mánadagur 3. oktober 2016síða 54
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Jólaborðhald
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
VIKA 40 • 3. OKTOBER 2015
Serviettar
Servietturin er á mangan hátt krúnan á verkinum, tá vit dekka borð.
Og gamlir eru teir. Fólk hava í meira enn 500 ár brúkt serviettar.
Tá var tað, sum vera man, bara yvirklassin, sum brúkti henda sið.
Áðrenn stólurin bleiv móti í 1600-talinum, sótu fólk á beinkjum,
servietturin var líka langur sum borðið, og lá úr fangi í fang.
Við stólinum bleiv vanligt at dekka borð við einum servietti
til hvørt fólk.
Fyrr vóru borðklæðini, sum servietturin eisini eitur, úr toyi.
Hóast serviettar úr toyi framvegis verða brúktir, so eru
pappírs serviettarnir teir mest vanligu.
Á netinum finnur tú eitt ótal av mátum at leggja serviettar saman.
Í handlunum, sum selja borðbúnað, er úrvalið stórt av ymsum pynti
at brúka til. So tað er bara at brúka hugflogið.