Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-03, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. oktober 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 40 • 3. OKTOBER 2015 10 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Sandoy Fólkatalið stendur í stað og skattainntøkur veksa – Eg haldi ikki, at børnini í okk­ ara kommunu missa fótafesti í kommununi fyri tað, um eingin skúlin er. Tá børnini fara av bygdini í skúla, vilja tey heldur koyra í bussi saman við øðrum børnum enn saman við foreldrunum, sigur Jákup Martin Sørensen, borgar­ stjóri í Húsavíkar kommunu Vilmund Jacobsen J ákup Martin Sørensen hevur verið borgarstjóri í Húsavíkar kommunu seinastu átta árini og fyri tíðina sum borgarstjóri, sat hann eisini nak­ rar setur í bygdaráðnum. Árini í kommunalpolitikki eru vorð­in mong, tó at maðurin er í bestu árum. Nú enn eitt kommunuval stundar til, hevur hann ikki tikið endaliga av­ gerð um, hvørt hann letur seg stilla uppaftur. Hann heldur tó fyri, at tá tíðin til listarnir skulu verða inni fer at nærkast, er ikki óvist, at hann verður millum valevnini. Húsavíkar kommuna fevnir um bygd­irnar Húsavík, Dal og Skarvanes. Fólkatalið stagnerað Hyggja vit í yvirlitið hjá Hagstovu Før­oya yvir gongdina í fólkatalinum í Húsa­víkar kommunu, síggja vit, at talið hevur verið minkandi í nógv ár, men síðan 1. januar 2015 hevur fólka­ talið staðið í stað við 117 íbúgvum. Í tølum hevur gongdin verið henda: 1. januar 1990 (189), 2000 (152), 2010 (126), 2015 (117) og 1. august 2016 (117). Gongdin í bygdunum, Húsavík og Dali, hevur verið á leið hin sama, og hesi árini eru báðar bygdirnar nógv minkaðar í íbúgvaratali. Hin 1. januar í 1990 búðu 114 fólk í Húsavík og 70 fólk í Dali, og 25 ár seinni – hin 1. januar í 2015 – búðu ávika­vist 70 fólk í Húsavík og 34 fólk í Dali. Hóast afturgongd í fólkatalinum hesi árini, er íbúgvaratalið á Skarva­ nesi vaksið. Her búðu 5 fólk í 1990 – men 13 fólk 25 ár seinni. Jákup Martin Sørensen vísir á, at síðan 2015 hevur fólkatalið í komm­ ununi staðið í stað. – Onkur er fallin frá, og onkur børn eru fødd, men tilflyting er eingin. Góðar skattainntøkur Borgarstjórin sigur, at í 2015 mink­aðu inntøkurnar hjá Húsavíkar komm­unu órógvandi nógv, men í ár er rættilig gongd komin á aftur, og skatta­inn­ tøkurnar hava verið lutfalsliga góðar. – Tað er trupult at siga, hvaðani øktu skattainntøkurnar koma, tí í upp­gerðunum hjá Taks eru hesar ikki serliga væl greinaðar. Men, virksemið sum heild er nógv, og vit hava eisini nøkur fólk í kommununi, sum hava sítt dagliga arbeiði á fiskavirkinum hjá Sandoy Seafood í Skopun, har fiska­ arbeiðið nú hevur verið meira støðugt. Jákup Martin Sørensen vísir á, at kommunan er fáment, og tað eru ikki nógvir pengar til íløgur. Asfalt og vegir Í ár er kirkjugarðurin í Húsavík gjørdur liðugur, og nakað er asfaltterað í Húsa­vík og Dali. – Vit hava lagt asfalt á vegin til nýggju húsini í Húsavík, og í Dali hava vit umvælt vegin yvir móti kirkjuni. Onkustaðni hava vit hampað um, har áður hevur verið grivið omanav. Borgarstjórin sigur, at nú er at kalla hvør krókur í Húsvík og Dali as­ falteraður. – Vit bíða nú eftir, at