Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-04, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. oktober 2016síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 35 Mikudagur 5. oktober 2016 · Nr. 114 Neli Heldarskarð Tað kom illa við hjá neista­ monnum, tá ið teir miku­ kvøldið mistu trygga leiðslu í dystinum ímóti arva­fígg­ indunum úr Kyndli. Neistin var á odda 17-12, tá ið 22 minuttir vóru eftir at spæla, men eitt time-out broytti alt. At enda misti Neistin alt á gólvið, og onkursvegna var tað Kyndil, sum at enda vann ein tryggan sigur - 26-22. Hetta var annað tapið á rað hjá Neistanum í nýggja kappingarárinum, og tí var onki at siga til, at ein sigur ímóti KÍF leygardagin var eitt krav, um neistamenn ikki longu nú skulu enda í somu grøv sum í undanfarnum kappingarárum, har liðið er endað nummar seks uttan at vera nær námind nøkrum finaluplássi. Men leygardagin brast fyri nev hjá Neistanum. KÍF hevði vunnið báðar sínar fyrstu dystir í hesum kapp­ ingarárinum, men hetta sást ikki aftur í høllini á Hálsi, tí at Neistin vann heili 29-21 eftir hálvleiksstøðuna 14-8. Sum skilst var tað serliga góða verjan hjá Neistanum, ið gjørdi sítt til, at sigurin gjørdist so trivaligur. Neistin hevur truplan dyst fyri framman, tá ið odda­liðið í deildini, H71, kem­ ur á vitjan í høllini á Hálsi. Sama støða er galdandi hjá KÍF, ið mikukvøldið vitjar í Vestmanna ímóti VÍF, sum er oddalið saman við H71. VÍF fingið frálíka byrjan Fitt av útskifting hevur verið í hópinum hjá føroya­meist­ ara­liðnum hjá monnum, VÍF. Higartil hevur hetta tó ikki darvað úrslitini hjá vest­ menningum í nýggja kapp­ ingarárinum. Eftir tríggj­ar landskapp­ing­ar­dyst­ir hev­ur VÍF nevniliga vunnið allar. Sunnudagin kom StÍF á vitjan í høllini í Vestmenna, og eisini strandingar máttu lúta ímóti vestmenningum. Dysturin endaði 28-21 til VÍF eftir hálvleiksstøðuna 16-10. Sum úrslitið boðar frá, so varð linjan løgd í fyrra hálvleiki, har leiðslan hjá vest­menningum var seks mál. Hendan leiðslan varð síðani hildin við líka í seinna hálvleiki, og at enda vann VÍF við sjey málum, 28-21. VÍF er á deildum fremsta plássi við H71, sum eisini hevur seks stig eftir tríggjar dystir. Verri sær út hjá StÍF, sum eftir fýra spældar dystir bert hevur eitt stig og er aftast saman við Team Klaksvík. Stórsigur til Kyndil Í høllini á Hálsi tók Kyndil ímóti Team Klaksvík. Dyst­ urin endaði 32-17 eftir hálv­ leiksstøðuna 14-8. Talan var annars um tvey lið, ið bæði komu á stiga­ talvuna í teirra síðsta dysti framman undan dystinum sunnudagin. Í Klaksvík var vónbrotið stórt, tá ið Team Klaksvík farna sunnudag søpl­aði eina fýramáls leiðslu burtur teir seinastu minuttirnar, tá ið StÍF vitjaði í Klaksvík. Team Klaksvík fekk bert ein javnleik burturúr hesum dystinum, har klaksvíkingarnir helst burdu vunnið. Hinvegin kundu kyndils­ menn gleðast um, at tað miku­kvøldið eydnaðist at vinna fyrsta sigurin hetta kapp­ing­arárið, tá ið Kyndil vendi einum hóttandi tapi ímóti grannunum úr Neista­ num til ein rættiliga tryggan sigur. Tað tyktist ongantíð at vera nakar ivi um vinnaran í dystinum. Kyndil uppbygdi eina trygga leiðslu á seks mál í fyrra hálvleiki, og síðani bleiv skrædlið stórt í seinna hálvleiki, tá ið Kyndil at enda vann við 15 málum, 32-17. Úrslitið merkir, at Kyndil hevur fýra stig aftaná fýra dystir, meðan Team Klaksvík hevur eitt stig aftaná somu­ leiðis fýra dystir. Leygardagin fær Kynd­ il óivað truplari upp­gávu, tá ið VÍF vitjar á Hálsi. Næsti dystur