Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-10, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. oktober 2016síða 48

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 41 • 10. OKTOBER 2015 8 TEMA Bilar ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Nú er bilasølan komin á toppin aftur T að at keypa sær ein nýggjan bil man vera tann útreiðslan, sum skjótast er at spara burtur. Tað hava vit sæð fleiri ferðir, tá kreppa. Tá landið at kalla fór á húsagang fyrst í nítiárunum, minkaði bilasølan at kalla niður í einki. Tá ringast stóð til í 1993 selda allar bilasølurnar í Føroyum tilsamans bara 131 nýggjar bilar. Sosialurin skrivar í januar í 1994, at av teimum 131 bilunum lá Toyota klárt á odda – áttanda árið á rað. Tí í 1993 seldi Reyni Service 46 Toyotabilar av teimum 131 nýggju bilunum, sum seldir vórðu hetta árið. Besta bilasøluárið fyri kreppuna í nítiárunum var í 1987, tá seldir vóru 2.700 bilar. Tí sást tað týðuliga aftur hjá bilasølunum, tá sølan skramblaði niður á nærum einki fá ár seinni. Nógvar bilasølur fóru á húsagang, og nógvar skiftu eigara. Ikki fyrr enn í 2007 kom bilasølan upp á sama støðið aftur. Men so kom alheimsfíggjarkreppan í 2008, og so gekk tað aftur út yvir bilasølurnar. Seinastu árini er verulig gongd komin á aftur. Sambært uppgerðum frá Akstovuni, so hevur ein javnur vøkstur verið í bilasøluni síðani 2009, tá hon var fallin heilt niður í 37 prosent av tí, sum hon var í 2007. Javnt og samt hevur sølan gingið framá, og um vit framrokna sølutølini fyri níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár, so fer sølan í ár upp upp tað, sum hon var í 2007 – og harvið fer árið í ár at seta met sum tað árið, flestir bilar vórðu seldir í Føroyum nakrantíð. Ár seld akfør index 2007 munur í % 2016 2880 102,2 2,2 (umroknað) 2016 2160 76,7 9 mánaðir í ár 2015 2534 90,0 -10,0 2014 2201 78,1 -21,9 2013 1852 65,7 -34,3 2012 1527 54,2 -45,8 2011 1218 43,2 -56,8 2010 1135 40,3 -59,7 2009 1053 37,4 -62,6 2008 1948 69,2 -30,8 2007 2817 100,0 0,0 1993 131 4,7 -95,3 1988 2700 95,8 -4,2 Sum talvan vísir, so eru ongantíð so nógvir bilar seldir, sum í 2007. Sølan toppaði í 1988 við 2.700 bilum, men minkaði so niður í 131 bilar í 1993. Um vit framrokna tølini av seldum akførum higartil í ár, so fer bilsølan at seta met í ár Mest seldi bilur higartil í ár er Toyota. Tað er Reyni Service, sum selur Toyota – og næstan bara Toyota. Tey selja eisini bil­ merk­ið Lexus – og higartil ár eru seldir 4 Lexusbilar og 266 Toyota­bilar. Størsta bilasølan í landinum er P/F Waag Bilar, sum um­ boðar merkini Mercedes Benz, Citroen og Mitsubishi. Waag Bilar hava selt til­ samans 441 bilar higartil í ár. Toyota selur mest – Waag er størsta bilsøla Waag: Mercedes Benz 77 Citroen 216 Mitsubishi 148 441 Reyni Service: Toyota 266 Lexus 4 270 Auto Service: Nissan 191 Opel 73 Peugeot 37 301 Tølini eru frá Akstovuni, uppgerð pr. 30. september 2016