Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-13, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. oktober 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 118 24 Jógvan I. Olsen Nú um dagarnar hevði SEV eina orku­ráðstevnu, og har var óiva mangt áhuga­vert at hoyra. Nakað herfyri hevði Útvarp Føroya eina sendirøð, har Jó­hann Mortensen tosaði við ávís fólk um »Grøna orku í Føroy­ um«. Har ímillum hevði hann eina sam­røðu við vestmenningin Finn­ boga Joensen. Tað er altíð áhuga- vert og eggjandi at hoyra Finnboga. Hann hevur sum oftast fleiri jørn í eldinum í senn. Hesaferð hevði hann eina ætl- an um at fáa upp at standa eitt lands­røkkandi Biogassverk, sum í høvuðsheitum skuldi taka mykju frá bóndunum og slógvavfall frá fiska­framleiðsluni, og í samrstarvi við SEV gera eitt biogassverk til at framleiða el og tæðingarevni. Henda teyggjan av møguleikum, sum kundi loysa ávísar trupulleikar og skapa menning, var nýggj og forvitnislig í mínum oyrum. Og tað er hugaligt og neyðugt, at vit eiga fólk við slíkari mennandi tanka­ gongd. Eitt orðatak sigur, at »mangt broytist á mansins ævi«. Mær rann í huga, at tá vit einaferð vóru á ferð til Grønlands við sluppini »Elsu« og sótu og rippaðu húkar í lugarinum, tá komu ikki óknýttir húkar um- borð, so manningin fekk til setning at rippa eitt ávíst túsundtal av húk­ um í part, og gera línurnar til, áðr­ enn komið var til fiskiskap í Grøn­ landi. Lugarið á gomlu sluppunum var eisini ein lívligur tingstaður, har mong ymisk evni vórðu til viðgerð­ ar. Hetta hevur verið umleið mai­ mánað 1951, tí menn høvdu skor­ið torvið, áðrenn farið varð av­stað. Og henda dagin var torvspurn­ ingurin til viðgerðar. Teir tilkomnu familjumenninir sóu ikki so ljóst upp á torvspurningin, tí at torv­ heiðarnar vóru í stóran mun upp­ skornir, og teir sóðu fyri sær, at um ikki so langa tíð var einki torv eftir, og hvat so? Tá minnist eg, at Sámal Weihe, sáli, av Norðskála, segði nakað so­leiðis: »At tað stúrdi hann ikki fyri, tí at tann Gud, sum hevði skapt hendan heim og sett okkum manna­børn at liva her, hann fór eisini at syrgja fyri, at vit fóru at lív­bjarga okkum við onkrum øðrum, um torvið gekk undan«. Og Sámal fekk rætt. Í dag sker helst eingin torv, sjálvt um torv­ heiðarnir ikki eru uppskornir, men í staðin hava vit fingið el-megina, sum ikki bara avloysti torvið í kom-­ fýrin­um, men eisini petroleum­ lamp­urnar. Og el-megin verður í dag nýtt til ein næstan endaleysan hóp av ymiskum endamálum. SEV er størsta kollveltandi menning í mín- ari tíð. Í dag fáa vit el burtur úr regn­ inum, vindinum og oljuni, og sam­ bært Finnboga so er møguleiki her­ afturat at nøra um el-megina við mykju og slógvi, so minkast kann um oljujnýtsluna. Og vit frætta uttan úr stóru verð, at nú hava teir eisini ment el- myllur á hvasins botni, sum mala við havstreymi. Teir møguleikarnir eiga vit eis­ ini. Vit hava við hvørt lyndi til at grenja um veðrið, tá tað regnar. Í staðin eiga vit at takka Várharra fyri regnið, sum hann letur okkum fáa í yvirfljóð. Regnið er lívneyðugt fyri okkum, vit kunnu ikki liva tað fyriuttan, og so væl er land okkara skapt, at tað ristir vætuna av sær, so vit ikki hava teir trupulleikar, sum mong onnur lond hava av yvirsvimjing. Mikla nýbrotið innan okkara vinnulív er alivinnan, og hon er so sanniliga eisini treytað av regn­ inum. Alivinnan mennist í hvørjum, kanska eisini meira við, at alistøðir verða bygdar uppi á landi, og el- megin pumpar sjógvin upp í ann­ leggini. Og hvør veit, um ikki flótandi ali­eindir eisini kunnu blíva ein møguleiki. Tí vit varða eisini av einum stór­ um havøki, sum hevur røttu hita­ skipanina, Golfstreymin. Hesi bæði fyribrigdini, »regn­ið og »Golfstreymurin« eru endaleys endurnýtslufyribrigdi, so leingi sum klóta okkara heldur javn­vág­ ina og er givin okkum frá skap­arans hond at umsita. Men vandi er í hvørjari vælferð. Og tí mega vit varða okkum fyri yvir­huga, men fara fram í varsemi og skilvísi. SEV er størsta kollveltandi menning í mínari tíð VIÐMERKING NØVN Føðingar 24. september fingu Bjarma Lisberg og Kaj André Holm úr Hvalba ein son. Hann var 53cm langur og vigaði 3805 gr. Á myndini sita stórasystrarnar Krista og Klara við lítla beiggja 26. juli fingu Dania og Hanus Toftheyggj, Hvalba, ein son. Hann vigaði 3795 gr og var 53 cm langur. Hann eitur Birkir. 26. september fingu Rúna Niclasen & Torkil Hellisá, Streymnes, ein son. Hann var 58 cm langur og vigaði 5370 gr. 6. september fingu Mirjam Joensen og Tom T. Hansen, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3635 gr. 20. september fingu Inga og Per Martin Gregersen, Norðragøtu, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3650 gram.