mánadagur 3. oktober 2016síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Jólaborðhald
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
VIKA 40 • 3. OKTOBER 2015
Pakkaspæl er seinastu árini vorðin
ein partur av jólaborðhaldinum
hjá nógvum føroyingum. Tað er
eitt stuttligt íkast, har gestirnir
fáa høvi at kappast um at vinna
so nógvar gávur sum gjørligt
Kvøldið kann tó skjótt gerast keðiligt, um gestirnir
ikki eru samd um reglarnar. Tað vilja vit í Vikublaðnum
hjálpa at steðga, so her eru nakrir reglar:
Til pakkaspæl er neyðugt við hesum:
• Hvørt fall einari gávu fyri hvønn persón. Fleiri gávur fyri hvønn
persón, stuttligari verður tað.
• Terningar.
• Eitt stoppur. Allar telefonir hava tó stoppur í dag.
Hetta eru reglarnar:
• Byrja við at leggja allar pakkarnar í eina rúgva mitt á
borðinum.
• Gestirnir skiftast um at kasta terningin. Fær man eitt 6-tal,
so kann man taka ein pakka til sín. Hetta verður gjørt til allar
pakkarnir eru deildir millum gestirnar.
• Nú er týdningarmikið, at ein persónur hevur stýr á tíðini.
Viðkomandi setur alarmin, men sigur ikki við hinar gestirnar
hvussu nógva tíð tey hava.
• Nú byrjar spælið. Gestirnir skiftast um at ringla – og hvørja
ferð man fær eitt 6-tal, kann man stjala ein pakka frá hinum
gestunum.
• Tá urið ringir og tíðin er farin, kann man pakka sínar gávur
upp.
Jólafrokost
ella jólaborð?
Í Føroyum er ikki óvanligt at síggja fólk brúka bæði
jólafrokost og jólaborð um kvøldið við mati, hugna og
undirhaldi við starvsfólk og vinum.
Sambært Sprotanum, so er tó einans eitt orð fyri
hetta kvøldið, og er tað jólaborð, og verður orðið lýst
fylgjandi:
- Borðhald í sambandi við jólini (vanl. fyri
jól), skrivstovan hevði jólaborð fyri øllum
starvsfólkinum
Orsøkin til, at føroyingar eru farin at brúka orðið
jólafrokost, er nokk tí, at tað er danska orðið fyri
jólaborðhald.
Danmark er tó einans land í Norðurlondum, ið brúkar
heitið jólafrokost. Í øllum øðrum londum verður
heitið jólaborðhald brúkt.
Rísalamang til seks fólk
Soleiðis gert tú:
Hita ovnin upp til 200°. Skola rísini og kóka tey varisliga
við mjólkina í eini grýtu við tjúkkum botni. Rør í grýtuni
alla tíðina. Sker vaniljustongina, og skava kornini úr. Koyr
síðan vaniljustongina og kornini í grýtuna saman við
rísunum og rør tað saman við sukur og salt. Legg lokið á
grýtuna, og set hana í ovnin í ein hálvan tíma
Ver ikki bangin fyri, at greyturin er flótandi, men lat
hann kólna. Fiska vaniljustongina úr greytinum. Hakka
mandlurnar grovt. Píska fløtan inntil hann er sum tjúkt
ymur, og vend honum varisliga í rísgreytinum saman við
mandlunum.
Lat rísalamangi standa eina løtu áðrenn fari verður at
eta.
Tilfar:
Rísgreyturin:
130 gramm rísgreyt.
1 litur mjólk.
1 vaniljustong.
75 gramm sukur.
1 knívsodd av salt
Harumframt:
75-100 gramm smuttede
mandlur.
4 dl róma at píska.
Uppskrift frá Meyers mad.
Pakkaspæl