mánadagur 17. oktober 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. oktober 2016 · Nr. 119
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Edmund joensen
kjak síða 12
Óvirði
lig fólka
tings
umboð
Nikkil heinesen síða12
Dag
stovnalóg
endur
skoðast
Latið okkum sláa tað fast beinan
vegin: Tað var púra forútsigiligt, at
Annika Olsen skuldi stilla upp fyri
Fólkaflokkin til kommunuvalið í
Havn.
Tað skiltu øll, sum vóru á tíð
indafundinum, sum Fólkaflokkurin
skipaði fyri á Gamla Apoteki 4.
februar í ár, tá tað bleiv gott aftur
millum Fólkaflokkin og Anniku Ol
sen. So tá hon nú skyldar uppá, at
hon ikki sleppur at føra politikk, tí
samgongan ikki vil lova henni sæt
ið í uttanlandsnevndini hjá Løg
tinginum, so er tað bara ein umber
ing.
Møguleiki hennara at føra pol
itikk hevði hvørki verið betri ella
verri, um hon hevði møtt á teimum
18 fundunum við Poul Michelsen,
sum
uttanlandsnevndin
hevur
havt síðani valið 1. september í fjør.
Men tá tað er sagt, so hevur
Annika Olsen akkurát sama rætt
sum øll onnur at stilla upp til bý
ráðsvalið í Havn. Eisini sama rætt,
sum hini sjey løgtingsfólkini, sum
stilla upp til býráðsvalið í Havn.
Munurin er bara tann, at Annika
Olsen kann ikki røkja bæði ein løg
tingssess og ein býráðssess, tí tað
heldur trúvirði hennara ikki til.
Tí snýr tað seg hjá Anniku Olsen
um at gerast borgarstjóri. Annars
hevur tað onga meining at velja
hana í býráðið, tí hon tekur ikki við
einum býráðssessi, uttan so, at hon
verður borgarstjóri.
Og tey líkindini eru ikki so líkatil.
Fyri tað fyrsta, so skal Fólkaflokk
urin telva seg í ta støðuna. Fyri tað
næsta, so skal Annika Olsen fyrst
veljast í býráðið, men hon skal eis
ini hava fleiri atkvøður, enn Sjúrð
ur Olsen og Bogi Andreasen og øll
hini á listanum.
Tað er ikki vanligt, at flokkar
kjósa
sær
borgarstjóravalevni
frammanundan. Ikki uttan so, at
flokkurin hevur borgarstjóra. Tí
er tað meira nátúrligt hjá Javnað
arflokkinum, at Heðin Mortensen
er borgarstjóravalevni. Hjá øllum
hinum flokkunum verður tað – all
arhelst – tann, sum fær flestar at
kvøður, sum verður borgarstjóra
evni. Men tað vita vit ikki, fyrr enn
valið hevur verið.
Tí er tað í veruleikanum bara
Heðin Mortensen, sum kann føra
seg fram sum borgarstjóravalevni
í Havn. Skuldi Annika Olsen, ella
Jógvan Arge ella Kaj Leo Holm Jo
hannesen funnið upp á tað, so verð
ur rok innanhýsis í flokkunum.
Tað er ein styrki hjá Javnaðar
flokkinum hesaferð og ein veikleiki
hjá hinum flokkunum.
Eitt er í øllum førum greitt: Løg
tingið fær stóra ávirkan á býráðs
valið í Havn hesaferð!
Løgtingið í býráðið í Havn
Kanska er tað
heldur øvugt. Tí
Bogi og Sjúrður
klára býráðsval
betur enn Annika
klárar løgtingsval
Tá ið Annika Olsen sigur, at
tað er fyri at hjálpa Fólka
flokkinum í Havn, at hon
stillar upp til býráðsvalið,
so er tað ikki serliga væl um
hugsað.
