Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-04, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. oktober 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. oktober 2016 · Nr. 114 26 Sosialurin ÍVERKSETAN Stimbur til íverksetarar Ein av stórstu avbjóðingunum hjá íverksetum er at skaffa pening til sína fyritøku. Tí fer Íverksetarahúsið í heyst at skipa fyri Íverksetarastimbran 2016. Íverksetarastimbran er ein accelerator skipan við mentorum atknýttum, og endamálið er, at geva íver- ksetarum møguleika at menna sína fyritøku, fáa eitt virðismikið netverk og útvega kapital til fyritøkuna. Tiltakið er ætlað íverksetarum ella nýggjum fyritøkum, sum í eina tíð hava arbeitt við sínum hugskoti, men mangla at fáa gongd á, so hetta kann gerast til eina lønandi fyritøku. Saman við Íverksetarahúsinum verður ein serfrøðingur knýttur at hvørjum íverksetara, fyri at veita skikkaða hjálp og stimbra undir hugskotið/fyritøkuna soleiðis, at ferð verður sett á við tí fyri eyga at útvega kapital til fyritøkuna. Hendan tilgongdin varðar í umleið tveir mánaðar og tá eru verkætlaninar mentar, so at tær eru klárar at leggja fram fyri íleggjarum. Byrjað verður umleið hálvan oktober 2016 og endað verður við einum tiltaki, har íverksetar leggja sína æt- lan fram fyri íleggjarum í januar 2017. Íverksetarastimbran 2016 er: • Daglig sparring frá Íverksetarahúsinum, sum geva luttakarunum amboð at menna handilsmodellið og kjarnuøkir so sum, marknaðarføring, fíggjarstýring, kundar og marknaðir. • Møguleiki fyri innivist við øllum hentleikum, og at- gongd til fleiri spennandi netverkstiltøk. • Ein skipan, har luttakararnir arbeiða saman við ei- num royndum mentori/serfrøðingi, innan viðkoman- di fakøki fyri íverksetaravirksemið, sum fer at fylgja og stuðla íverksetanum í tíðarskeiðnum. • Menning av eini handilsætlan, sum verður løgd fram fyri íleggjarum. Tilmeldingarfreistin er 14. oktober 2016 og tey sum ynskja at luttaka skulu senda eina motiveraða umsókn, har stutt verður greitt frá um fyritøkuna og hví ein yns- kir at luttaka. Avmarkað pláss er og umsøkjarar fáa svar seinast 24. oktober 2016, um teir eru upptiknir. Luttøkan er ókeypis. Umsóknin skal sendast til iverksetan@iverksetan.fo.