týsdagur 11. oktober 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KOMMUNUVALIÐ ✗
Jógvan Arge
varaborgarstjóri úr Tjóðveldi
Nú býráðsvalið
stundar
til,
er eyðsýnt, at
fleiri valevnir,
sum
framm
anundan
eru
løgtingsfólk,
eisini
vilja
stjórna Tórshavnar komm
unu. Vandi er tí fyri, at fleiri
enn eitt nú borgarstjórin
enda í dupultleiklutum í býr
áðnum og løgtinginum.
Avleiðingina av dupult
leiklutinum hjá borgarstjór-
anum hava vit longu sæð, og
vit kunnu ímynda okkum,
hvussu standurin verður, um
4-5 fimm løgtingsfólk sum
limir í Tórshavnar býráð í
heilum fara at jonglera við
hóttanum millum kommun
una og løgtingið fyri at fáa
sín vilja.
Tá verður kommunan
neyvan stýrd samsvarandi
tí, sum er best fyri borgar
arnar í kommununi, men
tí, sum politiskt er best fyri
løgtingslimirnar/býráðs
limirnar
sjálvar
í
antin
kommunala veruleikanum
ella landspolitiska veruleik
anum.
At taka óviðkomandi og
ósaklig atlit í fyrisitingar
málum kallast valdsreinging.
Í hesum førinum er talan
um politiskar persónar í
dupultleiklutum, sum kunnu
taka óviðkomandi og ósaklig
atlit egna vegna. Tað er
politiskt ótolandi og ringur
stílur.
Flestu flokkar halda tað
vera neyðugt at styrkja sínar
uppstillingar við valevnum,
sum
frammanundan
eru
løg-tingsfólk. Valevnini vilja
ivaleyst tað besta. Tey hugsa
helst eisini, at veljararnir
mugu bestemma.
Mín áheitan er, at velj
ararnir á valinum 8. no
vember bera so í bandi, at
Tórshavnar býráð ikki gerst
ein køvandi hurlivasi av
dupultleiklutum til frama
fyri áhugamál og atlit, ið
eru Tórshavnar kommunu
og hennara borgarum óvið-
komandi.
Verður tað lagið, verður
sera trupult at stýra komm
ununi nóg væl.
Vit eru fleiri, sum bara
ætla at røkja býráðsarbeiðið,
verða vit vald. Vit fara at
gera okkara allarbesta til tess
at tryggja, at áhugamálini
hjá Tórshavnar kommunu
og hennara borgarum altíð
verða sett fremst.
Tað var eisini hugsjónin,
sum lá undir, tá Tjóðveldi í
Tórshavnar býráð atkvøddi
ímóti leiklutinum hjá okkara
borgarstjóra sum løgtings
maður og borgarstjóri sam-
stundis.
X við E.
Vandi fyri óviðkomandi atlitum
Helena Dam á Neystabø
forkvinna í Mentamálanevnd
Tórshavnar Býráðs
Nú eru fyri
reikingarnar
og
projekter
ingin av nýggja
musikkskúl-
anum í Havn loksins lidnar,
og farið verður fyrsta dagin
undir at bjóða byggingina av
musikkskúlanum út.
Orsøkin til at tað hevur
tikið longri tíð enn ætlað er,
at vit vildu tryggja, at ein
nýggjur musikkskúli lýkur
tey krøv, sum eiga at verða
sett til ein framkomnan
musikkskúla.
Tessvegna
var neyðugt at gera nakrar
broytingar í upprunaligu
tekningunum.
Tað merkir, at skúlin
samanumtikið er eitt sindur
størri nú enn upprunaliga
ætlað. Serliga er tað saman-
spælshøllin, sum nú er fram
tíðartryggjað, eins og at hon
er nóg stór til at kunna hýsa
stórum framførslum og or
kestrum, á stødd við eitt
symfoniorkestur. Eg haldi
at tað var gott, at vit góvu
okkum stundir til at dagføra
nýggja musikkskúlan. Tað
kemur at gagna teimum
7-800 næmingum, sum hvørt
ár hava sína dagligu gongd á
musikkskúlanum, og ikki
minst musikk og mentanar
lívinum í Havn.
Staðsetingin
á
Landa
vegunum skamt frá nýggja
skúlanum á Fløtum, Glasir
og skúlanum á Argjahamri
fer at skapa eitt kveikjandi
og mennandi umhvørvi. Og
bussleiðin tryggjar øllum
ungdómi í Havn góðar at
komumøguleikar til skúlan.
Býráðið hevur seinastu
árini sett av játtan av til hesa
íløgu, og er stórur partur
av fígging tessvegna tøk
til verkætlanina, eins og at
musikkskúlin er partur av
langtíðaríløguætlan býráð
sins.
Ein nýggjur musikkskúli
er ein íløga, sum leingi hevur
haft høga raðfesting í Tórs
havnar Kommunu. Og tað
er við stórum spenningi at
vit bíða eftir at kunna fara
í gongd við hesa týðandi
verkætlan.
Musikkskúli við Landavegin verður boðin út
KOMIÐ OG SYNGIÐ VIÐ
Ókeypis tiltak fyri PENSJONISTAR
í Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunu
í Løkshøll 20. oktober kl. 19.00
Undir heitinum
»Komið og syngið við«
skipar ROÐIN-økistænastan fyri áhugaverdum
og hugnaligum tiltaki fyri pensjonistar búgvandi
í Runavíkar,Nes og Sjóvar kommunu.
Umframt góðan felagssang verður tað vælumtókti
tónleikarabólkurin VESTMENN, ið koma
at framføra gamlar slagarar og annars
stuðla uppundir felagssangin.
Fyri stuttum varð áhugaverd »tørvs -og
nøgdsemiskanning«, sum Roðin hevði fingið
Gallup Føroyar at gera, almannakunngjørd.
Hesa kanning, sum m.a. lýsir støðu pensjonistanna
í nevndu kommunum, kemur Laila Hentze,
stjóri í Gallup Føroyar at leggja fram.
Eisini kemur Bøgesvang prestur at hugleiða yvir
evnið »Pensjonistur – og hvat so?«
Kaffi og okkurt gott afturvið er eisini á skránni.
Roðin - økistænastan
Sosialurin 341800