Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. oktober 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FISKIVINNA Mikudagur 5. oktober 2016 · Nr. 114 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Álitið um fiskivinnu­ný­skip­ anina er komið. Tað tók sína tíð og hevur fingið nógvar viðmerkingar á vegnum, men tað er ikki fyrr enn nú, at stríðið byrjar av álvara. Politiska stríðið fer at snúgva seg um, hvør í fram­ tíðini sleppur at veiða tann fisk, sum føroyingar hava rætt at veiða. Tað er bæði botn­fisk og annan fisk á før­ oysku landleiðini, men eisini tær kvotur sum før­oyingar keypa ella sam­ráða seg til. Í løtuni síggja teir trígg­ir sam­gonguleiðararnir ógvu­ liga stálsetir út. Teir hava sent eitt alment skriv út, har teir gera púra geitt, hvat samgongan vil: Allur fiskiskapur skal vera lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggur. - Fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks og kann ong­an­ tíð gerast privat ogn. - Vit skulu tryggja burðar­ dygga stovnsrøkt og størstu langtíðarveiðu av øllum okk­ ara stovnum. Vit skulu ger­ast undangonguland, ið hev­ur fremstu vitan og gransk­ing um allar fiskastovnar og vistskipanir í havinum. - Fiskirættindi skulu ikki longur seljast privat. Ístað­ in skal tað almenna bjóða rættindi út fyri hósk­andi tíðarskeið í eini mark­nað­ar­ grundaðari skipan. - Rættindini at fiska skulu vera á føroyskum hond­um, og sáttmálar við mann­ing­ arfeløgini skulu haldast. - Somu rættindi og treyt­ ir skulu vera at bjóða seg fram at reka vinnu og skapa fjølbroytt virksemi, ný­ skapan og menning kring landið. - Veiddur fiskur skal verða atkomiligur hjá føroyskum virkjum at bjóða uppá. - Endamálið er at mei­ rvirka og virðisøkja alt fiska­ tilfeingið mest møguligt. Og vit vilja økja munandi um gransking, royndir og vitan, ið kunnu tryggja hetta. - Virðið av atgongdini at fiska – tann sonevnda til­ feingisrentan – eigur í størst møgu­ligan mun at fella til landskassan. Ósemja um rættindini Nógv av hesum møtir mót­ støðu, bæði í politisku skip­ an­ini, men eisini millum teirra sum reka vinnu í dag. Fyrst og fremst er tað um hvør skal fáa rættindi at veiða av føroysku kvotunum og hvussu hesi fáa kvoturnar ella rættindini. Politiskt hevur hendan samgongan frá fyrsta degi sagt, at útluting ella politisk út­luting ikki longur skal vera ein møguleiki. Nú skulu rættindini bjóðast út og tað skal vera ein mark­nað­ar­ tilgongd at fáa tey. Tað vil siga, at tey sum vilja sleppa at fiska mugu í framtíðini bjóða uppá hesi rættindi og gjalda fyri tey. Enn er ikki avgjørt, hvussu langa tíð rættindini kunnu keyhpast fyri í senn – styttri ella longri áramál. Vinnan hevur ferðir eftir ferð sagt, at hon vil sleppa undan uppboðssølum, men sigur seg nú heldur vilja gjalda tilfeingisgjald, sum hon annars ikki vildi virta av fyri nøkrum árum síðani. Og andstøðuflokkarnir taka í stóran mun undir við vinn­uni. Teir siga, at teir kunnu taka undir við øðrum pørt­um av álitinum, men uppboðssølan av rætt­ind­ unum stendur ikki ovast á teirra dagsskrá. Klassiskt politiskt stríð Í veruleikanum er talan um eitt klassiskt politiskt stríð millum høgra og vinstra. Høgraflokkarnir vilja, at tey, sum í løtuni sita við rætt­ indunum, skulu varð­veita rætt­indini og kanska gjalda eitt sindur fyri tey. Vinstrtraflokkarnir vilja hinvegin, at so stórur part­ ur av tí sum kemur inn fyri okk­ara tilfeingið kemur øll­ um samfelagnum til góðar – ikki bert teimum, sum hava fingið rættindini at fiska. So vit síggja enn einaferð stríð um tey virðir, sum eru í landinum. Hvør skal hava at­gongd til tey og hvør skal hava ágóðan? At tað eisini eru onnur argument um nýggj skip og so góðan fisk sum tilber er sjálvandi, men klassiski politikk­urin er tað, sum fer at avgera, hvat slag av fiski­ skipan vit øll vakna upp til nýggj­ársmorgun 2019. Ógvusliga stríðið fer í gongd nú. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setti 21. januar 2016 ein bólk við hesum fólkum: Johnny í Grótinum, stjóri - Búskaparfrøðingur Formaður Hans Ellefsen, adjunktur - PhD Búskaparfrøðingur Næstformaður Árni M. Dam, sjálvstøðugur - Skipari og handilsútbúgving Nevndarlimur Eydna í Homrum, fiskifrøðingur - PhD Lívfrøðingur Nevndarlimur Herálvur Joensen, stjóri - Løgfrøðingur Nevndarlimur Kristina Samuelsen, advokatur – Løgfrøðingur Nevndarlimur Egil Olsen, fiskivinnuráðgevi - Fiskivinnufrøðingur Nevndarlimur Unn Laksá, granskingarleiðari - PhD Stjórnmálafrøðingur Nevndarlimur Malan Johansen, deildarleiðari - Búskaparfrøðingur Nevndarlimur Afturat arbeiðsbólkinum er sett eitt skrivaratoymi (sekretariat) við hesum fólkum: Herit V. Albinus, búskaparfrøðingur Jens Helgi Toftum, fiskivinnufrøðingur Rúna F. Guttesen, løgfrøðingur HUGSJÓNARLIGT STRÍÐ ER NÚ UM FISKIVINNUSKIPANINA Fiskivinnunýskipanin er størsta orrustan í føroyskum politikki, síðani fullveldismálið var heitast Høgni Hoydal, Poul Michelsen og Aksel V. Johannesen hava sent úr, hvat samgongan vil Johnny í Grótinum var formaður í nýskipanarnevndini