan. Hann hevur eisini starvast í fyritøkum sum Cisco og hevur havt tilknýti sum ráðgevi hjá altjóða fyritøkum sum Microsoft og Visa. Hann er framtíðargranskari og leggur í sínum fyrilestrum upp til hvat vit kunnu vænta av markn­aðum í framtíðini. Hvørjar markn­aðarbroytingar fara at henda. Hann var boðin við til ráð­ stevnuna hjá SEV fyri at halda ein fyrilestur um evnið ‘Dis­ ruption’. Í stuttum merkir dis­ rup­tion, at eitthvørt hendir á marknaðinum, ið so at siga kollveltir ein núverandi markn­ að ella máta at arbeiða uppá. Eitt dømi er tá snildfonin kom á marknaðin. Eingin hevði vænt­að, at hon fór at kollvelta allan marknaðin so skjótt, men skjótt hevði hon púra yvirtikið markn­aðin. Digitala myndatólið er eitt annað dømið um eina disruption, sum fullkomiliga tók grundalagið undan tí gamla myndatólinum við filmi Tony Seba tosaði um dis­ ruption innan orku og ferðslu. Hann metti, at marknaðurin fer at kollveltast inn fá ár eru gingin. Tað eru økir innan orku og ferðslu, ið saman fara at hava eitt so stórt útslag, at tað fer at hava stórar fylgjur við sær: Orkugoymsla – Tað eru hendar stórar rembingar á økinum seinastu árini. Tony Seba nevndi Lithium battarí sum dømi, sum hevur verið í stórari framgongd. Eisini innan sólarorku eru stórar framgongdir farnar fram. Betri og bíligari møguleikar innan orku­goymslu kunnu m.a. hava við sær, at vit skjótt fara uppliva eina nógv størri nýtslu av m.a. el- bilum og battarí drivinum lutum í sethúsum. El-Bilar – Stóra útbreiðslan av el-bilum vindur uppá seg og gevst ikki aftur. Sambært Tony Seba, so er príslegan longu komin á eitt støði, ið tey flestu kunnu verða við og gerast alsamt bíligari. Øktu orkugoymslu møguleik- arnir hava eisini við sær, at bilarnir halda longur. Ein el- bilurkrevur eisini nógv minnið viðlíkahald enn ein motor bilur og er í longdini bíligari. Bensin og diesel drivnir motorar verða kroystir út av marknaðinum. Sjálvkoyrandi bilar – Tað kann tykast eitt sindur science- fiction at tosa um sjálvkoyrandi bilar, men Tony Seba førdi fram, at tann veruleikin er longu her. Tað eru hend so stór tøknilig frambrot, at tað skjótt gerst fíggjarliga møguligt hjá fólkið, at úvega sær ein fyri vanligar bil prísir. Komponenturin, ið stýrir einum sjálvkoyrandi bili eru effektiviseraður so nógv og gjørdur so bíliga, at hann nú er blivin klárur at hópframleiða. Tað kann kollvelta alla ferðslu, sum vit kenna í dag. Samanumtikið kann sig­ast, at Tony Seba væl og virði­ liga fang­aði fjøldina í Norður­ landa­húsinum. Hann var væl­grundaður og hevði væl­ undir­bygd tøl, at vísa á og byggja sítt argument á. Um tað heldur sum hann tók til, so fara vit í komandi tíðum at uppliva stórar broytingar í sam­felagnum, sum vit kenna tað í dag. SOLVIT@SOSIALURIN.FO Tony Seba