mánadagur 3. oktober 2016síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 40 • 3. OKTOBER 2015
18
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Sandoy
Tað grør um gang
– Vit høvdu ein ótíðarhóskandi skúla, og tí er tað ein ógvuliga stórur lætti, at
vit nú høvdu fíggjarligar umstøður at fremja okkara skúlaverkætlan. Eg eri
errin av skúlanum, og tað gleðir meg almikið, at vit nú kunnu bjóða okkara
næmingum og lærarum hesar rúmligu, flottu og snotuligu karmar at virka
undir, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu
Vilmund Jacobsen
S
kopunar kommuna er saman við
Føroya Grótvirki farin undir at
gera eitt fríøki niðri við Kolturs
víkina í bygdini. Hetta verður eitt vak
urt og hugnaligt øki, har ætlanin eisini
er at hava benkur og borð, soleiðis at
fólk kunnu seta seg niður at njóta løt
una.
Gerhard Lognberg, borgarstjóri í
Skopunar kommunu, sigur, at økið so
smátt er byrjað at forma seg við garði,
bygdur úr stórum steinbrotum.
– Á fríøkinum, sum verður ein perla
í bygdini, verður eisini standmynd av
manni og kvinnu, sum skal ímynda
fyrstu niðursetufólkini í bygdini. Skop
un er lutfalsliga ung bygd, og fyrstu
niðursetufólk komu higar í 1833.
Meðan vit eru við gamlar tiðir í
Skopun, kann leggjast aftrat, at fyrsti
millumbygdavegur í Føroyum, varð
bygdur millum Skopun og Sand fyri
júst 100 árum síðan í ár.
Gerhard Lognberg vísir á, at stand
myndin, sum verður reist á fríøkinum,
verður í manshædd, og hann gleðir
seg til dagin, tá økið verður liðugt, og
standmyndin verður avdúkað.
– Gløgt er gestsins eyga, sum tikið
verður til, og tað verður deiligt at fáa
hetta økið niðri í bygdini. Júst, nær
arbeiðið verður liðugt, er trupult at
siga beint í løtuni, men tað verður í
øllum føri í hesum árinum.
Borgarstjórin vísir á, at um miðjan
oktober verður hátíðarhald í Skopun,
tá nýggi skúlin verður vígdur og sýnd
ur fram alment, men tað er greitt,
at fríøkið verður ikki liðugt til henda
dagin.
Errin av skúlanum
Skopunar kommuna hevur fingið
nýggjan skúla, og Gerhard Lognberg
dylur ikki fyri, at hann er sera errin av
nýggju, góðu og rúmligu kørmunum,
sum skúlanæmingar og lærarar nú
hava fingið.
– Hetta eru karmar, sum hava
staðið óbrúktir og óinnrættaðir, tá
kommunan enn var tyngd av skuld.
Nú vit eru niðan fyri eina álíkning, og
øll útlit eru góð, var høvi at taka upp
aftur arbeiðið at gera skúlan lidnan.
Borgarstjórin vísir á, at í nýggja
skúlanum eru tríggjar stórar skúla
stovur á stívliga 60 fermetrar hvør.
Her er vátrúm á umleið 40 fermetrar,
lærarastova við wc, skrivstova til
skúlaleiðara, wc til gentur og dreingir,
og her er wc við brúsu til avlamin.
– Í nýggja partinum er eisini inni
lokaði »skúlagarðurin«, sum er einar
300 fermetrar stórur og kann brúkast
til mangt og hvat eftir skúlatíð.
Gerhard Lognberg sigur, at gamli
parturin av skúlanum eisini er um
bygdur, soleiðis at her er komin nýggj
smíðstova, dupultur køkur til undir
vísing við kantinu, bókasavnið er um
bygt, og heilsufrøðingurin hevur fingið
egna skrivstovu.
– Vit hava keypt nýtt innbúgv, og
skúlastovurnar hava fingið nútímans
elektroniskar talvur. Nú skúlin stendur
liðugur, hoyrir tað eisini við til søguna,
at íløgan er goldin yvir raksturin hjá
kommununi.
Borgarstjórin leggur aftrat, at
túnið uttan fyri skúlan er steinsett,
og allur skúlin verður nú klæddur við
timbri.
– Nógvir arbeiðstakarar hava verið
við í skúlaverkætlanini frá byrjan
til enda, og tað er Sp/f Drangberg
í Skopun, sum hava gjørt timbur
arbeiðið, síðan farið varð undir at
gera skúlan lidnan, sigur Gerhard
Lognberg.
Ein framtíðar skúli
Í Skopunar skúla ganga umleið 30
skúlabørn úr 1. og upp í 5. flokk, men
í nýggja skúlanum er helst pláss fyri
umleið 70 skúlabørnum.
