Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-10, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. oktober 2016síða 50

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 41 • 10. OKTOBER 2015 10 TEMA Bilar ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Samferðslumála­ráð­ harrin koyrir Fiat Tað nyttar ikki at hava ein ráðharrabil, ið er hálvfullur av kraftfóður, sigur Henrik Old T að er ikki óvanligt í øðrum lond­ um at síggja politikarar koyra fínar og dýrar ráðharrabilar, ið skattagjaldarin rindar fyri. Hugskotið um ráðharrabilar hevur eisini verið uppi og vent í Føroyum, og onkur nevnd hevur beinleiðis mælt til, at ein skipan við ráðharrabilum verður sett í verk í Føroyum, men tað er aldrin vorði til meira enn tos. Tað er hvørt fall ein landsstýrismaður glaður fyri. – Tíbetur fáa vit ikki ein ráðharrabil, er skjóta svarið frá Henrik Old, lands­ stýrismanni í Samferðslumálum, tá hann verður spurdur um tað ikki er eitt hugskot. – At hava ein bil til landsstýris­ fólkini, tað haldi eg ikki riggar. Serliga ikki hjá okkum, ið búgva á bygd og aðra­staðni. Vit kunnu ikki koma gleiv­andi í vikuskiftinum og í feriuni við einum ráð­harra­bili. Tað hevði eg gjarna vilja sloppið undan. Bilur til seyðahald Tað er heldur ikki ein av teimum flottu bilunum, ið fær fólk at venda sær og hyggja á gøtuni, ið landsstýrismaðurin koyrir til dagligt. – Í løtuni koyri eg ein ellivu ára gamlan Fiat Doblo, ið eg keypti tá hann var fimm ára gamal. Tað er ein sovorðin, ið fólk rópa fyri ein kassabil, sigur Henrik Old. Landsstýrismaðurin greiðir frá, at hansara nýggi leiklutur sum abbi var orsøkin til, at hann mátti keypa nýggja bil fyri nøkrum árum síðan. – Eg hevði ein bil, ið bara hevði tvey setur framman, men so komu abba­børnini, so eg varð noyddur at keypa ein bil, ið hevur tvey setur aftan. Tað er kortini fínt, tí man kann leggja tey saman og koppa tey fram­ eftir. Og sjálvt um setrini eru uppi, so havi eg ongan trupulleika at fáa fýra seyðir ella lomb inn í bilin, sigur landsstýrismaðurin. Tað er nevniliga serliga til seyða­ hald, at landsstýrismaðurin hevur tørv á einum bili. – Eg brúki bil øgiliga nógv til at flyta seyð úr einum stykki til annað. Tá er eisini neyðugt at keypa kraftfóður, stik og annað, ið man ikki vil fylla í ein ráðharrabil. Tað nyttar ikki at hava ein ráðharrabil, ið er hálvfullur av kraft­ fóður. Átti tveir flottar bilar Tað hevur tó ikki altíð verið so hjá landsstýrismanninum. Tá hann var yngri og sigldi úti, hevði hann nógvar pengar um hendi, og brúkti nakrar av teimum upp á flottar bilar. – Eg minnist serliga tveir av teim­ um. Tann fyrri var ein Ford Consul Coupe, ið eg keypti í 1973. Hann var grønur og veldiga stórur. Tað var ein deiligur bilur, sigur Henrik Old. Hin var ein bilur, ið einans varð fram­leiddur avmarkaða nøgd. – Tað var ein Volvo 242 GT, ið eg keypti í 1977 ella 1978. Tað var ein so­vorðin jubileums útgáva, ið Volvo gav út í samband við ein føðingardag. Tað vóru seytjan av teimum í danska ríkinum, harav ein kom til Føroy­ar. Eg keypti tann bilin, sigur lands­stýris­ maðurin, og heldur fram. – Hann var heilt øgiliga fínur. Fyri tað fyrsta var bensini bíligt tá, og so hevði hann eitt eyka gear. Eg var lítið heima tá, so tað var syndarligt lítið eg brúkti hann. Men eg hevði hann í sekstan ár, og rørdi næstan ikki eina skrúvu á honum øll árini.