Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-04, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. oktober 2016síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Mikudagur 5. oktober 2016 · Nr. 114 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Situr so svinnur og stinnur undir ellisheima lon og letur 100 ára løtu fara lívrunnin av stað á síni varligu gongd á foldargøtu. Ja, mangt og mikið hevur eygað sæð og oyrað hoyrt, sum rørir hjartað. Hetta hevur drigið tráðin í lívssæla nálareygað við ljómfyltum sorgar- og gleðisljóði um tún og gøtu í Elduvík, um Kristinistein, Knæfallasand og Kyrjastein. Bátsmyndir og skipsmyndir darta út og inn í tínum huga. Ognarbáturin- líkkista faðir tíns dróg mangt tárið fram um eygnahvarm og kjálkabein, tá ið hesin sjólætst á havsins fjarðarmunna. Móðir tín, Andrea var av Breytini Í Oyndarfirði, systir Ellu á Breyt, sum tók hond í heima við hús hjá tykkum eftir deyða faðir tíns. Ella var hóvlig og rólig gekk í snjóhvítum fyri klæði og dimmlittum kjóla fram við húsalon á Breytini, ið var blómugrøn við hvítum sprossum. Tann grøni liturin er vónarinnar litur, og tann hvíti er tann himmalski liturin, sum dregur hugans tankar fram í eitt dýrdarljós, har vón og trúgv hava bygt brúgv í tínum ljóslivandi huga. Væl komst tú undan, hóast brest við Arizonu, tá ið hon fórt undir Selvogi í Herdisarvík. Sigldi heim við Lyru somu nátt- náttina millum 9. og 10. apríl 1932, tá ið Laura og Immanuel gingu burtur, har 38 mans sjólótust. Nú situr tú friðarmaður, Alfred á 100 ára degi tínum við bylgjandi blíðum eygnabrái tilevnað í Elduvíkarlíð, við Dalskin og Egg, og húsanna millum í vøkru foldarbygdini, Elduvík, har tú mangan gekst og gjørdi ein steðg og tókst til tín ljós, litir, fólk, lomb og seyð, sum tær beyð á tínum 100 ára gongulagi við føstum stevi á hvørjum degi, sum hevur myndað teg og títt á tínum lívsdegi - so fagurt og frítt. Hjartaliga til lukku á tínum 100 ára degi. Frits Alfred Haraldsen úr Elduvík 100 ár 10. oktober Foreldur hansara vóru- Andrea Charlotta av Breytini í Oyndarfirði og Sofus Haraldsen- Sofus á Dunganum úr Elduvík. Faðir hansara fórt við Ognarbátinum 8. febr. 1919. Báturin varð tikin upp á sleip av einum enskum trolara aftur av útróðri og kom tvørturfyri og holvdist. Seks mans fórust. Hann var við Arizonu bert 15 ára gamal 1932, tá ið hon fórt út fyri Herdisarvík á Suðurlandinum 1932. Mamman doyði 1934, tá var Alfred 17 ára gamal. Hann hevur verið á Ellis- og røktarheiminum í Runavík tey seinastu árini, har vit mangan hava havt gott prát okkara millum. Annars hevur Óli Jacobsen skrivað 3 væl úr hondum greiddar greinar um Alfred í Sosialinum fyri nøkrum árum síðani. Heilsa til Alfred á hundrað ára degnum 65 ára føðingardagur Nú eg fari at runda tey 65 árini, hevði tað glett meg at sæð familju, vinir og kenningar til ein betri bita heima hjá okkum á Kambsdali leyga­rdagin 8. oktober frá kl 14 og út­eftir. Øll eru hjartaliga vælkomin. Liljan í Lambanum Arbeiði Grava og planera Grava og planeta. Tilbod verda givin. Flitigods til og fra Dk. Goymsluholi i Hoyvik 42m2 til leigu. 224910 Vit átaka okkum alt timburarbeiði stórt sum smátt, til ein sámuligan kostna. Hans Bech Húsasmiðjur Mail hansbech@kallnet.fo Tlf 00298 212561 Bátar og bátaútgerð Neyst, 10-mannafar, neystaloft og bátabryggja á Skála til sølu Neystið er matr.nr.405, stødd 4,95 x 9,85 m við lofti, bátadrátti og El-spæli. 10- mammafarið er gamalt men vælrøkt við SAAB-motori, ekkoloddi, telefon, oljudrivnum kraftblokki og hondsnellu. Ymiskur fiskireiðskapur kann fylgja við. Neystatoftin, matr.nr. 406, ið er uml. 40 fermetrar, er til sølu einsæris, ella saman við neystinum. Til hægst bjóðandi. Spurningar verða einans svaraðir á tlf 441294 Fundir Pensionistafelagið í Havn Aðalfundur felagsins verður í Losjuni mikukvøldið 26. oktobur 2016, kl 19,00 Fundarskrá sambart grein 11 í lóg felagsins Nevndin Lutaseðlar Eydnuhjól til frama fyri karmel, Eiði 1.Hvítur F 27273 2.Grønur E 36504 3.Ljósareyður F 46657 4.Orange E 2545 5.Ljósabláur F 28863 ikki heintaður 6.Orange E 2783 7.Ljósareyður F 4654 tlf 584538 Pløgg LODEN harrafrakki Tann, ið hevur tikið ein grønan LODEN harrafrakka á Kaffistovuni í Vágsbotni, leygardagin 10.09.2016 verður vinaliga biðin at lata hann innaftur har ella ringja. Finningarløn vrður latin Tlf 266210 Út- & Sjónvarp LEIGA FLATSKERM VIÐ KEYPSRÆTTI SAMSUNG 43 FLATSKERMAR VIÐ TELEVARP OG SMART TV. EINKI DEPOSITUM, ÓKEYPIS ÚTKOYRING, LEIGAN GONGUR INN Í KEYPIÐ. RADIOVERKSTAÐIÐ TLF 251160 Ymiskt Bogaskjótifelagið TAMBAR Bogaskjótifelagið Tambar. Venjingin byrjar aftaná heystfrítíðina. Vaksin venja týsdag og hósdag kl.9 til 21. Børn/ ung venja mikudag kl 18. til 21. Nevndin Tlf 220616 ella 280616 LÝSINGARTORGIÐ