Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-10, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. oktober 2016síða 36

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 41 • 10. OKTOBER 2015 12 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Eiði TEMA Vilmund Jacobsen S áttmáli millum Eiðis kommunu og Sp/f Búð varð undirskrivaður hin 1. juli, og nú kommunan saman við fyritøkuni, Hans Egil Joensen & Synir, hevur syrgt fyri grevstri, høvuðskloakk, planering og fín­planering, er klárt hjá Sp/f Búð at stoypa fundamentið undir ítróttar-og bygdahúsinum. Tá húsið er bygt, verða ítróttar­um­ støðurnar og umstøðurnar hjá bygda­ fólkinum annars í serflokki. Umframt fram úr fasilitetirnar til nýggja ítróttarøkið, fær Eiðis kommuna eisini nýtt bygdahús og frí­ tíðar­skúla, bygdur eftir ynskinum hjá barna­garðinum, sum liggur beint við. Í stóra salinum í ovaru hæddini í ítróttar-og bygdahúsinum verður pláss fyri 250-300 fólkum, og í somu hædd verður eisini stórkøkur og stórt høli til frítíðarskúla. Í niðaru hæddini verður stórt fitness-rúm, sum almenningurin – ung sum gomul – kunnu brúka, og øll venjingar­am­boðini verða nýggj og keypt til enda­málið. Tonny hevur teknað Tað er 28 ára gamli, Tonny Kruse, út­búgvin snikkari og byggi­frøðingur, sum saman við kom­mununi hevur teknað hús og áskoðara­skýlið, sum nú skal byggjast í Hólmanum. – Tá tú byggir ein slíkan bygning við stór­um skýli, sum hong­ur út yvir áskoðara­pláss­ini, er neyðugt, at funda­ment­ið er tungt, sterkt og gott, og neyðugt er eisini, at alt er væl ankrað saman. – Øll niðara hæddin verður bygd upp við betong­elementum, eins og vegg­ir­nir í niðaru hæddini og dekkið millum hæddirnar eisini verður bygt við element­um, sum Løvu­betong leverar. Hann sigur, at báðar hæddir­nar í bygninginum verða eins stórar, 850- 900 innilokaðir fermetrar til­samans. Haraftrat koma so tey 300 áskoðara­ plássini við tekju útyvir. Stórt fitness-rúm Í niðaru hæddini verður stórt fitness- rúm á umleið 100 fermetrar, og her verða fýra skiftirúm við til­hoyr­andi brúsum og wc’um, umframt eitt alment wc. Her verða eisini goymslu­ rúm, rúm til fysioterapi, trappu­rúm og lyfta til ovaru hæddina. Tonny Kruse sigur, at komandi verður inn í húsið, bæði av niðaru og ovaru hæddini, eisini í koyri­stóli, og sleppast kann eisini runt allan bygningin í koyristóli. Hann sigur, at Eiðis Kommuna legði stóran dent á, at ítróttar-og bygda­húsið skal verða atkomiligt hjá øllum, eisini rørslutarnaðum. – Í húsinum verða ongar gáttir, og hurðarnar verða breiðar, soleiðis at lætt verður at sleppa kring um hjá fólk í koyristóli, eins og sergjørt wc verður til rørslutarnað í báðum hædd­ un­um, sigur Tonny Kruse. Stórur bygdasalur Í ovaru hæddini, har høvuðsinngongdin er, verður forhøll ella ein stórur durur, tá tú kemur innar. – Úr forhøllini verður skrivstova, ætlað til bóltfelagið, og her verða fimm vanlig wc og eitt wc til rørslu­ tarnað. Mitt í ovaru hæddini verður stórur bygda­salur – ella felagsrúm – ið kann hýsa millum 250 og 300 fólkum, og her verður stórkøkur, wc til starvs­fólk, eitt minni skiftirúm og rímiligur durur. – Í ovaru hæddini verður eisini rúm á umleið 40 fermetrar til frí­ tíðar­skúla, sum liggur upp at stóra felags­rúminum. Stóri salurin kann býtast upp í trý við faldiveggi, og her ber til uttan hóvasták at taka einar 50 fermetrar aftrat upp í frí­tíðar­skúla­ rúmið. Barnagarðurin liggur beint við, og tí verður lætt atkomiligt millum