Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-10, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. oktober 2016síða 56

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 41 • 10. OKTOBER 2015 16 TEMA Bilar ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Bilmodell frá 1966 Her eru nøkur bilmodell, sum komu á marknaðin fyri 50 árum síðan. Talan er um Rambler Classic 66´, BMW 1602, Fiat 124, Volvo 144 og Mazda 1500. Bilar sum vóru kendir her heima hjá okkum bæði sum privatbilar og hýruvognar. Berg Motors seldi Rambler og Mazda, Martin Dam Jacobsen seldi BMW, Frits Jensen seldi Fiat og Alfred Johannesen seldi Volvo Heini Á Borg við sínum Rambler Classic frá 1966. Rambler var ein tann mest seldi rutu- og hýruvognur í landinum í 60-unum. 1966 var tað árið, tá flestu Rambler vórðu seldir. Bilurin hjá Heina á Borg er frá 1966. Kemm Poulsen í Havn keypti bilin úr Íslandi og kom við honum til landið í 1993 Volvo 144 frá 1966 hjá Andriasi Berg. Ein av fyrstu Volvo 144 var at síggja í havnargøtum stutt eftir at bilurin var komin á marknaðin. Tað er hesin, sum Emil Thomsen í Havn átti. Bilurin varð skrásettur 25. oktober í 1966 og kostaði uml 26.000 krónur. Hann er varðveittur sum ellisakfar og hevur somu originalu mummarplátuna Hóast Mazda 1500 er frá 1966, komu teir fyrstu til Føroyar í 1967 og vórðu teir væl umtóktir og nógv seldir bæði sum privatbilar og hýruvognar Fiat 124 var eitt nýbrot innan design tá í tíðini við so sermerktum og kassaformaðum linjum, men teir vóru væl móttiknir. Nógvir av hesum modellunum koyrdu her sum Lada 1200, ið vórðu gjørdir upp á licens í Ruslandi BMW 1602 kom á marknaðin í 1966. Serliga vóru tað Mjørkadalsmenn, sum keyptu hesar bilar. Nógvir danir komu higar at arbeiða í Mjørkdali eitt tíðarskeið. Fleiri av teimum keyptu sær ein BMW, tí tað var ein góð íløga tá í tíðini. Tá teir fluttu heim aftur til Danmarkar, kundu teir ofta selja teir aftur við vinningi