Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. oktober 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Í dag, mikudagin fimta oktober, verður Niclas Davidsen á Toftum 60 ár. Hann hevur í mong ár verið formaður í Tofta Ítróttarfelag, og hann gekk undan, tá ið stadion til fótbólt og frælsan ítrótt var bygt á Svangaskarði. Niclas er toftamaður. Foreldrini vóru Henny, sum var ættað úr Rituvík, og Arnhold Davidsen av Kvíggjarheyggi á Nesi. Barnaheimið var mitt á Toftum, nakrar fáar metrar niðan frá Toftagjógv og sambygt við handilin Hjá Pidda. At barnaheimið var so dygst við, har postbáturin legði at og rutubilarnir stóðu og ferðafólkini bíðaðu, bar við sær, at ferðslan inn og út hjá Henny var stór. Bæði hon og Arnhold koyrdu hýruvogn, og hann hevði buss og lastbilar. Børnini hjá teimum eru Aloma, Hanus, Niclas, Annika, Harda og Fróði. Hanus og Harda búgva í høvuðsstaðnum, Fróði býr í Saltangará, og hini eru í heim­staðnum. Niclas lærdi í smiðjuni í Runavík, og so leyk hann maskin­meist­ ara­prógv í Havn. Hann var eitt sindur til skips, men í høvuðs­ heitum er arbeiðslívið býtt í tveir lutir. Hann var í ellivu ár hjá Landsverkfrøðinginum á Lambar­ eiði, og síðani Føroya Fiska­mark­ naður fyrst í níti árunum varð settur á stovn, og Landingar­ miðstøðin varð veruleiki, hevur Niclas havt ábyrgdina av landingini á Toftum. Eftir at Landingarmiðstøðin gavst við sínum virksemi, fór Niclas undir nýggja Landingarmiðstøð. Tað liggur frammarlaga at vera við til at fáa arbeiðspláss í heim­ bygdini og at betra um umstøð­ urnar á havnarlagnum. Saman við øðrum keypti Niclas í fyrra árið línuskipið Váðastein, sum 60 ára føðingardagsbarnið er útgerðar­ maður á. Toftamenn bjóðaðu seg fyrstu ferð fram í fótbólti fyrst í sjeyti árunum. Ítróttarfelagið í bygdini hevði síðani stovnanina í 1962 verið kappróðrarfelag. Tá ið farið var upp í landskappingina í fótbólti, tók 16 ára gamli Niclas á seg at vera formaður í fótbóltsnevndini, og síðani tá hevur hann brúkt nógva tíð í ítróttarfelagnum. Hann varð formaður frá 1982 og í eina fjórðingsøld fram, og nú hevur hann aftur havt ábyrgdina í nøkur ár, inntil hann á aðalfundinum í næstsíðstu viku takkaði fyri seg. Ítróttarligu tindarnir mundu tað vera, tá ið tað í 1984 og 1985 við John Cramer, sála, sum venjara eydnaðist at vinna FM, og tá ið bragdið varð endurtikið í 1992, tá ið Jógvan Norðbúð, sáli, var venjari. Niclas er ikki maður av nógvum orðum, men hann veit hvat hann vil, og hann er miðvísur. Tað eru bara nøkur ár síðani, at kommunan yvirtók ítróttarøkið á Svangaskarði. Tá ið vøllurin varð gjørdur, graslíkið lagt á, økið til frælsan ítrótt og nýggjur grasvøllur gjørdur og fyrst eini og síðani eini ítróttarhús aftrat bygt, var tað felagið sum lyfti avbjóðingina. Niclas gekk undan, og bygdarfólkið stóð saman um stóra setningin. Stóra byggivirksemið á Svanga­ skarði hevði við sær, at tað var neyð­ugt at sleppa av við grótið. Ítrótt­ar­felagið og kommunan sam­ starvaðu væl, og úrslitið var síðsti parturin av pirinum, sum verjir fyri havnarlagið, og alt tað nýggja økið frá Nyki og út ímóti Toftagjógv, har hallir síðani eru reistar, og har nógv vinnuligt virksemi hevur verið og er. Tá ið so nógv hevur verið og er á skránni kundi hugsast, at tað vóru ikki stundir til so nógv annað. Tað hava tað tó verið hjá Niclasi. Hann var í fleiri ár í FSF starvsnevndini, hann er limur í kirkjuráðnum og formaður í bygginevndini í Leguhúsinum í Nesvík, og síðani 2013 hevur hann verið limur í bygdar­ráðnum og formaður í tekn­ isku nevnd í Nes kommunu. Niclas er giftur Sally, sum er av Hamri á Toftum. Børnini eru Pól Knút, Hansy, Arnhold og Nina. Higartil eru barnabørnini fýra í tali. Tey fylla nógv hjá Niclasi. J Niclas Davidsen 60 ár Í gjár, týsdagin fjórða oktober, vóru tað fimmti ár síðani, at Hilmar Eliasen var borin í heim. Hann hevur tvey tey seinastu árini verið stjóri í Strandferðsluni. Foreldrini eru av bygd, men Hilmar er uppvaksin í høvuðs­ stað­num. Mamman, Kristina, er úr Klaksvík, og pápin, Absalon, er úr Leirvík. 