Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-17, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. oktober 2016síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 42 • 17. OKTOBER 2016 24 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Útjaðarin í Havn M angan verður kjakast um, júst hvar økið, sum hevur staðar­navnið »á Hálsi« í Havn er. Hetta evni viðgjørdu vit eisini í VikuBlaðnum í september. Eftir tað sendi Eivind Weyhe, málfrøðingur okk­um hesa áhugaverdu frágreiðing, sum vit prenta aftur niðanfyri: – Ein hálsur í føroyskum staðar­ nøvnum kann lýsast sum ein lægd mill­um tveir fjallaryggir ella eitt vítt, heldur flatt skarð, tað lægsta á eini hædd sum farast skal uppum. Tí er tað natúrligt at ferðsla fer um ein háls, og nógvar bygdagøtur og aðrar gøtur liggja upp um hálsar. Eing­in ivi kann vera um at Hálsur í Havn er hálsurin millum Gundadal og Hoydalar, og at hann tí upprunaliga er økið har á leið sum Ítróttarhøllin er. Skipar Hansens Steinur (eisini nevnd­ur Tarvasteinurin) beint eystan fyri høllina stendur mitt á Hálsi. Tá ið Hoydalsvegurin varð gjørdur, varð hann lagdur um hálsin. Ikki tí, tann gamla farleiðin millum Havnina og Hoy-vík var har sum Hoy­víksvegurin er í dag, og sum fyrr var bygdagøta, ið m.a. gekk um Mannaskarð. Men bygda­gøtan inn á Sund hevur ligið úr Gunda­dali, um Háls (vest­an fyri Ítróttar­høllina) og niðan eftir Ternu­ ryggi og tí núverandi Sunds-vegnum og um Vatnaskarðar (legg merki til orðið »skarð« í sambandi við gøtur, og henda gøtan fer eisini oman gjøg­ num Skarð til Kaldbaksfjørð). Ein gøta niðan til Svartafoss lá eitt sindur eystari um Hálsin (hetta ber til at síggja á tí gamla kortinum frá 1900, sum Umhvørvisstovan nú hevur lagt út á netið). Men gøtan niðan á Háls hevur eisini verið brúkt í sambandi við torv­ skurð hjá havnarfólki, og nettupp í sambandi við virksemi kann tað henda at eitt navn kemur at fata um eitt størri øki enn tað upprunaliga gjørdi. Mær er sagt at staðarnavnið Á Hálsi bleiv brúkt um torvheiðar líka av Hálsi og til Ovastu Hoydalar. Tí er heldur einki løgið í tí at tað nýggja ídnaðarøkið verður kallað Ídnaðarøkið á Hálsi. Í sambandi við virksemi verð­ur navnið víðkað langt út um sítt upp- runaliga merkingarøki. Her er eisini vert at minna á ta tjørnina sum eitur Hálsatjørn. Eisini hon liggur reiðiliga langt frá tí upp- runa­liga hálsinum, einar 4-500 met­ rar suðurfrá, nú mestsum inni mill­um hús á Mýrisnípuvegi. Hon skal eina­ ferð í tíðini eisini hava verið nevnd Niðasta Hálsatjørn, tí tað vóru fleiri Hálsatjarnir haðani og niðan á Háls, helst tríggjar. Ein var har sum vestari endi á Tjaldursvegi er í dag, og ein har sum rundkoyringin millum R. C. Effersøes gøtu og Ringvegin er. Tær eru upptornaðar ella avveittar, men tann eina Hálsatjørn er har enn. Tá í tíðini var alt hetta í Eystara Húsahaga. Vikublaðið spyr hvussu langt tað ber til at tamba staðarnavnið Háls. Ja, tað er ilt at siga. Tað sær út til at navnið longu tíðliga í tíðini er víðkað til at fevna um eitt stórt og ikki neyvt avmarkað øki. Sum nevnt, bleiv navnið eisini brúkt um torvheiðar norðan fyri Háls, og navnið Hálsatjørn bendir á at tað eisini hevur verið tambað reiðiliga langt suðureftir. Schrøter prestur nevnir Hálsatjørn umleið 1830, so tá hevur fatanin verið at Hálsur rakk í hvussu so er suður hagar sum Mýri­ snípu­vegur er. Í greinini í Vikublaðnum verður nevnt at ein nú eisini hoyrir fólk siga at Posthúsið, heilsølan hjá Poul Michelsen og Mentamálaráðið eru á Hálsi, tvs. at summi hava hug at tamba navnið heilt yvir í Hoyvíksvegin. So langt eystur mundi Hálsurin ikki røkka í hugaheiminum hjá teimum eldru havnarfólkunum. Eg vildi mett eystur hagar sum Smyrilsvegur er. Eg hugsi at tann nýggja fatanin stendst av at tann nýggja ídnaðarbyggingin hongur saman heilt yvir til Hoyvíksvegin. ES. Tað at staðarnøvn fáa eina nógv víð­ari merking enn tey høvdu av fyrst­ an tíð, er sum sagt einki løgið, og eg nevndi at tað ofta hendir í sambandi við økt ella broytt virksemi. Eg kann til stuttleika nevna Tvøroyri sum eitt annað dømi. Fyri minni enn 200 árum síðan var tað bara ein lítil oyra í fjøruni har sum Tvørá rann út, niðan fyri pubbina hjá Annu Kirstin. Nú er tað navn á einum heilum býi. Sum maðurin segði: »Alt forandrast«. EES. Greinin í Vikublaðnum kemur eis­ ini inn á navnið Nabb, og tað at summi nevna Ítróttarhøllina á Hálsi fyri Ítróttarhøllina á Nabb. Tað er rætt, sum sagt verður, at Nabb var navn á einum felag sum hevði fiskavirki og fiskapláss har sum ítróttarhøllin nú er. Ein eldri maður segði mær einaferð at navnið í veruleikanum var ein stytting: NAB, ið skuldi standa fyri »North At­lantic Bacalao«. Veit nakar um tað er rætt? Hálsurin millum Gundadal og Hoydalar Henda grein varð prentað í Vikublaðnum 18. mars 2013. Hon er áhugaverd, so vit valdu at endurprenta hana Eivind Weyhe