Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-11, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. oktober 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 12. oktober 2016 · Nr. 117 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Heystið er komið, og skurð­ fjøllini verða nú gingin. Vanligt er, at menn fletta heimaseyð, veðrar, ær og onk­ur lomb, áðrenn farið verð­ur á fjall. Eins og undanfarin ár eru tað aftur í ár fólk og fyri­ tøkur kring landið, sum taka ímóti seyðaskinnum til salt­ ingar. Eitt felag, sum keypir fleiri av hesum skinnum, er felagið Sp/f Oikos í Bø. Oikos hevur fólk kring landið, sum taka ímóti skinnum til salt­ ingar. Eitt annað felag, sum eis­ini keypir seyðaskinn, er Sirri, sum eitt nú hevur mót­ tøku á Drelnesi í Suðuroy. Sirri letur í ár 15 krónur fyri skinnið í býti við vørur. Teir, sum salta fyri Oikos, lata pengar fyri lambs­skinn­ ini, men fólk, sum koma við skinnum, hava eisini møgu­ leikan at fáa ein sekk av seyða­fóðuri fyri hvørji 5,5 lambs­skinn, sum latin vera. Væl verður saltað, og hvørt lambsskinn fær umleið trý pottamál við ídnaðarsalti, og ærs-og veðraskinnini fáa 4-5 pottamál - alt eftir, hvussu stór skinnini eru. Nøkur túsund Tað var í 2001, at Jógvan Norden­dal, bóndi í Bø, byrj­ aði at keypa seyðaskinn. Tað byrjaði í smáum, og fyrsta árið vórðu nøkur hundrað skinn keypt, saltaði og út­ flutt. Seinnu árini hevur talið verið fleiri túsund. Í staðin fyri at lata seyða­ skinnini enda í ovninum hjá brennistøð­unum, hava bøndur og fólk annars, sum eiga og fletta seyð, soleiðis møgu­leikan at fáa nakað burt­ur úr hesi rávøru - antin í peningi ella sum vøru. Hjá IRF, Interkommunalu Brennistøðini á Hagaleiti í Leirvík, verður mælt til ikki at lata seyðaskinnini brenna. – Nakað av tí, sum dálkar allar mest við brenning, er seyðaskinn. Av hesi orsøk verður heitt á fólk um at lata skinnini til endurnýtslu hjá góðkendum móttakarum, sigur IRF. Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, og øll fiska upsa. Pørini koma inn at landa, sum vikan gongur. Fiskiskapurin eftir upsa er framvegis smáligur, men skipini fáa eisini nakað av hjá­veiði, eitt nú tosk, blá­ longu, kongafisk og longu. Tveir djúpvatnstrolarar fiska eisini upsa og koma vænt­andi inn at landa fyrst í vikuni. Djúpvatns­ trol­ararnir fáa eisini nakað av blá­longu og kongafiski sum hjáveiði. Tá Fiskamarknaður Før­ oya gjørdi sínar metingar fyri hesa vikuna, var bara ein av teimum smáu trol­ bát­unum til fiskiskap. Veið- an er toskur, hýsa og nakað av upsa. Trý garnaskip eru til fiskiskap. Tvey fiska svart­ kalva, og eitt fiskar hav­ tasku. – Væntandi koma øll garnaskipini inn at landa miðskeiðis og seinnapartin av hesi vikuni, verður lagt aftrat. vilmund@sosialurin.fo Trolarar, sum fiska upsa, hava fitt av hjáveiði av øðrum fiskasløgum Hóskvøldið 20. oktober klokkan 19 skipar Roðin - økistænastan fyri Skálafjørðin - fyri Syngið við-tiltaki fyri pensjónistum, har Vestmenn eisini fara at spæla gamlar slagarar Sunda kommuna hevur sett Katrinu Nattestad sum leiðara fyri Ungdómshúsið á Oyri. Hon er útbúgvin lærari og hevur í nógv ár verið aktiv innan ungdóms- og skótavirksemi. Trúgva upp á surimi – Surimi-virkið nærkast, og alt bendir á, at virkið verður royndarkoyrt í desember, og síðan byrjar veruliga framleiðslan um ársskiftið. Hetta er ein verkætlan, sum vit eru sera spent uppá - og sum vit trúgva uppá. Tað sigur Bogi Jacobsen, stjóri í Varð­anum Pelagic. Hann vísir á, at nýggja surimivirkið, sum verður í bygninginum, har landingarmiðstøðin á Tvøroyri var áður, er ein partur av lang­ tíðar­ætlanunum hjá Varðanum. – Okkara mál er at fram­leiða matvørur, og vit vilja gera okkara til at virðisøkja tað tilfeingi, sum vit hava í Føroyum. Bogi Jacobsen sigur, at svartkjaftur er væl egnaður til surimi, og tað eru fleiri skip og virkir runt um í heimi, sum hava framleitt surimi í mong ár við góðum úrsliti. – Eisini í Føroyum eru fleiri royndir gjørdar við surimi, bæði á landi og umborð á skipi. Tøknin á virkinum á Tvøroyri verður av nýggjasta slag. Marknaðurin fyri surimi er stórur, og okkara avbjóðing verður at finna og selja okkara framleiðslu. Stjórin sigur, at hóast aðrar royndir við surimi í Føroyum eru steðgaðar, trúgva bæði hann og Varðin upp á, at royndin á Tvøroyri fer at eydnast. Men, hetta verður ein avbjóðing. Konsistensurin í svart­ kjafti er væl egnaður til surimi og fiskurin, sum verður virkaður í hesi framleiðslu, skal vera feskur - og ikki frystur. Fiskurin verður skorin til flak og gjørdur til fars, og síðan fer farsið í surimi-maskinurnar, har tað verður reins-að, og smakkurin verður tikin úr. – Íløgan í nýggja surimi-virkið fer at liggja um einar 60-70 miljónir krónur, og vónin er, at virksemið fer at geva arbeiði til eini 70 fólk ein fittan part av árinum. Vónin er eisini, at skip og manningar kunnu fáa nakað meira fyri svartkjaft sum fer til surimi, sigur Bogi Jacobsen, stjóri vilmund@sosialurin.fo Hjáveiðan ger mun Nakað av tí, sum dálkar allar mest við brenning, er seyðaskinn. Tí er skilagott at lata skinnini til endurnýtslu hjá góðkendum móttakarum Latið ikki skinnini enda í brenniovni Tá upsaveiðan ikki roynist, ger tað mun, at trolarar fáa nakað av hjáveiði Tað loysir seg hjá fólki, sum fáast við slakt, at lata seyðaskinnini inn fyri pening ella vøru Mynd: Vilmund Jacobsen