barnagarð og frítíðarskúla. Í ítróttar-og bygdahúsinum verða fleiri størri og smærri goymslurúm. Tonny Kruse sigur, at í ovaru hæddini verður eisini miðlarúm við út­ sýni yvir fót­bólts­vøllin, og her kunnu tíðinda­fólk eitt nú varpa út fót­bólts­ dystir og ítrótt annars, sum gongur fyri seg á vøllinum. – Á áskoðaraplássunum verða um­leið 300 sitipláss, øll undir taki, leggur hann aftrat. Ítróttarparturin fyrst Byggitíðin til alt ítróttar-og bygda­ húsið er sett til 15 mánaðir, og dentur verður lagdur á at fáa alla niðaru hæddina, sum hoyrir til ítróttarfasilitetirnar, lidna fyrst. – Vit miðja eftir, at alt húsið skal standa liðugt í oktober/ noveber mánaði næsta ár. Tonny Kruse vísir á, at øll niðara hæddin verður bygd upp av betong­ elementum, og oman á verða sjey stórir stálbogar, klæddir við timbur­ elementum, sum samstundis verður berandi tekjan á skýlinum. Tá allur bygningurin er innilokaður, verður farið í holt við at gera niðaru hæddina lidna. Undir áskoðaraplássunum verður í fyrstu syfti eitt stórt vind-og vatntætt óbjálvað og óupphitað rúm, sum - um ynskiligt verður - seinni kann brúkast til okkurt. Byggja í Dýrindalsgøtu Anfinnur Kruse hevur arbeitt sum timburmeistari í nógv ár, og hann hevur bygt bæði sethús, raðhús og hevur havt nógvar ymiskar, bæði størri og minni byggiverkætlanir um hendi. Seinnu árini hevur byggifyritøkan havt nógv at gera í Dýrindalsgøtu í Hoyvík, har teir hava innrættað sethús í eini stórari byggiverkætlan, sum eitt samtak millum J & K Petersen og Sandavágs Timburhandil stendur fyri. Anfinnur Kruse sigur, at tað er byggifyritøkan, Sp/f Müller í Kvívík, sum byggir elementini til húsini í Hoyvík. Tá elementini eru komin upp, og húsini eru innilokaði, hevur Anfinn havt einar tríggjar mans aftrat sær til innrættingararbeiði. – Talan hevur verið um blokkar á alt millum tvey og seks hús, og vit hava higartil bygt eini 20-25 hús tilsamans. Í løtuni er ein blokkur reistur í Dýrindalsgøtu, og vit eru byrjaði at innrætta hesi húsini. Vit standa fyri øllum innrættingararbeiðnum - alt frá bjálving, timburarbeiði og til møblarnir koma inn Undirveitarar í Dýrindalsgøtu eru Hans Dam (hvs), Torfinn Nielsen (el), Kell Jensen (múraraarbeiði) og Jákup Johansen (málaraarbeiði). Trý hús, sum teir í løtuni eru í holt við at innrætta, verða liðug til ársenda, og síðan skulu teir byrja at innrætta seks onnur hús til várs, helst í apríl. Brúk fyri handverkarum Anfinnur Kruse sigur, at húsini, sum teir hava innrættað í Hoyvík, gjarna hava verið í tveimum ella trimum hæddum. – Nøkur eru 40 fermetrar í tveimum hæddum. Onnur eru 40 fermetrar í trimum hæddum - og tey størstu eru 65 fermetrar í tveimum hæddum ella 130 fermetrar tilsamans. Anfinn Kruse sigur, at hann sum byggimeistari var hin fyrsti, sum setti hús upp við Mylnutjørn í Hoyvík. Hetta var í 2009, og síðan tá er nógv bygt um hesar leiðir. – Nú vit fara at byggja ítróttar-og bygdahúsið í Hólmanum, verður helst brúk fyri nøkrum handverkarum aftrat. Undirveitararnir verða á leið teir somu, sum vit hava í Dýrindalsgøtu, men PFJ-El, sum Petur Frank Joensen á Eiði eigur og rekur, fer at taka sær av el-arbeiðnum í Hólmanum, sigur Anfinnur Kruse. Eiðis kommuna fær ítróttar- og bygdahús í Hólmanum Tað er byggifyritøkan, Sp/f Búð, sum faðir og sonur, Anfinnur Kruse og Tonny Kruse, eiga, ið skal byggja ítróttar-og bygdahúsið við nýggja fótbóltsvøllin á Eiði Soleiðis kemur nýggja ítróttar-og bygdahúsið í Hólmanum á Eiði at síggja út