týsdagur 11. oktober 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. oktober 2016 · Nr. 117
mikudagsblaðið
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Tað var væntandi, at Atlantsflog
fyrr ella seinni fór at fáa kapping
frá útlendskum flogfelag – serliga
eftir at føroyska tjóðarflogfelagið
fyri 12 árum síðani »fekk« einkar
rættin at flúgva til til Føroya.
Tað var sligið stórt upp, tá lands
stýrið hjá Jóannes Eidesgaard á
sinni skuldi privatisera flogfelagið.
Fyrst varð ein triðingum seldur
privatum
partaeigarum,
síðani
skuldi ein triðingur afturat seljast.
Men tíðir skiftu og landsstýrið
skiftið. Landsstýrið hjá Kaj Leo
Holm Johannesen og Jørgen Nicl
asen helt, at betur var, at tað al
menna átti felagið, og tí vórðu
minnilutapartarnir tvangskeyptir
frá privatu partaeigarunum.
Tá tað almenna nú aftur átti fel
agið 100 prosent, so kundu vit hild
ið, at tað nú fór at gagna almenn
inginum. Tí nú skuldi landið reka
felagið sum eina strandferðslu, har
tú til dømis kundi ásett eftir polit
iska viljanum, at tað skuldi kosta
1.000 krónur at flúgva ímillum
Keypmannahavn og Vágar. Men so
var ikki.
Vit kundu gitt, at um privatiser
ingstilgongdin helt fram, so kundi
annað flogfelag keypt seg inn í At
lantsflog, sum so kundi verið part
ur av eini størri eind.
Ella kundu vit hildið, at tá lands
stýrið nú hevði tvangskeypt privata
partin, so hevði landsstýrið nøkur
altóða mál við flogfelagnum. Tí
tað sigur seg sjálvt, at eitt føroyskt
flogfelag kann ikki klára seg við
bara at liva á føroyarutunum, um
tað til dømis fær kapping frá einum
stórum flogfelag á fastlandinum.
Soleiðis sæð er hetta verst
hugsandi støða hjá Atlantsflog:
At tað er risastóra skandinaviska
flogfelagið, SAS, sum bjóðar lítla
føroyska felagnum av. Og at tað er
á danmarkarrutuni, at Atlantsflog
fær kappingina. Danmarkarrutan
er gulleggið hjá Atlantsflog. Tað er
har, sum felagið tjenar pengarnar.
Nú verður prískríggj – og nati
onali alskurin hjá føroyingum til
Atlantsflog er farin í søguna. Tað
var tann tí, tá tað lítla føroyska
flogfelagið stríddist ímóti stóra
risanum Maersk Air. Tá »flugu øll
føroyskt«.
Monopoltíðin hjá Atlantsflog
– har felagið týðuliga hevur gjørt
sær dælt av støðuni sum monopol
fyritøka, hevur broyt tjóðaralskin
frá føroyingum.
Tað er tí ein sera álvarsom støða,
nú Atlantsflog fær kapping um
sjálvt gulleggið.
Perspektivini við sosialiseringini
av Atlantsflog eru ring at síggja.
Eitt beinleiðis úrslit av kappingini
er, at vit fáa fleiri ferðafólk til Før
oya. Og tað er gott við blómandi
ferðavinnubúskapin.
Spennandi verður at frætta,
hvussu Atlantsflog fer at fóta sær
í hørðu kappingini, felagið hevur
fingið.
SAS fer danmarkarleiðini –
sum er gulleggið hjá Atlantsflog
gulleggið hjá atlantsflog
Musikk
skúlin
boðin út
Helena Dam á
neystab síða 12
Vandi
fyri óvið
komandi
atlitum
Jógvan arge
Síða 12
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Løgmaður hevur sett Herálv
Joensen í starv sum aðal
stjóra í Uttanríkis- og vinnu
málaráðnum, og soleiðis er
mest umstrídda starv í Før
oyum nú loksins sett.