Landsverk kemur at gera nakað við sera vánaliga vegin til Skarvanesar. Har eiga vit end­ an av vegnum, og vit ætla, at hetta skal takast, tá teir koma hagar. Vit hava stríðst leingi við Landsverk um at fáa teir at gera nakað við henda landsveg, og eg havi skilt, at har er ein játtan í ár. Tað hevði verið gleðiligt fyri fólkið, sum býr á Skarvanesi, um Landsverk fekk gjørt eitt sindur á hes­ um vegastrekki. Jákup Martin Sørensen vísir á, at bæði á Skarvanesvegnum og Dals­ vegnum koma steinar javnan oman, og soleiðis er eisini í Líðini á Sandi. – Hetta er sjálvandi ikki nøktandi, men líkt er til, at hetta er nakað, vit mugu liva við, og so mugu vit bara vóna, at einki hendir. Tað er Kreton, sum hevur asfal­ terað fyri Húsavíkar kommunu, og borgar­stjórin heldur, at teir hava gjørt eitt gott arbeiði. Avbjóðingar fyri framman Avbjóðingarnar, ið liggja fyri framman hjá Húsavíkar kommunu, eru eitt nú kloakkir og vatnveiting. – Tá vit løgdu vatn yvir í býling­ in í Húsavík, løgdu vit eisini pumpu­ leidning suður um býlingin og oman móti kaiuni. Tá vit koma longri, skal kloakkvatnið pumpast tann vegin og út á sjógv. Vit skulu hava tvær pumpu­støðir, men so langt eru vit ikki komin enn. Tær verða ikki settar upp fyrr enn klárt er at pumpa. Jákup Martin Sørensen sigur, at á Skarvanesi skal vatnleiðingin skift­ast út, og bygdin skal eisini hava vatn­ reinsi­verk. – Vit eru ikki lidnir við fíggjar­ætl­ anina fyri 2017, og enn vita vit ikki, hvussu langa tíð aftrat vit skulu brúka til vatn og kloakk í kommununi. Hann vísir á, at bæði í Húsavík og Dali eigur kommunan grundstykki, sum fólk kunnu byggja á, um áhugi er. Hesi eru ikki planerað, men veg­ur liggur til økini. Møguleiki er eisini fyri fleiri grundstykkjum, um eftir­spurn­ ingur skuldi stungið seg upp. – Tað er bíligt at ogna sær grund­ stykki í okkara kommunu, leggur borg­ ar­stjórin aftrat. Ferðast saman Tað eru nøkur ár síðan, at barnaskúlin í Húsavík læt aftur. Skúlin var fyrst stongdur í eitt ella tvey ár, tá tvey børn aftur komu í skúlaldur. Men, tá valdu foreldrini sjálvi at koyra børnini í barnaskúla á Sandi. Á ansingarøkinum hevur Húsavíkar kommuna eisini samstarv við Sands kommunu, og samstarv er millum allar kommunurnar í Sandoynni um Megin­skúlan Inni í Dal. – Eg haldi ikki, at børnini í okk­ ara kommunu missa fótafesti í komm­ununi fyri tað, um eingin skúlin er í bygdini. Tá børnini fara av bygdini í skúla, vilja tey heldur koyra saman í bussi enn saman við for­ eldrunum, sum í fleiri førum fara av bygdini stundisliga á morgni eisini. Børnini vilja heldur hava morgun-og seinnapartstúrin saman við øðrum børnum enn saman við foreldrum sín­um. Jákup Martin Sørensen heldur, at hetta er eitt tekin um, at samanhaldið heldur fram, tó at eingin skúlagongd er í bygdini longur. – Bygdirnar eru smáar, og tí er ikki trupult at hitta hvønn annan eftir skúla­tíð heldur, sigur borgarstjórin. Seinastu 25 árini er fólkatalið í Húsavíkar kommunu minkað nógv, men seinastu tíðina hevur fólkatalið staðið í stað Jákup Martin Sørensen, ið arbeiðir sum timburmaður, hevur verið borgarstjóri í Húsavíkar kommunu seinastu átta árini Mynd: Vilmund Jacobsen