mánadagur 17. oktober 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 42 • 17. OKTOBER 2016
4
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
T
að var í samband við, at tey
bæði í fjør góvu hvør øðrum sítt
ja, at tey tóku longu feriuna í
Eysturríki.
– Vit tóku børnini við, so tað ber
ikki heilt til at kalla tað eina brúðar
ferð, hóast vit fóru úr Føroyum dagin
eftir brúdleypið. Vit fóru við Norrønu
til Hirtshalds og koyrdu so suður gjøg-
num Evropa, sigur Birna Berglind.
Hon greiðir frá, at fyri at stytta
um koyringina fyri børnini, gjørdu tey
tveir steðgir á vegnum suðureftir Tey
vitjaðu tvær systrar hjá manninum.
Onnur býr í Danmark, tætt við týska
markið, meðan hin býr longur suðuri
í Týsklandi, nærri eysturríkska mark
inum.
So lá leiðin til Eysturríkis
– Fremsti fyrimunurin við eini slíkari
ferð er frælsi, ein hevur. Er tað ringt
veður, so tekur man teltið við sær og
koyrir eitt annað stað. Er tað keðiligt
onkustaðni, so fara vit víðari. Tað ber
ikki til, um ein er bundin at einum
hotellkamarið ella einum chartertúri,
sigur Birna Berglind.
– Vit høvdu ikki planlagt alt, tá vit
fóru úr Føroyum. Vit vildu gagnnýta
tað frælsið, sum bilurin og teltið
góvu okkum, og valdu tí at ferðast við
veðrinum. Vit steðgaðu tí fyrst í Sell-
am-See í Eysturríki í 10 dagar, har vit
nutu náttúruna. Har er júst sum í Heidi
og fjallaabbin. Vit vóru nógvar túrar
í fjøllunum, tóku skilyfturnar upp á
tindarnar og gingu so oman aftur, sig
ur hon og greiðir frá, at nógva staðni
eru spælipláss gjørd til børnini á tein-
inum. Eisini liggja nógv vøtn í økinum,
sum ein kann svimja í, um ein hevur
svimjiklæði við.
– Vit vóru sera heppin við veðri
num. Tá regnði so nærkaðist eftir
10 dagar, tóku vit teltið í bilin og
koyrdu suður til Kroatia. Har vóru vit
so í eina góða viku á oynni Krk. Har
nutu vit strondina og Miðjarðarhavið.
Eisini her valdu vit at koyra runt og
vitja ymisk støð, alt eftir hvussu lagið
var á okkum og børnunum, sigur Birna
Berglind.
– Fremsta fortreytin fyri at hava
ein væleydnaðan túr, er at ein hevur
eitt gott telt og dugir at brúka tað.
Harnæst má ein duga væl at pakka,
sigur hon.
So er at finna sær okkurt kamp
ingpláss. Birna Berglind sigur, at úr
valið er stórt og at flestu teirra eru
væl útgjørd, so umstøðurnar eru sera
góðar.
– Eitt kampingpláss er eitt fínt
stað at ferðast við børnum. Har íður
í øðrum børnum, oftast er eitt gott
spælipláss á økinum og børnini hava
frælsi at spæla frítt. Á einum hotelli
mugu tey ofta haldast inni á kam-
arinum ella ganga stillisliga í gongini,
sigur hon.
– Tað er eisini sera hugnaligt um
kvøldið. Fyrst at leggja børnini í teltin
um, og sita har við pannulykt og lesa
søgur, og síðani njóta friðin og vøkru
náttúruna við bálið uttan fyri.
Ein annar fyrimunur við kamping
plássum er, at tey eru nógv bíligari
enn hotellini.
– Tey eru ikki ókeypis, men kortini
nógv bíligari enn hotell. So kann ein
jú vera longri. Flestu teirra eru væl út
gjørd, onkur av teimum hava svimjihyl,
meðan onnur hava vatnland, sigur
hon.
Tað gekk væl við børnunum á túr
inum.
– Júst í hasum aldrinum sova tey
enn um dagin, og tað gagnnýttu vit
í koyringini. Harumframt høvdu vit
DVD-spælara í bilinum, sum megnaði
at undirhalda teimum eina løtu. Tað
er kortini eingin ivi um, at koyringin
má tillagast børnunum. Tað er týdn
ingarmikið at steðga javnan at spæla
og eta á rastiplássum við vegin, sigur
Birna Berglind.
Birna Berglind sigur, at hon hevði
ikki funnið upp á at farið ein slíkan túr
sjálv, men maðurin er uppvoksin við
slíkum túrum og lokkaði hana við.
– Tað var ein ordilig dreymaferð í
vakrari náttúru. Vit fingu nógva góða
familjutíð saman. Børnini snakka enn
um, hvussu gott tað var, so vit fara
heilt víst aftur. Børnini eru eingin
forðing, men ein slíkur túrur krevur
góða fyrireiking, sigur Birna Berglind.
Við eini fýra ára gamlari gentu og einum tvey ára gomlum dreingi í baksetrinum,
fóru Sune og Birna Berglind á teltferiu í Eysturríki í fimm vikur
Børnini eru eingin forðing