mánadagur 10. oktober 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 41 • 10. OKTOBER 2015
4
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Danjal av Rana
Í
mong ár hava Mortan Johannesen og
Carl August Arge staðið í Vágsbotni
og selt fisk til svangar havnarborgarar,
men oftari og oftari fáa teir vitjan. Nú er
líkt til, at fríggjadagur er dagurin at gera
innkeypini, tí tá kann alt, tær tørvar til
døgurðan, keypast í Vágsbotni. Og alt er
føroysk framleiðsla.
Fríggjadagur er blivin fastur dagur
hjá seljarum aðrastaðni frá at koma
í Vágsbotn og í farnu viku vóru ikki
færri enn sjey sølubásar. Sjógæti var
á sínum fasta plássi, meðan fólk eisini
vóru komin úr Streymnesi við bæði
fiski, føroyskum eplum og nýrum,
hjørtum og livrum frá flettingini.
Sjógæti hevur fingið sær fast pláss
í Vágsbotni hvønn fríggjadag og líkt er
til, at sølukvinnurnar eisini hava fingið
sær ein fastan kundaskara.
– Fólk bíða eftir okkum, tá vit
koma, og heilt nógv eru afturvendandi
kundar. Vit selja heilt fitt, siga tær.
Serliga er tað kalvasalatin, sum er
væl umtókt, umframt gullaksafarsið
og roykti laksurin. Sum vit práta, kem
ur ein eldri harri og keypir sær tvey
kilo av fiskafarsi. Hann ætlaði sær
beint heim at steikja tey á pannuni.
– Upp á tann nýggja mátan. Eg lati
posan upp og skeri so farsið í passalig
stykki, sum eg leggi á pannuna. At
rulla frikadellurnar er ein farin tíð,
greiðir hann frá.
– Vit læra so nógv fólk at kenna,
og øll eru so fitt og blíð og glað. Tað
er tað sama, tá vit eru aðrastaðni
í landinum, siga tær og greiða frá,
at eina ferð um mánaðin vitja tey í
Vágunum og í Suðuroynni.
– Tað eru fastir kundar, sum koma
og vit sakna tey eisini, um ov long tíð
gongur og vit ikki síggja tey. Men hvat,
ofta kenna vit bara andlitini og tá er
torført at spyrja eftir teimum, siga
fryntligu søludamurnar hjá Sjógæti.
Longur úti á bryggjuni vóru bæði
Miðstovugarður og Uttastovugarður
av Sandoynni, sum báðir eru partir
av Veltuni á Sandoynni. Har vóru epli
í øllum støddum, bæði at steikja á
pannuni, at kóka og at baka. Røtur av
ymiskum slag, bæði reyðar og hvítar
og gular. Grønkál og reyðrøtur stóðu
eisini frammi. Snøgt sagt, alt tær
tørvar til ein góðan døgurða. Tì sum
onkur segði herfyri, besti og sunnasti
maturin er tann, uttan strikukotu.
Fólkini av Sandi lata eisini væl
at. Eplafestivalur var har suðuri um
vikuskiftið og sum skilst var hann sera
væl eydnaður.
– Har var bara so nógv fólk har
suðuri og øll vóru so væl nøgd við til
takið, søgdu tær báðar.
– Sølan hevur verið framúr góð,
sigur Mortan Johannesen, sum gleð
ist um, at fleiri vørur eru at fáa í Vágs
botni. Her er nógv fólk og tað dregur
enn fleiri við sær, heldur hann.
Herfyri gingu leysatíðindi um, at
ætlanin var at taka sølutorgið í Vágs
botni burtur, men so er ikki. Mortan
Johannesen sigur, at fundur hevur
verið við býráðið um sølutorgið, og
avgjørt var, at varðveita sølutorgið
har tað er, men at broyta umstøðurnar
rundan um nakað.
Kommunan ætlar sær at fylla upp
hornið á bátahylinum, har Lív Rescue
liggur í løtuni og gera ein platt har. So
skal sølan framyvir ganga fyri seg úti
á tí plattinum, so at hon í munnu mun
darvar ferðsluni og virkseminum undir
Bryggjubakka annars.
Fólk standa og bíða eftir, at bilurin hjá Sjógæti skal trilla inn á sølutorgið í
Vágsbotni. Nú fæst alt tær tørvar til døgurðan undir Bryggjubakka
Kalvasalatin verður
skrødd burtur