hjá Team Klaksvík er aftur á Hálsi, tí at sunnudagin skulu klaks­ víkingar vitja neista­menn. VÍF-kvinnur komu á talvuna Tað hevur verið rættiliga stilt í Hvonndeildini hetta vikuskiftið, tí at bert ein dystur er blivin spældur. Hesin dysturin varð spældur í Vestmanna, har VÍF tók ímóti StÍF. VÍF vann dystin 24-16 eftir hálvleiksstøðuna 11-9. Hetta var fyrstu sigur­in hjá VÍF í hesum kapp­ing­ar­ árinum. Tað skal tó kanska ikki leggjast so nógv í tað, tí at framman undan høvdu vestmenningar bert spælt ein landskappingardyst. Hetta var fyri góðari viku síð­ani, tá ið neistakvinnur vunnu ruddiliga ímóti VÍF í Havn. Toppskjútti hjá VÍF var Marianna Geirsdóttir Eystberg, sum skoraði heili 10 mál. Marianna er dóttir venjaran hjá VÍF, Geir Wardum. Sigurin hjá VÍF merkir, at liðið nú hevur tvey stig eftir tveir spældar dystir. StÍF hevur eisini tvey stig, men strandingar hava spælt tríggjar dystir. Komandi dystur hjá VÍF verður komandi leygardag, tá ið kyndlakvinnur taka ímóti vestmenningum. Undan dystinum er greitt, at nýggi leik­arin hjá VÍF, Turið Arge Samuelsen, ikki verður við, tí at hon longu nú hevur tikið avgerð um, at hon aftur vil spæla við Kyndli. Hon slepp­ur tó ikki at spæla við fyrr enn 27. oktober, tá ið grannauppgerð ímillum Neist­an og Kyndil skal spælast. SO BRAGDAÐI HJÁ NEISTAMONNUM HONDBÓLTUR HVONNDEILDIN: VÍF-StÍF 24-16 (11-9) VÍF: Marianna G. Eystberg 10, Kathe Frederiksen 4, Brynja Rógvadóttir 3, Daniella Joensen 2, Randi Virgarsdóttir 2, Heidi Maria Akselsen 2 og Agnas Olsen 1. StÍF: Guðrið Poulsen 4, Ninna Johansen 3, Birna Tummasardóttir 2, Paula Høgnesen 2, Karina Høgnesen 1, Sunfríð Johansen 1, Poula Berg 1, Guðrun Gærdum 1 og Rebekka Poulsen 1. FTZ-DEILDIN: Kyndil-Team Klaksvík 32-17 (14-8) Kyndil: Hjalti Mohr Jacobsen 7, David Edvarsen 5, Tummas Pauli Hanusarson 5, Torvald Abrahamsen 3, Høgni Klein Olsen 3, Josef Abrahamsen 2, Kristoffur Kristoffersen 2, Niels Viggo Niclasen 2, Ólavur av Fløtum Mittún 2 og Rógvi Dahl Christiansen 1. Team Klaksvík: Vilhelm Vilhelmsen 5, Birgir Poulsen 3, Beinir Johannesen 2, Hanus Norðberg 2, Petur Martin Eliasen 1, Henrik Justesen 1, Andrias Ellingsgaard 1, Finnur Hansson 1 og Einar Dam 1. VÍF-StÍF 28-21 (16-10) VÍF: Hanus Christophersen 6, Filip Jojic 6, Julian Olsen 5, Andrias Eriksen 5, Jugoslav Djumic 2, Rúni Joensen 2, Jóhan í Garðastovu 1 og Sjúrður Olsen 1. StÍF: Sveinur Justinussen 6, Fríði R. Djurhuus 4, Jógvan G. Joensen 3, Marius Joensen 3, Pætur G. Joensen 3 og Allan Norðberg 2. Neistin-KÍF 29-21 (14-8) Neistin: Teis Horn Rasmussen 8, Christopher L. Moe 6, Torkil M. Hentze 5, John í Innistovu 4, Hjalti í Jákupsstovu 2, Frank Askildsen 2, Andras Joensen 1 og Rói Berg Hansen 1. KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Teitur Joensen 5, Tony Weyhe 3, Andrias Nielsen 2, Jákup Trygvason 2, Frederik Sørensen 2 og Ási Dam 1. Neistamenn vunnu síni fyrstu stig hetta kappingarárið, meðan kollfirðingar fyri fyrstu ferð máttu fara stigaleysir av vølli. Fýra dystir vórðu spældir í bestu hondbóltsdeildunum farnavikuskiftið FTZ-deildin: Mikudagin 5. oktober: VÍF-KÍF Hósdagin 6. oktober: Neistin-H71 Leygardagin 8. oktober: Kyndil-VÍF, KÍF-H71 Sunnudagin 9. oktober: Neistin-Team Klaksvík Hvonndeildin: Hósdagin 6. oktober: Neistin-Stjørnan Leygardagin 8. oktober: Kyndil-VÍF Sunnudagin 9. oktober: VB-Neistin Dystaryvirlit fyri komandi vikuna: Nýggi norðmaðurin hjá Neistanum, Christopher L. Moe, skoraði seks av málunum í sigrinum ímóti KÍF leygardagin