Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. oktober 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 115 17 Hvat brúkar umsitingin so okkara pening til? Hvussu nógv fer hvat og hvør postur vigar tyngst? Við útgangsstøði í fíggjarlógini hava vit gjørt eitt yvirlit. Íroknað eru aðalráðini og ikki løgtings- og løgmansfyrisitingin. Samferðslumálaráðið – 384.934 t.kr Samferðslumálaráðið er eitt nýtt ráð. Hendrik Old hevur fingið til uppgávu at umsita nógv mál, íroknað arbeiðsmarknaðarmál, samferðslumál, havnir og ferjur. Størsta útreiðslan, sum ráðið hevur er Sam­ ferðsla og samskifti, sum er 306.276 t.kr. Undir tí postinum eru stóru postarnir: • Samferðsla – 231.341 t.kr • Vegir og havnir – 74.935 t.kr. Av øðrum stórum er t.d. armbeiðsmarknaðar­ tænastur, ið er 114.000 t.kr. Fíggjamálaráðið – 384.392 t.kr Kristina Háfoss hevur fingið heitið fíggjarmálaráðharri. Hon umsitur m.a. búskaparmál, fíggjarmál og skatta- og avgjøldsmá. Stóri posturin í fíggjamálaráðnum eru Almenn starvsfólk, sum er 140.200 t.kr. Nógv tann størsti parturin av tí upphæddini fer til Tænastumannaeftirlønir: 134.650 t.kr. Uttanríkis- og vinnumálaráðið – 104.117 t.kr Poul Michelsen er settur sum landsstýrismaður í nýggja samansetta ráðnum. Ráðið umsitur m.a. vinnumál, handilsmál, millumtjóða samstarv og marknaðarføring. Ráðið stendur at hava eina útreiðslu í rakstrarætlanini, ið svarar til 104.117 t.kr, har, ið 25.286 t.kr verða brúk til uttanríkismál og samferðsla/samskifti er 15.900 t.kr Almannamála­ráðið – 1.471.246 t.kr Landsstýriskvinnan í almanna­ mála­ráð­num er Eyðgunn Sam­ uelsen og ráðið umsitur almanna- mál, bústaðarmál og javnstøðumál. Størsti útreiðslupostur hjá al­ manna­málaráðnum er Al-manna­ mál, ið telur 1.469.239 t.kr. Harav verða flestir pengar brúktir uppá: • Sosialar pensjónir – 793.519 t.kr • Eldri og serforsorg – 317.544 t.kr • Sosialar skipanir – 181.814 t.kr Heilsu- og Innlendis­ málaráðið – 1.072.539 t.kr Sirið Stenberg er landsstýriskvinna í Heilsu- og Innlendismálaráðnum. Ráðið umsitur kommunumál, umhørvismál, orkumál, heilsumál og familjurætt. Størsti útreiðslupostur hjá heilsu- og innlendismálaráðnum er Heilsumál, ið telur 1.080.783 t.kr. Harav verða flestir pengar brúktir uppá: • Sjúkrahúsverkið v.m. – 861.980 t.kr • Heilsutænastur – 198.098 t.kr 1 2 Mentamálaráðið – 1.060.511 t.kr Rigmor Dam umsitur mentamál. Ráðið umsitur málsøkini út­ búgving, gransking og mentan, umframt dagstovnaøkið, kirkju- mál, fjølmiðlar og ítrótt. Ráðið brúkar nógv størta partin uppá postin Útbúgving og gransking, ið telur 1.044.208 t.kr Harundir eru størstu útreiðslu­ postar: • Fólkaskúlin v.m. – 397.423 t.kr • Miðnámsútbúgvingar – 301.000 t.kr • Hægri útbúgvingar og gransking – 142.678 t.kr Fiskimálaráðið – 163.208 t.kr Fiskimálaráðið hjá Høgna Hoydal, hevur ein útreiðslu í rakstrarætlanini, ið er tils. 163.208 t.kr. Ráðið umsitur m.a. lanbúnað, fiskivinnu og tilbúgving. Flest pengar verða brúktir uppá fiskivinnuna: 89.090 t.kr. Av teimum fara flestur peningur til granksing og menning: • Gransking og menning – 44.150 t.kr. • Tænasta og eftirlit – 40.900 t.kr. Aðrar stórar útreiðslu, ið fara úr Fiskimálaráðnum er t.d. landbúnaðarstudningur fyri 31.100 t.kr. 3 6 4 5 7