– Vit hava soleiðis fingið ein fram
tíðarskúla, sum hevur møguleikar at
rúma fleiri næmingum aftrat, tá vit
fáa fast samband við meginøkið við
undirsjóvartunlinum, sum sambært
fyriliggjandi ætlan verður liðugur í
2021.
Borgarstjórin vísir á, at Skopunar
kommuna hevur einar 20 næmingar í
Meginskúlanum á Sandi, umframt 35
børn í barnagarðinum í Skopun.
– Vit høvdu ein ótíðarhóskandi
skúla. Tí er tað ein ógvuliga stórur
lætti, at vit nú høvdu fíggjarligar um
støður at fremja okkara skúlaverk
ætlan. Tað gleðir meg almikið, at vit
nú kunnu bjóða okkara næmingum
og lærarum hesar flottu og snotuligu
karmar at virka undir, umframt at
umstøður nú er skaptar til nógv fleiri
næmingar, um tørvurin í framtíðini fer
at vísa seg, sigur Gerhard Lognberg.
Grør um gangandi fót
At tað grør um gangandi fót í Skop
unar kommunu, eru so nógv tekin um
í hesum døgum.
Umframt at hava fingið nýggjan
skúla, hevur kommunan eisini asfal
terað vegirnar í bygdini fyri umleið
tvær miljónir krónur.
– Fleiri vegir vóru niðurslitnir, og
haraftrat hava vit asfaltterað út
stykkingarvegin til Ognina, sum vit
gjørdu í 2007. Hesin vegur hevur ikki
verið asfaltteraður áður.
Gerhard Lognberg væntar, at
kirkjugarðsvegurin, sum er ein grús
vegur, verður asfaltteraður seinni í ár.
– Tá asfaltarbeiðið nærkaðist,
skrivaðu vit eisini til borgararnar í
Skopun og lótu tey vita, at møguleikar
vóru at fáa privat tún og annað asfal
terað, og tað vóru nøkur, sum tóku av.
Bygdin er nú vorðin nógv snøggari og
meira innbjóðandi.
Borgarstjórin sigur, at við innkoyr
ingina til Skopun hevur bygdin nú
eisini fingið eitt stórt skelti sum neyvt
lýsir, hvar ymisku støðini og attrak
tiónirnar í Skopun eru.
Skeltið er tríggjar metrar høgt og
hálvan triðja metur breitt og tekur seg
væl út. Tá tú so koyrir úr aftur Skop
un, stendur so vakurt »Vit takka fyri
vitjanina«.
– Á skeltinum við innkoyringina
er alt við, sum vit hava at vísa fram í
Skopun, sigur Gerhard Lognberg.
Hann vísir á, at tað er Føroyaprent,
sum hevur gjørt skeltið, og tað var eitt
ynski hjá kommununi, at tá fólk eftir
vitjanina koyra úr aftur Skopun, skuldi
standa »Vit takka fyri vitjanina« – og
ikki bara »Takk fyri vitjanina«.
– Vit vildu líka sum hava tað per
sónliga við, leggur borgarstjórin aftr
at.
Hann gleðist um, at tað veruliga
grør um gangandi fót í Skopun.
– Vit gleðast um fiskavirkið, sum
skapar nógv arbeiði – ikki bert til
okkum í Skopun, men eisini til aðrar
borgarar í Sandoynni. Vit hava eitt
handilslív, og her er Lívfiskastøðin,
Føroya Grótvirki, barnagarður, skúli
og eldrasambýli, sum geva arbeiði
til nógvar hendur. Haraftrat hava vit
fingið kampingpláss, sum verður rikið
privat, og her standa vognar alt árið.
Nýggj innkoyring
Eitt, sum nýggja bygdarráðið ætlandi
fer at arbeiða við í komandi setu,
er ein nýggj innkoyring til bygdina í
Skopun.
– Innkoyringin er ein ávísur fløsku
hálsur inn í bygdina, tí her koyra eitt
nú stórir trailarar við fiski til virkingar.
Vit ynska okkum eina góða, breiða og
trygga innkoyring.
Gerhard Lognberg væntar, at tá
nýggja innkoyringin verður gjørd, verð
ur helst eisini neyðugt at flyta báta
dráttin.
– Hetta er eitt arbeiði, sum bygd
arráðið, ið verður skipað eftir komm
unuvalið í heyst, fer at taka upp, og eg
vóni, at henda verkætlan kann fremj
ast í næstu setu, sigur borgarstjórin í
Skopunar kommunu.
Gerhard Lognberg vísir okkum nýggju og snotuligu
køkarnar og góðu umstøðurnar í kantinuni
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Nú nýggi skúlin stendur liðugur, er øll
íløgan goldin, sigur borgarstjórin
Mynd: Vilmund Jacobsen