mánadagur 3. oktober 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 40 • 3. OKTOBER 2015
4
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Danjal av Rana
H
vørt ár fara túsundtals føroy
ingar til Danmarkar og aðrir
túsundtals leita sær longur
suður eftir í Evropa. Soleiðis eru
ferðavanarnir hjá okkum føroyingum.
Antin fara vit at vitja móðir Danmark
(og vóna, at ein hitabylgja er), ella
fara vit beinleiðis eftir sólini suðuri í
Spania.
Onkur er, sum roynir aðrar leiðir.
Millum teirra eru hjúnini Gunnleyg
Ihlen og Óli Gardshodn, sum saman
við tveimum øðrum føroyingum her
fyri vóru í Svalbard.
Nakrir føroyingar vóru í Svalbard
í samband við altjóða verkætlanar
arbeiði og Gunnleyg Ihlen og Óli
Gardshodn nýttu so høvi at steðga á
nakrar dagar afturat.
– Tað er veruliga avslappandi, tí í
veruleikanum er einki at gera har. Har
eru einans 40 kilometrar av vegi, so
ein noyðist at taka tað róligt, og tað
er fantastiskt, sigur Óli Gardshodn.
Fyrr vóru tað bara granskarar og
sjómenn, sum vitjaðu her norðuri, men
seinastu tíðina er ferð komin á ferða-
vinnuna eisini og nú eru dagliga túrar
úr Oslo til Longyearbýin.
– Náttúran er heilt serstøk. Ljósini
eru heilt annarleiðis, fjøllini eru nak
að serligt. Ein jarðfrøðingur, sum ferð
aðist við okkum, segði, at soleiðis sóu
Føroyar út fyri 10.000 árum síðani,
sigur hann.
Óli Gardshodn hevur eini ráð.
– Minst til at søkja um vápnaloyvi,
seinast fýra vikur áðrenn fráferð. Um
tú ikki hevur vápnaloyvi, sleppur tú
ikki út í náttúruna at ganga, orsaka
av vandanum fyri ísbjarnum, sigur
hann. Ísbjarnir eru á Svalbard og
kunnu til tíðir koma rættiliga nær
býunum. Onkuntíð hoyrast søgur um,
at ísbjarnir hava lagt á menniskju ella
at fólk hava verið noydd at skjóta ís
bjarnir.
– Tað er ein ótrúlig kensla at ganga
úti í náttúruni, við byrsuni á rygginum,
í hesi støðugu skýmingini og alla
tíðina halda eitt eyga við, um nakað
hvítt kanska rørir seg í eygnakrókinum,
greiðir Óli Gardshodn fra.
– Hann greiðir frá, at hesa ársins
tíð er tað skýming alla tíðina. Alt er
klætt við mosa og lyngi. Tað byrjar jú
ikki at kava fyrr enn eftir at sólin er
farin ordiliga í kav. Her siga tey, at tey
síggja ikki kavan í fjøllunum fyrr enn
í mars mánað, sigur Óli Gardshodn.
Tað er annars í mars, at tað verður
viðmælt at vitja Svalbard, tá tað er
farið at lýsa aftur og fólk hava høvi at
fara túr við kavaskutara.
– Fólk burdu lagt páskatúrin norð
ur til Svalbard heldur enn suður til
alpurnar, sigur Óli Gardshodn.
Umframt vøkru náttúruna hevur
Svalbard nógv at bjóða. Søgan er rík,
bæði innan námsvinnu og pólferð.
– Eg vil viðmæla, at ein vitjar
Barensburg, høvuðssætið hjá russum
á oynni. Tað var ein kolanámsbýur,
men námsvinnan er nærum fullkomi
liga uppsteðgað. Nú eru tey farin at
leggja seg eftir ferðavinnuni, sigur Óli
Gardshodn.
Fleiri pólfarðarnir eru eisini farnir
umvegis Svalbard á leið teirra norður
móti Norðpólinum. Eitt savn er tí eisini
í Longyearbýnum, sum lýsir bæði lívið
á Svalbard og onkrar av teimum ferð
unum, sum eru komin framvið.
Um kvøldið er heldur ikki torført at
hugna sær har norðuri.
– Har eru nógvar góðar matstovur
og kaféir og ein fær høvi at eta al
skyns mat, sum vit ikki hava høvi at
eta annars. Hvalatvøst, kópatvøst,
reinsdjórakjøt, sigur hann.
– Men minst til vápnaloyvi, sigur
Óli Gardshodn.
Óli Gardshodn og konan Gunnleyg Ihlen vóru herfyri á Svalbard. Tað burdu øll farið, sigur Óli Gardshodn
Bara tú, náttúran,
byrsan og ísbjørnin