Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. oktober 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. oktober 2016 · Nr. 114 mikudagsblaðið Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Ongantíð fyrr hevur Havnin havt ein so sterkan borgarstjóra, sum nú. Sjálvt ikki Poul Michelsen megnaði at fáa tað styrki, sum hevur Heðin Mort­ en­sen hevur fingið – serliga eftir at hann og Javn­að­arflokkurin á seinasta vali vunnu meirilutan í Tórshavnar bý­ráð. Ein borgarstjóri hevur ovurstórt vald. Tí tá hann er valdur, so kann hann ikki koyrast frá. Borgarstjórin stjórn­ar eisini fíggjarnevndini og hev­ ur so­leið­is so ómetaliga nógv størri vald, enn hinir býráðslimirnir. Bera vit saman valdið hjá tingi og lands­stýri við kommunu­stýrini, so eru 41 fólka­vald í full­tíð­ar­starvi at stjórna landi­num. At stjórna til døm­ is Tórshavnar kommunu er bara ein full­tíð­ar­settur politikari. Og er so talan um ein persón, sum dug­ir valdið so sum Heðin Mort­en­ sen, so verður leikluturin hjá honum so eyð­sýndur. Hesa støðu øvunda fleiri Heð­ini Mort­en­sen. Teirra millum Kaj Leo Holm Johannesen, sum koyrdi Heðin Mort­en­sen úr Sam­bands­flokki­num tann dagin avgerðin fall, at hann skuldi stjórna Tórshavnar býráð – og Bogi Andr­e­asen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin. Og sjálvandi gera teir tað. Tí vilt tú hava á­virk­an, so mást tú bjóða teg fram. Og ulti­mativa ávirkanin í Havn, tað er borgarstjórasessurin. Men higartil hevur eingin staðið Heð­in Mort­ensen kurl. Tí hevur tað ver­ið ein sjálvfylgja eftir tvey tey sein­astu valini, at Heðin Mortensen hev­ur hildið fram. Um tað verður eins eyðsýnt hesa­ ferð fáa vit sjálvandi ikki at síggja fyrr enn val­kvøldið, tá kúlurnar verða stoypt­ar í Høllini á Hálsi. Men einasta veruliga boðið upp á ein av­bjóðara higartil er Kaj Leo Holm Jo­hanne­sen, fyrrverandi løgmaður. Fyri 16 árum síðani vóru hann og Heð­in Mortensen floksfelagar í Sam­ bands­flokkinum í Tórshavnar komm­ unu, sum tá var ein sterkur flokkur. Men síðani Kaj Leo Johannesen og Annfinn Brekkstein góvu hon­um dura­fjórð­i­num í 2004 er Sam­bands­ flokk­urin í Tórs­hav­n­ar komm­unu vorð­in ein við­fán­ing­ur – minsti flokk­ ur við bara einum býráðslimi. Tað kann broytast, nú Sam­bands­ flokk­urin tekur tunga skjútsið. Ong­ an­tíð áður hevur ein fyrrverandi løg­mað­ur bjóðað borgarstjóranum í Havn av. Samstarvið millum Fólkaflokkin og Javn­að­ar­flokk­in tykist ganga væl – ser­liga væl millum Sjúrð Olsen og Heð­in Mortensen. Tí er væl hugsandi, at hesir flokkar finna saman aftur eft­ir valið. Kanska eitt sindur komiskt, um Tjóð­veldi skal velja sambandshøvding at stjórna høvuðsstaðnum. Ólíka lætt­ari hevði tá helst verið at valt Ann­iku Olsen. Vit gita, at hon stillar upp, um hon torir longu at fara fyri fólka­floks­velj­ ar­ans dóm. Ongantíð hevur ein løg­ maður bjóðað borgarstjóra av stríðið um heita sessin Hoy­ víks­høll­ in dag­ førast Tróndur sigurðsson valgrein síða 8 Fólkið fyrst og fremst Jógvan arge valgrein Síða 10 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Fríggjadagin fingur tveir manss prógv sum klein­smið­ ir eftir at hava staðið sveina­ roynd­ina á Glasi. Ein kleinsmiður er smið­ ur, sum ger serligt smiðu­ ar­beiði, so sum besløg og smærri bygnings og mask­ in­lut­ir. Glasir skrivar, at Jón­ as Vestergaard og Ingi S. Michelsen hava lok­ið sveina­ roynd sum kleinsmiðir við sera góð­um úrsliti. Teir hava somu­leiðis fingið sveisi- serti­fi­kat undir lærutíðini. Ætl­anin er, at øll, sum læra inn­an smiðjufakið, fáa sert­ i­fik­at í sveising saman við sveina­bræv­inum. Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Tað fall Erlandi Viberg Jo­en­ sen á Søvnum Lands­ins fyri bróstið, at lands­stýr­ið hev­ur skorið játt­an­ina til at um­ væla gomlu bygningarnar hjá hvala­støð­ini við Áir við ein­ari millión. Komandi ár verður tí bara ein mil­l­ión at umvæla fyri held­ur enn tvær. – Tað er ikki meira enn til at seta stilladsið upp og taka tað nið­u­r­aft­ur, segði Erland Vi­berg Joensen við útvarpið. – Vit á siðu 2 halda, at Søvn Landsins skulu droppa hatta stil­ladsið í ár og brúka milli­ón­ina til tað arbeiðið, sum hand­verk­ar­arnir røkka uttan stillads. Stilladsið hjá Søvnum Landsins Fingu prógv sum kleinsmiðir Nýútbúnu kleinsmiðirnir Jónas Vestergaard og Ingi S. Michelsen Tað er nú greitt, at skatta­ pro­sent­ið í Vági lækkar aftur næsta ár Í fundi í gjárkvøldið við­ gjørdi Vágs Býráð fíggj­ar­ætl­ an­ina fyri næsta og har varð samtykt at lækka skatta­pro­ sent­ið úr 22,50 prosent niður í 22,25 prosent. Sostatt verður kommunu­ skatta­pro­sent­ið í Vági nú lækk­að fjórða árið á rað. Í 2013, tá hetta býráðsskeið byrj­aði, var skattaprosentið í Vági 23,25%, og sostatt er tað lækkað við eitt prosent hesi fýra árini. Á býráðsfundinum í Vági varð ásannað, at lækkingin er ikki stór, men tey mettu kortini, at tað hevur stóran týdning at skatturin í Vági verður lækkaður, so at skattaprosentið í Vági líkist tí, aðrar kommunur hava og ikki er so høgt, at tað skilir seg burtur úr Hóast kommunuskatta­ pro­sent­ið er lækkað, veksa inn­tøk­ur­nar hjá Vágs kommunu, og níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár er inntøkan næstanb 10,5 % hægri enn sama tíðarskeiði í fjør. Vágs kommuna hevur fyrstu 9 mánaðirnar í 2016 fing­ið inn 31,3 mió. kr. í per­ sóns­skatti, hetta er nlstan tríggj­ar milliónir meiri enn í fjør. Fyribils eru ongar íløgur sett­ar á fíggjarætlanina. Men hon skal hava eina við­gerð afturat, áðrenn hon er end­ aliga samtykt. Nú fer býráðið so at við­ gera ætlanina neyvari og Denn­is Holm, birgarstjóri, iv­ast ikki í, at íløgur verða gjørdar fyri nakrar milliónir. Skatturin í Vági lækkar aftur