Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-03, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. oktober 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 40 • 3. OKTOBER 2015 16 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Sandoy Gólvfix ger bæði stórt og smátt – Vit hava havt úr at gera, og vit hava eisini verið við í fleiri størri verkætlanum, sigur Sigurd Hentze Vilmund Jacobsen F yritøkan Gólvfix, sum Sigurd Hentze í Skopun eigur og rekur, tekur sær serliga av at leggja sveisi­vinyl og lenoleum. Fyritøkan tekur sær eisini av at pussa og viðgera træ­gólv við olju ella lúti. Sigurd Hentze er útbúgvin og royndur gólváleggjari, og tá mest er at gera, hevur hann fólk til hjálpar. – Í summar hava vit hava havt nógv at gera kring meginpartin av landinum. Tey størstu arbeiðini, sum vit hava gjørt í summar, er 1000 fermetrar av lenoleum, sum vit hava lagt á nýggja virkinum, sum Bakkafrost byggir á Glyvrum. Vit løgdu fyrst eitt undirlag úr korkment, sum tað verður rópt og síðan lenoleum omanyvir. Sigurd Hentze sigur, at Gólvfix hevur lagt sveisivinyl á átta wc’ir í nýggja Virknis-og Umlættingar­depli­ num á Sandi, og her løgdu teir eisini 380 fermetrar av lenoleum. – Vit hava eisini verið við í liðugt­ gerðini av Skopunar skúla, har vit hava lagt einar 600 fermetrar av lenoleum, umframt vinyl í wc’ir og vátrúm. Hann sigur, at umframt hesi nevndu arbeiði, hevur Gólvfix eisini lagt vinyl í eina rúgvu av baðirúmum kring landið, eins og fyritøkan hevur verið úti og pussað og viðgjørt við olju ella lúti ein hóp av trægólvum. Øll eru vælkomin – Vit hava úr at gera, men fólk eru altíð hjartaliga vælkomin at spyrja seg fyri um óbindandi tilboð. Vit eru at hitta á teldupostadressuni sigurdh81@gmail.com og á tlf. 261211, sigur Sigurd Hentze. Gólvfix arbeiðir nógv fyri privatfólk, kommunur og sum undirveitari hjá ymiskum byggifyritøkum - í størri og smærri verkætlanum kring landið. Eru nú til reiðar til næstu uppgávuna – Nú vit eru lidnir við Virknis-og Umlættingardepilin á Sandi, eru vit til reiðar til næstu uppgávuna, sigur Valbjørn Dalsgarð, sum eigur og rekur byggifyritøkuna, Sp/f VD Vilmund Jacobsen T að er byggifyritøkan, Sp/f VD hjá Valbirna Dalsgarð, sum hevur havt høvuðsarbeiðstøkuna, nú 480 fermetrar stórur Virknis-og Um­ lættingardepil er bygdur á Sandi. Arbeiðið hevur gingið væl, og byggifyritøkan hevur burtur av lagt seg eftir at fáa hesa verkætlan lidna, áðrenn farið verður í holt við ta næstu uppgávuna. – Vit smíðaðu elementini til bygn­ ingin í høllini hjá 2x3 á Hálsi í Havn og frá tí, at innrættingararbeiðið byrjaði, vóru vit støðugt millum fimm og átta mans á byggiplássinum á Sandi. Góður bygningur Valbjørn Dalsgarð sigur, at nú arbeiðið á Sandi er liðugt, hevur byggifyritøkan fingið góðar afturmeldingar um væl úr hondum greitt verk. – Eg haldi, at bygningurin sær gott út og tekur seg væl út. Hetta er ein góður, snotuligur og vakur bygningur, sum fellir væl inn í landslagið. Hann sigur, at undirveitarar hjá Sp/f VD vóru Tórhallur Hansen (jørð-& lendisarbeiði), Rólant Vidtfeldt (hvs), Gólvfix (gólv), EL-FO (el), Niels Søren­ sen (málaraarbeiði) og Kreton (asfalt). – Tað gekk ógvuliga væl at sam­ skipa arbeiði, soleiðis at alt gekk upp í eina hægri eind, tá vit nærkaðust endanum av byggiverkætlanini, sigur Valbjørn Dalsgarð. Eru til reiðar Nú Sp/VD eru lidnir við Virknis-og Um­ lættingardepilin er byggifyritøkan til reiðar at fara undir næstu uppgávuna. – Vit hava hildið frí nakrar dagar, nú verkætlanin á Sandi er liðug, men vit taka fegnir ímóti fyrispurningum. Vit hava førleikar at gera bæði størri og smærri arbeiði, og øll eru hjartaliga vælkomin at spyrja seg fyri. Valbjørn Dalsgarð sigur, at tey, sum vilja seta seg í samband við Sp/f VD, kunnu senda ein teldupost við fyri­spurningi á valbjorn@valbjorn.fo - ella ringja á tlf. 512118. - Eg haldi, at Virknis-og Umlættingardepilin sær gott út og tekur seg væl út. Hetta er ein góður, snotiligur og vakur bygningur, sum fellir væl inn í landslagið, sigur Valbjørn Dalsgarð – Vit hava úr at gera, men fólk eru altíð hjartaliga vælkomin at spyrja seg fyri um óbindandi tilboð, sigur Sigurd Hentze, sum eigur og rekur Gólvfix