Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. oktober 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin 14. oktober 2016 Mánadagin verður greitt, hvørji og hvussu nógv valevni fara at bjóða seg fram at stjórna teimum 29 kommununum kring land­ið, til komm­unu­stýr­isvalið sum verður 8. nov­em­ber. Í Havn er stórur spenningur um, hvør skal stjórna kommununi næstu árini. Eing­in hevur staðið sterka borgastjóranum sein­astu 12 árini kurl. Men nú hevur Kaj Leo Holm Johannesen bjóð­að seg fram sum avloysara, hóast tað ikki er siður, at flokkarnir frammanundan kjósa sær eitt ávíst borgarstjóravalevni. Føroya Væl, sum er falag Sam­bands­floks­ ins í Havn, hevur heldur ikki boðað frá, hvør er teirra borgarstjóravalevni. Í Javnaðarflokkinum er tó eingin ivi. Har er Heð­in Mortensen sjálvskrivaður. Hjá Tjóðveldi hava vit ikki hoyrt nógv um borg­ar­stjóra­evni. Seinast dró Jógvan Arge longra strá­ið sum fyrst valdur fyri flokk­in. Fólkaflokkurin bíðar eftir stóra yvir­rask­ ils­i­num, tá tey fara at boða frá, at Ann­ika Olsen stillar upp. Helst verður tíð­inda­ fund­ur, har hon fer at burturforklára tað, sum hon higartil hevur sagt, og flokk­ur­in fer helst at kjósa sær hana sum borg­ar­ stjóra­kand­id­at sum alternativ til Heðin Mortensen. Valið í Havn verður eitt val um valdið. Spurningurin er bara, hvussu sterkur Heðin Mortensen verður, og hvussu nógv fólk hann dregur við sær inn í býráðið hesaferð. Fær hann eitt val, sum bara minnir um tað, sum hann fekk í 2012 og í 2008, so verð­ur hann ikki at koma uttanum sum borg­ar­ stjóri einaferð afturat. Tó, vit sóu tað í Klaksvík seinast, at krútsterki Fólkaflokkurin í Klaksvík varð settur uttanfyri við 5 av 11 býráðslimum. Ta viðferðina kunnu Heðin Mortensen og Javnaðarflokkurin eisini fáa, men tað krevur so, at tvey ella trý tjóðveldisfólk skulu velja sambandshøvdingan, sum tey ikki høvdu álit á í løgtinginum, til borg­ar­ stjóra. Tann bitin kann verða beiskur. Spurn­ing­ ur­in er bara, um hann er beiskari. Verður Sjúrður Olsen sterki maðurin í Fólkaflokkinum, og Annfinn Brekksten sterki maðurin í Sambandsflokkinum, so verður kanska øðrvísi. Tí teir tíma væl at spæla við Heðin Mortensen. Men telvingin um leiðsluna verður avgreidd fáar tímar eftir valið. Ein motorsúkkluførari mundi iðra seg gjára­ morgnum um, at hann royndi, hvat mot­or­súkkl­ an megnaði gjáranáttina. Tí hóast flestu fólk nokk hava sovið, tá viðkomandi koyrdi ein túr á lands­veg­num á miðjari nátt, so var løgreglan á varðhald. Klokkan tvey í nátt steðgaði løg­regl­an nevniliga viðkomandi, eftir at mot­or­súkkl­u­før­ ar­in yvir eitt longri strekki hevði koyrt 144 km/t í ein­um øki har hámarksferðin var 80 km/t. – Viðkomandi missur rættin til førarakort, og um­fatar tað eisini koyrikortið til bil, upplýsir vakt­havandi á løgreglustøðini. Harumframt gjørdi løgreglan § 13 kanningar í Vágunum í gjár, har fimm bilførarar fingu eina heil­san frá løgregluna. Tveir bilførarar fingu bót fyri niðurslitin dekk, tveir bilførarar fyri ikki at hava koyrikort á sær og tann síðsti fyri ein lyktafeil. Heðin Mortensen – og so hini tólv Misti koyrikortið Koyrdi 144 km/tíman Les eisini blaðið á telefonini Sev er størsta kollveltiing Jógvan I. Olsen Kjak síða 24 Eitt 100 ára minni Siðsøga síða 26-27 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Visti tú? At fólkatalið í Føroyum helst fer upp um 50.000 tíðliga í komandi ári? gott fyri fólkatalið Tá fleiri ung so velja at vera verandi, so hevur tað eis­ini ávirkan á onnur ung Tá Hagstova Føroya í gjár kunngjørdi nýggjastu hag­tølini yvir broytingar í fólka­tali­num farna árið, var tað ser­liga eitt brot, ið var ser­merkt. Tølini vístu nevniliga, at tann vanliga stóra frá­flyt­ ingin í august, tá ung fólk fara av landinum í lestr­ar­ør­ ind­um, er munandi minkað. – So í staðin fyri eitt aft­ ur­stig í august sum í miðal síðstu 13 árini á 250-300 fólk, so var talið bara 166 í august í ár: t.v.s. nógv færri av teim ungu fóru av landinum í aug­ust í ár enn vanligt, og fleiri fluttu higar enn van­ligt, skrivar Hagstovan í tíð­inda­ stubbanum um fólkatalið. Hans Pauli Strøm er sos­ iologur í Hagstovu Før­oya, og hevur arbeitt við fólka­ hag­tøl­unum. Hann upplýsir, at tað er trupult at siga hvat or­søkin er til broytingina, tí man veit ikki hvørji tey eru, ið velja at verða verðandi. Hann metir tó, at fleiri út­ búgv­ingarmøguleikar kann vera ein av orsøkunum til broyttu gongdina. – Tað eru munandi færri ung, ið flyta av landinum, og er tað eitt rák, ið byrjaði í 2014. Men munurin í ár er eyð­sýndur frá undanfarnu ár­um, og enntá frá í fjør. Tal­ an er um eina stóra minking, sig­ur Hans Pauli Strøm og held­ur fram. – Vanliga er tað serliga ung fyrst í tjúgunum, ið fara av landinum í lestr­ar­øri­nd­ um, so tað er sannlíkt, at fleiri verða verandi, tí fleiri ú­tbúgv­ingartilboð eru nú í Før­oyum. Tá fleiri ung so velja at vera verandi, so hevur tað eis­ini ávirkan á onnur ung. – Tá tey ungu, ið van­ liga fara avstað í lestur, verða verandi, so er tað meira attraktivt hjá teirra javn­aldrum eisini at vera ver­andi, tí tað eru fleiri ung í land­inum. Samstundis er há­konjunkturur í Føroyum í løtuni, so her er nokk av ar­ beiði. So eisini fyri tey ungu, ið ikki fara til víðari lestur, er Føroyar vorðnar meira á­hug­averdar. Um fleiri ung velja at vera verðandi, so fáa fleiri onnur ung hug at vera verandi, greiðir Hans Pauli Strøm frá. Munandi færri ung flyta Mynd: Birgir Kruse