Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-11, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. oktober 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi tá kæri maður mín, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Hilmar Bech Porkeri f 19.07.1933 d 18.08.2016 andaðist og varð jarðaður. Tøkk til Jónsvein Bech, Patrick de Neergaard, Magnus Hansen, kirkjutænarar, sangarar, berarar og streingjakórið. Tøkk til starvsfólkið á Suðuroyar sjúkrahúsi fyri góða røkt og umsorgan. Tøkk fyri blómur, kransar, minningarorð, heilsanir, peningagávur til Porkeris kirkju, tøkk til øll, sum vitjaðu og hjálptu til við ervinum. Somuleiðis takka vit øllum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Kristina, Johanna og Dann Tøkk Ein hjartans tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt gjørdu gullbrúdleyp okkara so minnisríkt og serligt. Vit høvdu ein framúrskarandi góðan dag saman við tykkum øllum. Vinarliga Sigrun og Andreas Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri bróður, gubbi og abbi Ólavur Sørensen f. 28/7-1925 d. 22/8 2016 andaðist og varð jarðaður. Takk til Gerðisgarð og Áargarð fyri tíðina, hann var hjá tykkum. Takk til Havstein Klein, prest, fyri andaktina á Áargarði og fyri góð orð í kirkjuni. Takk til sangarar, berarar, gravarar og klokkaran. Takk til tykkum mongu nær og fjar, ið vitjaðu hann, bæði tá hann var heima og tá hann fór á Røktarheim. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur. Takk fyri fjálgu minningarorðini í bløðunum. Takk til tykkum, sum hjálptu so væl til í ervinum, og til tykkum sum bóru okkum køkur. Takk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk øll somul. Vegna tey avvarðandi Hanna, Janus, Jákup Martin og Kári v/ familju Tøkk Hjartans takk fyri sýnda samkendslu, tá góða mamma, vermamma, omma og langomma Marsanna Vinther f. 18.09.1915 d. 20.05.16 doyði og varð jarðað. Takk til øll, sum hjálptu til í kapellinum og við jarðarferðina. Ein serlig takk til tykkum, sum vóru um hana, tá hon stríddist og andaðist. Takk fyri blómur, kransar og gávur, tøkk til øll tykkum, sum fylgdu henni til gravar. Familjunnar vegna Súni, Andrass og Jeffri Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá mamma, vermamma, omma og langomma Elly Joensen fødd 10/7-1942 deyð 18/5-2016 andaðist og varð jarðað Tøkk til tykkum á Vistarheiminum á Fugloyar- vegi 1 fyri umsorgan. Takk til Marjun Bech fyri troystarrík orð í kirkjuni. Tøkk til berarar, sangarar og kirkjutænarar. Takk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum og til tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Noomi og Saroya Tøkk Tøkk til tykkum øll, ið gleddu meg á 90 ára føðingardegi mínum, ið var 12. septembur. Stóra tøkk til tykkum øll, ið stukku inn á gólvið, fyri telefonsamtalur og heilsanir umvegis netið. Eina serliga tøkk til øll tykkum, ið hjálptu til við matgerð, uppvaski og praktiskum uppgávum. Maria Jacobsen​ • Tríggir sosialráðgevar til Borgaratænastuna – starvstaður í Tórshavn og á Tvøroyri - freist 14.10.2016 kl 12.00 • Ergoterapeutur til Deildina fyri hjálpartól og endurvenjing – starvstaður Tórshavn - freist 20.10.2016 kl 12.00 • Lýsing eftir leiðsluskrivara – starvstaður Tórshavn - freist 19.10.2016 kl 12.00 av.fo >Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: Starvsfólk til Almannaverkið í Tórshavn og á Tvøroyri