mánadagur 10. oktober 2016síða 34
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 41 • 10. OKTOBER 2015
10
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Eiði
Vilmund Jacobsen
T
ey, sum í ár standa aftan fyri
Heystfagnaðar-tiltakið,
sum
verður á Eiði frá hósdegnum til
og við sunnudagin komandi, eru Alda
Egilstrøð Magnussen, Tonny Kruse,
Óli Ejdesgaard, Ólavur Høghamar, Elin
Kruse, Flóvin í Kollsbyrgi og borgar
stjórin, Jógvan í Skorini.
– Hetta er ein tíð, sum mong gleða
seg til, og her á Eiði vilja vit gera
burtur úr hesum. Hetta er tíðin, tá
skurðfjøllini verða gingin, og har fjall
gongur, fletting og seyðaprát fyllir
nógv kring um í bygd og bý.
Alda Egilstrøð Magnussen sigur,
at seyður og fletting eisini seta sín
serstaka dám á skránna fyri Heyst
fagnaðin á Eiði.
– Her verður mangt á skrá, sum
hevur við heystið at gera, og støðið
verður náttúrliga tikið í seyði, seyða
haldi og fletting. Seyðasýning, føroya
meistarakapping í fletting, hespu
kapping, og rullu- og kjøtpylsukapping
eru partur av forvitnisligu skránni.
Høvið verður eisini at vitja verkstaðir
til børn og ung, eitt nú við tøving og
evnan av ymiskum prýði úr horni.
Hon sigur, at børn og ung, sum
hava hug, sleppa at royna seg á verk
støðunum við leiðbeining frá dugna
ligum fólki.
Heystfagnaðurin á Eiði byrjar
hóskvøldið í nýggju mentanarhøllini
við fyrilestrum, og síðan verður pall
borðsfundur fríggjakvøldið. Evnið
hesaferð er ferðafólk og náttúra.
– Tann stóri dagurin verður leygar
dagin, men eisini fríggjakvøldið verð
ur ymisk á skránni. Tá er ætlanin at
skipa fyri felags Gekka-spæli, eins
og enskur dansur verður í EB-húsin
um, sum Eiði Kamping rekur. Gekka-
spælið riggaði væl í fjør, og tá fóru
eisini politikarar, sum vóru við í pall-
borðsorðaskiftinum, beint inn at
spæla Gekk saman við øðrum.
Hugnaligt umhvørvi
Alda Egilstrøð Magnussen sigur, at
tað, sum ger Heystfagnaðin so serliga
hugnaligan er, at tiltakið er niðri í
gomlu bygdini og í neystunum niðri
við bryggjuna.
– Fólk, sum eiga neystini og forn
minnisfelagið, sum varðar av nøkrum
av gomlu húsunum, hava øll verið
serstakliga lagalig. Vit hava ruddað
nøkur av neystunum og hava gjørt
tey hugnalig, og eg haldi, at tað
hevur riggað ómetaliga væl at hava
tey nógvu tiltøkini her.
Hon sigur, at tey bevíst hava valt
ikki at byggja tiltakið upp við tjøldum,
tí tey halda ikki, at tjøldini skapa nakr
an serligan hugna.
– Men, seyðasýningin, sum verður
leygarmorgunin og heldur fram til út
á seinnapartin, verður í tjaldi á bryggj
uni.
Alda Egilstrøð Magnussen sigur, at
ein kúgv verður flett Eysturi á Hamri
um 13-tíðina leygardagin. Fyri børnini
var tað í sínari tíð hæddarpunktið í
bygdini, tá kúgvin varð flett.
– Hetta er triðja árið á rað, at kúgv
verður flett, og hetta hevur eisini
havt stóran áhuga, sum eitt av fyrstu
tiltøkunum á skránni leygardag á
fagnaðinum.
Hon vísir á, at føroyameistara
kappingin í fletting fer fram á einum
stórum vogni seinnapartin leygar
dagin.
– Her verða fyrst innleiðandi kapp
ingar, og síðan verður ein finala mill
um bestu flettarar í hvørjum bólki.
Tað eru royndir flettarar, sum døma,
og her ræður ikki bara um skjótleika,
men eisini, hvussu væl tummað og
flett verður annars. Flettast skal upp
á gamlan máta, og eitt nú skulu vilini
eisini dragast.
Alda Egilstrøð Magnussen sigur,
at føroyameistarakappingin í fletting
hevur stóran áhuga - ikki bara fyri fólk
í Eiðis kommunu, men fólk eru eisini
komin aðrastaðni, bæði at luttaka og
fylgja kappingini.
– Seinni um kvøldið verður neyta-
og seyðakjøt selt á uppboði niðri á
bryggjuni, eins og ætlanin eisini er at
selja ein livandi veðr.
Hon vísir á, at eftir uppboðssøluna,
sum ætlandi byrjar klokkan 22, verður
felagssangur, har Finnur Koba syngur
fyri.
– Eftir felagssangin verður før
oyskur dansur – um viðrar – niðri á
bryggjuni, og enskur dansur í ítróttar
høllini. Viðrar ikki, verður føroyski
dansurin helst í EB-húsinum niðri á
Mølini.
Alda Egilstrøð Magnussen sigur,
at millum søluframsýningarnar verður
ein í Krusapakkhúsinum við troyggjum,
leiðuri-og ymiskum tøvdum lutum.
– Seinnapartin leygardagin verða
eisini heil lambskrov grillað, og her
verður klárt at keypa sær ein góðan
bita - fyri ein sámiligan penga - um
17-tíðina. Tvey heit neyst verða sett
av til fólk at sita og eta í, leggur hon
aftrat.
Í onkrum av neystunum verður høvi
at keypa sær pannukøkur og kaffi, og í
øðrum neysti verður fesk súpan.
Eiðis Kamping verður eisini við í
Heystfagnaðar-tiltakinum, og seinna
partin fríggjadagin verður loppu
marknaður niðri á Mølini.
Konsert og dansur
Alda Egilstrøð Magnussen sigur, at
leygardagin millum klokkan 15 og 22
verða fýra konsertir í neystunum niðri
við bryggjuna.
– Her fara Hallur Joensen, Boys in a
Band, Martin Joensen og Anfinn & Co
at syngja og spæla. Á midnátt byrjar
so stórdansurin í ítróttarhøllini, har
Hans Jacob Hjelm fer at framføra, og
eisini hetta tiltakið er ókeypis, sigur
hon.
Tey, sum skipa fyri Heystfagnað
inum á Eiði, ganga øll í føroyskum
húgvum, myrkamorreyðum troyggjum
og hvítbotnaðum gummiskóm, meðan
fagnaðurin er.
Fagnaður á Eiði sum
setir fokus á heystið
– Tað, sum ger Heystfagnaðin á Eiði so serliga hugnaligan, er, at tiltakið er niðri í gomlu bygdini og í
neystunum niðri við bryggjuna, heldur Alda Egilstrøð Magnussen, sum er ein av fyriskiparunum
– Vit, sum skipa fyri, ganga øll í føroyskum húgvum, myrkamorreyðum troyggjum og
hvítbotnaðum gummiskóm, sigur Alda Egilstrøð Magnussen
Føroyameistarakappingin í fletting hevur stóran
áhuga á Heystfagnaðinum á Eiði