týsdagur 4. oktober 2016síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 5. oktober 2016 · Nr. 114
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Gartnari til
Eysturkommunu
Hevur tú grønar fingrar og áhuga fyri at
skapa, røkja, menna og leggja ætlanir fyri
umhvørvið, kunnu vit bjóða tær eitt starv sum
gartnari í Eysturkommunu at byrja skjótast
gjørligt.
Eitt framtíðarmál, Eysturkommuna hevur
sett sær er at fríðka og at skapa trivna í
komununi. Sum ein part av hesi ætlan vil
Eysturkommuna virka fyri, at fríøkir, sniðgøtur,
áir v.m. verða meira sjónlig og áhugaverd
fyri borgarar, vinnulívið, ferðavinnu og onnur
áhugað.
Umframt gartnaraarbeiði, ynskir
Eysturkommuna at tann, sum settur verður,
hevur førleika og áhuga at skapa grøn øki,
sniðgøtur, frítíðarøkir og annars karmar
rundan um eina kommunu, sum vil menna og
skapa eitt gott og ríkt umhvørvi. Eisini fevna
uppgávurnar um at fríðka uttanfyri stovnar,
skúlar, sambýlir, kirkjugarðar v.m.
Arbeiðið fevnir um:
• Ábyrgd og røkt av verandi grønum
økjum, fríøkjum eins og friðaðum økjum
• Skapa og evna nýggj økir
• Luttaka í øðrum fyrifallandi arbeiði og
uppgávum
• Arbeiðið inniber nógvar ymiskar
uppgávur á øllum økjum
Førleikar:
• Hevur útbúgving sum gartnari ella
tilsvarandi útbúgving og royndir á
økinum
• Gott yvirlit og góð evni til samstarv
• Hevur royndir við prosjektum, skapa og
útinna
• Kann arbeiða sjálvstøðugt og samskipa
uppgávurnar saman við øðrum
• Góðar eginleika at lurta og samskifta við
fólk
Løn og setanartreitir:
Starvið verður lønt og sett sambært sáttmála
millum Kommunala Arbeiðgevarafelagið og
avarandi yrkisfelag.
Umsókn við møguligu royndum:
Umsóknin saman við CV skal sendast til
Eysturkommunu, Kulibakki 8, 520 Leirvík
og skal vera okkum í hendi í seinasta lagið
fríggjadagin 14. oktober 2016, kl. 12.00
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær
til Andreas Andreasen, tekniska leiðara, tlf.
730013.
www.landshandilin.fo
Akranesgøta 11 · Tórshavn · tlf 311385
Hettan er stoypt úr aluminium. Tilfarið rustar
ikki.
Hettan, sum verður fest niður á kaminuna
við patentlásum, er løtt at førka til viks hjá
skorsteinssóparanum.
Hettan er sniðgivin soleiðis, at hon sendir
hitageislingarnar frá fýrinum niður aftur
í kaminuna. Hetta gevur betri trekk og
orkusparing.
Hettan forðar fyri, at ov nógv vatn setir niður
í kaminuna. Eisini brýtur hon vindin og minkar
tí um vandan fyri, at tað slær niður.
Hettan er føst og gevur tí ongan gang.
Mát: Uttan: 540 x 540 mm
Innan: 480 x 480 mm
Holið: 275 mm diam.
Loysnin tiL
skorsteinin
KUNNGERÐ
um valevnislistar til kommunuvalið í
Eysturkommunu tann 8. nov. 2016.
Í Eysturkommunu kann ein valevnislisti
hava í mesta lagi 13 valevnir.
Listin skal vera undirskrivaður av í minsta
lagi 15 og í mesta lagi 25 stillarum.
Undirskriftirnar hjá stillarunum skulu vera
á sama lista, sum valevnini eru skrivaði á.
Hjálagdur skal vera ein serligur listi yvir
stillararnar, har teir eru skilliga lýstir
við navni, starvi og bústaði.
Ein veljari kann bert verða stillari á einum lista.
Listin skal latast inn av einum stillara
á kommunuskrivstovuna ella til
valnevndarformannin í seinasta lagi
týsdagin tann 18. oktober 2016, kl. 18.
Uppskot um, hvussu ein valevnislisti kann
verða settur upp, liggur á heimasíðuni hjá
Eysturkommunu www.eysturkommuna.fo
KUNNGERÐ
Kunngjørt verður, at vallistin til kommunuvalið
tann 8. november 2016 fyri valdømi í
Eysturkommunu liggur frammi til alment
eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligari
skrivstovutíð frá 10. oktober til
og við 24 . oktober 2016.
Kæra um, at onkur av órøttum er komin
á listan, ella onkur rættkomin ikki er tikin
við, skal í seinasta lagi 1 viku fyri valdagin
verða send býráðnum sum kannar og tekur
endaliga avgerð í málinum
SÍÐAN 1936
GUMMIBÁTATÆNASTAN
Mykinesgøta 6 · 100 Tórshavn · tel +298 31 49 13 · gbt@gbt.fo · www.gbt.fo
VIT HAVA VOGNIN
TIL EINHVØNN TØRV
Hós. 6. okt.
Rullisteik • Knettir •
Saltað svínakjøt
Frí. 7. okt.
Rivjasteik • Lasanja
Biksimatur
Leyg. 8. okt.
Fleskasteik
Mán. 10. okt. Fiskafrikadellur •
Gjørd hara
Týs. 11. okt.
Rullisteik •
Gullasj
Mik. 12. okt.
Stoktur fiskur •
Kjøtfrikadellur
Matskráin hesa vikuna
Matstovan í Hoyvík
Tel 660058
Frítt internet í matstovuni í Hoyvík