Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-03, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. oktober 2016síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 40 • 3. OKTOBER 2015 12 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Sandoy TEMA Føroyski gravsteinurin er bíligari enn hin útlendski Á Føroya Grótvirki í Skopun kunnu avvarðandi fáa júst tann gravsteinin úr føroyskum gróti, sum tey ynskja sær til ein av sínum kæru Vilmund Jacobsen Á heimasíðuni hjá Føroya Grót­ virki í Skopun – www.fgv.fo – eru eini 100 snið av grav­ steinum at velja ímillum, og virkið hevur altíð nakrar gravsteinar á goymslu. Hóast fyritøkan hevur nógv snið av gravsteinum í sínum útboði, verða flestu gravsteinar tó framleiddir eftir ordra. Vanliga gongur ein stórur mánaði ella so frá tí, at gravsteinurin er bí­ lagdur, til hann stendur uppsettur í kirkju­garðinum. Føroyskt er bíligari Føroyski gravsteinurin, sum Føroya Grótvirki framleiðir, er bíligari enn ein tilsvarandi útlendskur og innfluttur gravsteinur. Møguleikarnir eru óendaliga nógv­ ir, og avvarðandi kunnu fáa júst tann gravsteinin, sum tey ynskja sær. Hava fólk serlig ynski, ganga teir, sum eiga og reka Føroya Grótvirki, fegnir viðskiftafólki á møti. Føroya Grótvirki hevur eisini pakka­ loysnir, har virkið ger gravsteinin, grav­erar áskrift og dagfesting, setir steinin upp og ger gravarbed. Ein slík loysn við øllum kostar van­ liga undir 20.000 krónur. Góðir í ráðum Gravsteinarnir hjá Føroya Grótvirki eru vanliga antin hápoleraðir ella slípaðir. Tó er møguleiki at hava aðra yvirflatu á gravsteininum. Á virkinum í Skopun vilja teir altíð vera viðskiftafólki góðir í ráðum, eins og teir geva sær góðar stundir saman við viðskiftafólki. Eitt, sum vindur meira og meira upp á seg, er, at avvarðandi velja ein fyri­bils stein, sum oftast er ein rundur steinur við navni og øðrum á. Her kunnu avvarðandi nevniliga fáa ta áskrift á fyribils steinin, sum tey ynskja sær. Viðskiftafólk kunnu eisini sjálvi koma við einum steini, sum tey ynskja sær á grøvina hjá einum avvarðandi. Í slíkum føri bjóðar Føroya Grótvirki sær at tillaga steinin, um okkurt er, sum fólk vilja hava eitt sindur øðrvísi. Umvæla eisini Føroya Grótvirki bjóðar sær eisini at umvæla gamlar gravsteinar. Er tað soleiðis, at avvarðandi vilja hava eitt navn aftrat á sama stein, taka teir á virkinum í Skopun sær eisini av hesum. Tey, sum kundu hugsað sær at spurt seg fyri um møguleikar hjá Føroya Grótvirki, kunnu ringja á tlf. 331100. Føroya Grótvirki hevur eisini pakkaloysnir, har virkið ger gravsteinin, graverar áskrift og dagfesting, setir steinin upp og ger gravarbed