Herálvur Joensen er 54
ára gamal. Hann er útbúgvin
løgfrøðingur á Københavns
Universitet, og hevur harum
framt eina master í altjóða
lóg.
Seinastu árini hevur Her
álvur verið stjóri á Føroya
Reiðarafelag.
Hann hevur royndir sum
aðalstjóri í bæði Oljumála
ráðnum
og
Fiskimálaráð
num. Eisini hevur hann verið
deildarstjóri í Vinnumálaráð
num, stjóri fyri uttanríkistæn
astuna og eitt skifti sendimað
ur Føroya í Keypmannahavn.
Herálvur Joensen byrjar
í nýggja starvinum 1. januar
2017.
Starvið er umstrítt, tí upp
runaliga varð John Rajani
settur í tað, men landsstýr
ismaðurin, Poul Michelsen,
vrakaði
starvssetanina,
tí
hann hevði ikki álit á John
Rajani. Sostatt varð starvið
lýst leyst av nýggjum.
John Rajani boðaði frá, at
hann læt umsóknina standa
við, men tað var til fánýtis, tí
nú er annar umsøkjari settur.
Nýggi aðalstjórin verður
av hægst løntu almennu
stjórunum. Hann fær sam
bært
Kringvarpinum,
72.000 krónur um mánað
in. Lønin hjá aðalstjórum er
55.500 krónur um mánaðin,
men av tí at Herálvur Joensen
er áramálssettur í fimm ár,
fær hann 20 prosent um
framt. Hann fær eisini eina
viðbót uppá 5.200, sum allir
aðalstjórar fáa.
Til samans fær Her
álvur Joensen umleið
72.000 krónur um
mánaðin,
umframt
tænastumannaefti
rløn.
Tað er væl meira,
enn landsstýrisfólk
ini fáa í løn og nakað
minni enn løgmaður
fær. Landsstýrisfólk
fáa um 65.000 krón
ur um mánaðin,
løgmaður
fær
um 77.000 krón
ur um mánaðin.
Herálvur skal stjórna Uttan
ríkis- og vinnumálaraðráðnum
Ein kvinna varð í gjár varð
haldsfongslað
í
málinum
um innbrotið í svimjihøllin í
Gundadali í síðstu viku. Hon
er varðhaldsfongslað til 26.
oktobur.
Fríggjadagin varð ein 29
ára gamal maður varðhalds
fongslaður í sama málið, til
4. novembur. Tey hava bæði
játtað seg sek í innbrotinum
í Svimjihøllina umframt inn
brotið í handilin hjá Bláa
Krossi, hjá Okkara og í ein
kampingvogn.
Hildur Hentze, leiðari á
kanningardeildini hjá løg
regluni sigur, at løgreglan nú
kannar, um tey kunnu setast
í samband við innbrotsbylgj
una, sum var í Havnini í vár.
Tá var eftir stuttari tíð brot
ið inn í fleiri hús og høli í
Gundadali og miðbýnum.
– Vit fingu góð spor, tá vit
kannaðu innbrotið í svimji
høllina í farnu viku og bíða
nú eftir svarið upp á blóð
royndir og annað úr Dan
mark. So fáa vit at síggja, um
tey kunnu knýtast at teim
um innbrotunum eisini, sig
ur Hildur Hentze.
Bæði tvey eru kenningar
hjá løgregluni, og kvinnan er
eisini ákærd fyri innbrotið í
Mimir herfyri.
Ein 26 ára gamal maður
fekk sjey mánaðir fongsuls
revsing fyri tað innbrotið og
onnur lógarbrot.
Kvinna breyt inn í
svimjihøllina í Havn
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Herálvur Joensen,
nýggur aðalstjóri
í Uttanríkis- og
vinnumálaráðnum
Skuldsett:
Tað var ikki tespilig sjón í møtti starvsfólkum í svimjihøllini
í Havn, tá tey komu til arbeiðis mikumorgunin