Rætt er, at Fólkaflokkurin
hevur mist takið um Havn
ina. Tað hava vit sæð á fleiri
valum. Men tá Annika Olsen
sigur, at hon stillar upp til bý
ráðsvalið fyri at hjálpa Fólka
flokkinum, so átti hon heldur
at biðið Sjúrð Olsen og Boga
Andreasen stillað upp til løg
tingsvalið.
Til
løgtinsvalið
hevur
Annika Olsen verið front
figurur við tvey tey seinastu
valini. Og tað hevur ikki ging
ið serliga væl.
Til seinasta løgtingsval
fekk Fólkaflokkurin bara
13,3 prosent av atkvøðunum
í Havn. Tá var Annika Olsen
frontfigurur.
Til býráðsvalið í 2012 gekk
munandi betur. Tá fekk
Fólkaflokkurin 15,8 prosent.
Ikki tí, vit skilja væl Havn
ar Framburðsfelag. Vil ein
flokkur hava politiska ávirk
an, so má hann fáa politiskt
vald. Og vil ein flokkur hava
politiskt vald, so má hann
hava atkvøður. Og vil ein
flokkur hava atkvøður til bý
ráðsvalið, so má hann stilla
tey 17 valevnini, sum tey
halda fáa flestar atkvøður.
Tí er tað sjálvandi ein
skylda hjá Anniku Olsen at
stilla upp. Og ja, sjálvandi er
tað fyri at hjálpa Fólkaflokki
num at fáa politiska ávirkan.
Men hon hevur sagt, at
tað er skeivt. Og hon hevur
sagt, at hon fer ikki at røkja
dupultmandat.
Tað merkir mest sannlíkt,
at Annika Olsen ikki fer at
taka av einum býráðssessi í
Havn, um hon verður vald.
Tí hon vil heldur sita í løg
tinginum, og hon velur bara
býráðið framum, um hon
verður borgarstjóri.
Men tá ið Annika Olsen
nú vil fyri veljarans dóm – so
skal hon eisini dømast fyri
svikið, sum hon gjørdi móti
Fólkaflokkinum í fjør. Tað
kann tí verða váðin avgerð
hjá henni at stilla upp.
Hvat nú, um veljarin ikki
hevur gloymt svikið og fer at
revsa hana? Hvat nú, um hon
als ikki verður vald?
Tað hevði verið milt sagt
ein katastrofa fyri politisku
framtíðina.
Men politiska minnið er
stutt. Tí kann Annika Olsen
av røttum vóna, at veljarin
hevur gloymt, – ella í hvussu
so er fyrigivið henni.
Tørva Sjúrði og Boga
hjálp frá Anniku?
Valið í Havn er eitt stríð
um heita sessin á Vaglinum
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Andlát
Óla Hans Andreasen, ætt
aður úr Tórshavn búsitandi
á Frederiksberg, andaðist á
Bisbebjerg Hospitalið týs
dagin 11. oktober 2016.
Sverre Midjord, Tvør
oyri, andaðist mánamorg
unin 10. oktober, 83 ára
gamal.
Arnold Óli Nilssen, ætt
aður av Argjum, búsitandi
í Hirtshals, andaðist miku
dagin 12. oktober, 62 ára
gamal.
Bønarhald
verður
í
Landssjúkrahúskapellinum
mánadagin kl. 17.
Jarðarferðin verður úr
Argjakirkju týsdagin kl. 14.
Sigga Hansen andaðist
á Sambýlinum í Kollafirði
mikudagin 12. oktober, 98
ára gomul.
Andru Simonsen, Sør
vágur, andaðist á Sýnini,
mánadagin 10. oktobur, 89
ára gamal.
Marjun Nielsen, ættað
úr Fuglafirði, búsitandi í
Kjellerup í Danmark andað
ist hósmorgunin 6. oktober,
65 ára gomul.
Nøvn í dag
Sera dugnalig tónleikarin, Óla Hans Andreasen,
andaðist í síðstu viku 50 ára gamal