Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-17, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. oktober 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 42 • 17. OKTOBER 2016 10 Faroexpo & Mentanarvikan Skýming TEMA Vilmund Jacobsen H etta verður tólvta árið á rað, at vinnu­stevnan Faroexpo, sum hesaferð verður í døgunum, 26.-28. oktober, verð­ur hildin í Runavík. Parteneriatið verður sum vanligt hildið í ítróttarhøllini í Runavík, hós­ dagin 27. og fyrrapartin fríggjadagin 28. oktober. Síðan fimleikarhøllin er bygd aftrat ítróttarhøllini, og sambygdu hallirnar tilsamans hava fingið navnið Bylgjan, eru umstøðurnar framúr. Sjálv ítróttarhøllin, har parteneri­ atið verður hildið, er eisini dagførd við eitt nú nýggjum gólvi, lofti og veggj­ um. – Ítróttarhøllin er hugnalig, og her eru karmarnir teir best hugsandi. Í fyrra­ári hevði Bakkafrost eitt alment tiltak í nýggju fimleikarhøllini, og tað riggaði eisini útmerkað. Men, sjálv vinnu­stevnan – parteneriatið – hev­ur tað best í ítróttarhøllini, sigur Sím­un Hammer, stjóri í VRG, Virkis­ráð­gev­ ingini, sum samskipar Faroexpo og ment­anarvikuna, Skýming. Umleið sama tal Enn er tíð hjá føroyskum fyritøkum, sum ynskja at verða við á vinnu­ stevn­uni, at tekna luttøku. Hetta kann gerast um heimasíðuna - www. faroexpo.fo – ella við at ringja til stjóran í VRG á tlf. 666600. – Enn er ikki ov seint, um før­ oysk­ar fyritøkur, sum enn ikki eru til­ meldaðar, kortini hava hug at verða við á parteneriatinum á Faroexpo. Símun Hammer sigur, at talið av tilmeldaðum fyritøkum á Faroexpo hessferð eru umleið tað sama sum í fjør, umleið 50 tilsamans. – Umleið tveir triðingar av fyritøk­ unum eru føroyskar, og ein triðingur útlendskar. Tað eru serliga fyritøkur úr Danmark og onkur úr Noregi, sum eru við, men eisini einstakar fyritøkur úr øðrum norðurlondum. Haraftrat kemur, at fleiri útlendskar fyritøkur eru við, sum verða umboðaðar av før­ oyskum fyritøkum. Eingin íslendsk fyri­tøka er beinleiðis við í ár, men onk­ ur er við umvegis føroyskar fyritøkur. Hann sigur, at ein av fjarskotnu fyritøkunum, sum er við í ár, er ein skipa­smiðja úr Turkalandi. – Nógvar av føroysku fyritøkunum hava verið við áður, og eg haldi, at tað er eitt gott tekin, at nakrar av somu fyritøkum eisini eru við ár um ár. Símun Hammer sigur, at eitt nú Bakkafrost hevur luttikið á Faroexpo øll árini og millum aðrar fyritøkur, sum eisini hava verið drúgvar og trúgvar, eru el-fyritøkurnar, El-Service á Skála og Eltalvuvirkið í Norðragøtu. Ein sjónliggering Parteneriatið á Faroexpo er ein ser­ stakur møguleiki at koma í samband við aðrar seljarar og keyparar – før­ oyskar og útlendskar – á ymiskum økj­um. – Eg vil siga, at parteneriarið er ein partur av einari langsiktaðari sjón­ liggering av eini fyritøku. Onkur fær ítøkilig úrslit her og nú, og aðrar fyri­ tøkur hava møguleikan at fáa úrslit, sum liggja eitt sindur frammi. Símun Hammer vísir á, at tað sakt­ans kann vera soleiðis, at onkur fyritøka stendur og skal gera eitt hvørt, og knappliga er potentielli veit­ arin við á Faroexpo. – Sjálvtsagt kann tað hava týdning, at tín fyritøka – antin sum keypari ella seljari – er við og soleiðis er í bevíst­ heitini hjá teimum, sum antin skulu keypa ella selja, tá tann tíðin kemur, leggur hann aftrat. Almenna ráðstevnan Ráðstevnan, sum í ár verður á Faro­ expo, verður seinnapartin fríggjadagin, 28. oktober. Hetta tiltak verður hildið undir bestu umstøðum í Løkshøll, har pláss er ryri 330 fólkum. Ráðstevnan er almenn, men tú noyðist at gjalda fyri atgongumerkið fyri at verða við. Á heimasíðuni – www.faroexpo. fo – er neyvari kunning um, hvat tað kostar at verða við, og hvørjir møgu­ leikar eru hjá eitt nú einum bólki ella arbeiðsplássi at luttaka. – Ráðstevnan plagar at draga fólk til sín, og okkurt árið hevur ver­ið fullteknað. Neyvari kunning um ráð­ stevnuna er á okkara heimasíðu, og har ber eisini til at tilmelda luttøku. Símun Hammer sigur, at tað er altíð spennandi, tá eitt slíkt tiltak sum Faroexpo og mentanarvikan stunda til, og sjálvandi ynskir Virkisráð­gev- ingin sum samskipari, at tiltøkini eydn­ast til fulnar. Meira er at lesa um almennu ráð­ stevnuna á Faroexpo og um ment­an­ ar­vikuna Skýming í Runavíkar komm­ unu aðrastaðni í temablaðnum. – Enn er ikki ov seint at melda til vinnustevnuna Faroexpo og verða við í parteneriatinum, sigur Símun Hammer, stjóri í Virkisráðgevingini – Tað hevur týdning at gera fyritøkuna sjónliga Umstøðurnar í Runavík til parteneriatið og til almennu ráðstevnuna í Løkshøll eru framúr Mynd: Runavíkar kommuna - Onkur fyritøka fær ítøkilig úrslit her og nú, og aðrar fyritøkur hava møguleikan at fáa úrslit seinni, sigur Símun Hammer, stjóri í VRG Mynd: Vilmund Jacobsen