1966 árgangurin var so stórur í vesturbýnum, at tað ikki var pláss fyri teimum øllum á Venjingarskúlanum, tí var neyðugt at flyta fleiri børn í Argja skúla, og Hilmar var eitt av havnar-børn­ unum, sum gekk í skúla á Argjum. Eftir at hava lokið hægri hand­ ilsskúlaprógv flutti Hilmar til Keyp­mannahavnar, har hann á CBS leyk cand.merc.jur. prógv. Síð­ani arbeiddi hann í danska vinnu­lívinum. Familjan flutti til Rand­ers at búgva, og Hilmar var í nógv ár í starvi hjá Vestas Wind Systems A/S, har arbeiðsøkið var kontraktstýring og logistikkur. Hann var eisini í starvi hjá Royal Artic Line A/S, har tað snúði seg um leiðslu í deildini, sum hevði við kærur og tryggingar at gera. Síðstu árini, áðrenn hann flutti til Føroya, var Hilmar seniorráðgevi hjá Danmarks Rederiforening. Í hesum starvi var setningurin bæði innan vindorku ídnaðin og innan olju og gass. Ein týðandi liður í hesum var samstarv við almennu myndugleikarnar. Hilmar er giftur Pavlu Simonsen, sum vaks upp í Fuglafirði og seinni flutti til Havnar. Tey eiga tríggjar dreingir – Absalon, Kristian og Pætur. Fyrsta juni 2014 tók Hilmar við stjóra­starvinum í Strand­faraskipum Landsins, og tá flutti familjan heim aftur á klettarnar at búgva. Hóast nógvar og áhuga­verd­ar royndir á danska arbeiðs­mark- naðinum og royndir í samstarvi í privata vinnulívinum og við almennar myndugleikar, so man nýggja avbjóðingin vera av heilt serligum slag, nú tað snýr seg um at fáa tingini at ganga upp í hægri eind við flutningi og tænastum á sjónum, á landi og í luftini og við avmarkaðari almennari fíggjar­ ligari játtan. Tað er hugaligt hjá strand­ ferðslustjóranum, at ferðafólkatalið økist, og at farmanøgdirnar eru vaksandi. Samstundis verður tað roknað við, at tænasturnar hjá SSL verða alt betri. Skipini eldast, tað er neyðugt við meiri viðlíkahaldi og umvælingum, samstundis sum altjóða krøvini verða alt størri. Í hesum meldrinum og við polit­ iskum myndugleika, sum al­tíð hevur havt stóran áhuga og opin­ skáraðar meiningar um strand­ ferðsl­una, tætt at sær, hevur fimmti ára føðingardagsbarnið, sum er vinsælur og fyrikomandi, sett sær fyri at nýmótansgera strand­ ferðsluna. Tað hevur verið nógvur turbolensur um fíggjarliga partin, játtanina og hvat hon skal brúkast til. Ein setningurin hjá stjóranum er at betra um kunningina og innlitið. Í summar gav Strandferðslan fyri fyrstu ferð blað út við kunning og greinum um ferðslu, og seinastu tíðina hevur verið samskift við manningar og viðskiftafólk um, hvussu ferðaætlanirnar skulu leggjast og skipast. Frítíðin er halgað familjuni. Dreingirnir eru allir fótbólts­ spælarar, og Pavla og Hilmar stuðla teimum ógvuliga væl í teirra áhugamálum. J Hilmar Eliasen 50 ár 90 ára føðingardagur Fríggjadagin 4. november verður Einar Joensen í Oyndarfirði 90 ár. Nátturði verður klokkan 18 í skúl­ anum í Oyndarfirði sama dagin. Tað hevði glett Einar at sæð familju og kenningar til nátturðan. Vinarligast sig frá í seinasta lagi mánadagin 24. oktober hjá: Marjun, tel. 27 60 06, Karlu, tel. 59 07 80, Elibert, tel. 44 47 21 100 ára føðingardagur á Eysturoyar Røktar-og ellisheimi Alfred Haraldsen úr Elduvík, sum býr á Eysturoyar Røktar- og ellis­heimi, verður 100 ár mánadagin 10. oktober 2016. Í hesum sambandi skip­ar familjan, Roðin og Runavíkar komm­ una fyri hátíðarhaldi á heiminum. Hátíðarhaldið, sum er avmarkað til tey nærmastu og innboðin, verður millum kl. 18.00 og 21.00. 90 ára føðingardagur Mánadagin 10. oktober verður Alexandrina Sørensen (Allan), Tvøroyri, 90 ár. Tey, ið ynskja at heilsa upp á Alexandrinu, eru vælkomin á Segl­ loftið frá kl. 15.00. 90 ára føðingardagur Fríggjadagin 7. oktober fyllir Elisa­ beth Maria Sofía Egilstrøð, vanliga nevnd Bettemi, Eiði, 90 ár. Dagurin verður hildin í Ítróttar­høllini á Eiði frá kl. 18.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. 90 ára føðingardagur Onsdagin 5. oktober fyllir Ejler Djurhuus, við Rangá, Trongis­vág­ ur, 90 ár. dagurin verður hild­in á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimið, frá kl 14 - 17, øll eru hjartaliga væl­ komin.