Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. oktober 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. oktober 2016 · Nr. 114 24 Sosialurin ÍVERKSETAN Hallur av Rana At tað ikki trýtur við nýggjum hug­ skotum í føroyska samfelagnum gerst greitt, tá hugt verður eftir virk­seminum hjá Vinnuframa. Vinnuframi, ella Vinnuframa­ grunnurin, ið var heitið fram til 2011, hevur nevniliga síðan grunn­ urin varð settur á stovn í 2001 gingið á odda við at stuðla nýggj­ um hugskotum og hevur verið hollur stuðul hjá føroyskum íverk­ setarum. Í 2015 fekk grunnurin 79 um­ sóknir, ið søktu um tilsamans 11,4 milliónir krónur í stuðul. Tí­ verri stendur fíggjarliga orkan hjá grunninum ikki í mát við hug­ skotini, og tí fekk grunnurin einans játtað 3,4 milliónir krónur til 49 verkætlanir. Ein sannroynd, ið stýrið fyri grunn­in eisini harmast um í ársfrá­ greiðingin fyri 2015. Smidligari skipan At Vinnuframi hevur sett nýtt met í tali av umsøkjarum í fjør, er kanska ikki so løgið. Seinastu árini hevur grunnurin nevniliga gjørt stuðulsskipanina uppaftur smidligari, so tað er lættari hjá íverksetarum at fáa yvirlit yvir hvat søkjast kann um. Harumframt kann grunnurin nú stuðla eini verk­ætlan við 100 prosent, har grunnurin einans lat 50 prosent stuðlinum áður. Brynhild Absalonsen er sam­ skipari hjá Vinnuframa, og greiðir hon frá, at man hevur umskipað stuðulsskipanir soleiðis, at man er farin frá at hava tíggju til fýra stuðulsskipanir. – Høvuðsendamálið hjá Vinnu­ frama er at veita fíggjarligan stuðul til eina verkætlan. Tá eru tað fýra skipanir, ið søkjast kann frá, ið eru Íverksetan, Ráðgeving, Menning og Søla. Høvuðsparturin søkir eftir triðja leistinum, ið er menning. Tað er vanliga, tá man ynskir at gera eitt frumsnið ella søkja patent, greiðir Brynhild Absalonsen. Hjálpa í gongd Við teimum fýra stuðuls­skip­an­ unum hava íverksetarar harvið møguleikan at søkja stuðul nærum frá byrjan til enda, har serliga fyrsta skipanin, Íverksetan, kann hjálpa íverksetarum við tí praktiska at byrja við. – Íverksetan er ein stuðul, ið verður latin, tá man hevur tørv á at leiga eitt verkstað, skrivstovu ella líknandi. Tað er tann parturin, ið verður latin teimum, ið hava tørv á at koma í gongd, greiðir Brynhild Absalonsen frá. Hóast Vinnuframi veitir ym­ iskar stuðulsmøguleikar, so virkar grunnurin ikki sum íleggjari. Heldur kann grunnurin síggjast sum ein stuðul hjá íverksetarum at menna verkætlanina soleiðis, at hon verður áhugaverd fyri íleggj­ arar. Til tað er næsta skipanin, Ráð­ geving, væl umtókt. – Hendan skipanin verður eisini nógv brúkt. Hetta er tá verkætlanin hevur brúk fyri einum íleggjara. Nógvir íverksetarar hava brúk fyri eini innspræning , og tá kann hendan stuðulsskipanin knýta tey saman við serfrøðingum, ið kunnu hjálpa teimum víðari, tí tey kenna økið, íleggjararnar og grunnarnar, ið veita fígging, sigur Brynhild Absa­lonsen. Fremja føroyskan útflutning Triðja stuðulsskipanin er sum áður nevnt Menning, ið serliga er ætlað teimum, ið hava tørv á at menna produktið víðari. – Tað kann t.d. vera ein skipan, ið hevur fingið stuðul og er vorðin ment, men eftir eina tíð finnur man útav, at hon má áhaldandi mennast, sigur Brynhild Absalonsen. Seinasta stuðulin er søla. Hóast navnið tykist at sipa til bein­ leiðis sølu av eini vøru, so er tað ikki galdandi. Vinnuframi veitir nevniliga ikki stuðul til rakst­ rarútreiðslur ella pening til íløgur, og avmarkar tað eisini hvørji tey eru, ið søkja stuðul frá Vinnuframa. – Her er talan ein sølufremjandi stuðul, har fyritøkur fáa møgu­ leik­an t.d. at fara uttanlands á ráð­stevnur, sølumessur ella skipa lýsingarherferðir. Tað kann nevni­ liga vera ein øgiliga tung fíggjarlig avbjóðing íverksetarar at fara útum landoddarnar. Hetta er eitt tiltak at fremja føroyskan útflutning. Í stuttum kann sigast, at søla er marknaðarføring, greiðir Brynhild Absalonsen frá. hallur@sosialurin.fo Lótu 3,4 milliónir í stuðul í fjør – Høvuðsendamálið hjá Vinnuframa er at veita fíggjarligan stuðul til eina verkætlan. Tá eru tað fýra skipanir, ið søkjast kann frá, ið eru íverksetan, ráðgeving, menning og søla, sigur Brynhild Absalonsen, samskipari hjá Vinnuframa, um virksemi hjá grunninum