Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-17, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. oktober 2016síða 52

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 42 • 17. OKTOBER 2016 28 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Útjaðarin í Havn V askifyritøkan Tváttur á Skála fær nú deild í høvuðsstaðnum við nútímans reinsaríi á Hjalla. Reinsaríið heldur til á 140 fer­ metrum innast á Hjalla ella á Hjalla 24. Tváttur á Hjalla brúkar eins og deildin á Skála nýggjar og framkomnar Electrolux maskinur. Munurin er tó, at maskinurnar á Hjalla umframt van­ ligt vask eisini hava serstøk forrit til vátreins. Hetta er ein tøkni, ið Electro­lux hevur ment, og sum er somikið mild fyri flestu tekstilir, at Wool­mark góðkennir vátreins sum ser­liga vælegnað til klæði við teirra merki. Woolmark er góðskumerki fyri ull­vørur, ið vanliga skulu vaskast við hond. Maskinurnar til vátreins brúka lítið vatn og sápan er umhvørvisvinarlig. Hetta hevur týdning, tí Tváttur leggur stóran dent á at halda øll ásett krøv. – Vit átaka okkum nærum allar uppgávur. Tað er bara at koma við tí, sum skal vaskast ella reinsast – og er tað ein serlig uppgáva, eru fólk vælkomin at spyrja seg fyri. Vit taka okkum m.a. av at vaska/reinsa jakkar, buksur, skjúrtur, termoklæðir og føroyska búnan, fyri at nevna nakar uppgávur. Í onkrum føri kunnu vit eisini senda klæði, t.d. ruskinn og leður, til okkara samstarvsfelagar í Danmark, sigur Hjalmar Kollslíð, stjóri í Tvátti. Hjalmar Kollslíð leggur dent á, at nógvu og trúgvu privatkundarnir í Havn, sum í áravís hava vaskað dýnur og koddar hjá Tvátti, nú kunnu lata klæðini inn og fáa tey aftur á Hjalla. – Reinsaríið letur upp um mán­að- arskiftið oktober/november. Vit koma at leggja stóran dent á góða tænastu og skjóta avgreiðslu. Her er gott pláss, lætt atkomiligt og lætt at seta bilin frá sær, sigur Hjalmar Kollslíð. Nýtt reinsarí á Hjalla Reinsaríið Tváttur heldur til á Hjalla 24 M ong eru dømini í Føroyum, har fólk hava fingið munandi størri gleði av terassuni/al­ tanini við markisum og hitarum, sigur Oluf Mortensen frá FOREKS, sum í 10 ár hevur arbeitt við loysnum til teirra, ið ynskja sær eitt hugnaligt uttan­ dura­umhvørvi. Hóast markisur ofta verða settar í samband við summar og sól, er hetta nakað, sum fólk hava gleði av alt árið. Við teimum røttu loysnunum ber til at hugna sær uttandura, hóast veðrið ikki er av tí besta, sigur Oluf Mortensen. Markisan eru í veruleikanum eitt flytbart tak, ið ómakaleyst kann koyr­ ast út og inn, alt eftir tørvi, eitt nú í sambandi við nógva sól, regn ella eitt lot. Markisur kunnu brúkast alla- staðni, til sethúsini, frítíðarstaðið og á arbeiðsplássinum. Tær verða nýttar til altanir, terassur, framsýningar- vind­eygu, matstovur, útiskonking v.m.. Mar­kisurnar eru lættar at koyra út og inn, bæði manuelt ella við tráðleysari fjarstýring. FOREKS hevur í samstarvi við framleiðaran, REX-verksmiðjuna í Norra, tillagað markisuna enn betri til føroyska veðurlagið. Umframt markisurnar, umboðar FOREKS eisini ensku Tansun el- terassu­hitararnar, sum verða keyptir bein­leiðis frá verksmiðjuni í Onglandi og kunnu tí seljast í Føroyum undir vanliga norðurlendska kostnaðarstøði. Talan er um stuttbylgjuhitarar við halo­genlampum, og er hetta uttan samanbering besta hitaloysnin til føroysk viðurskifti. Alt eftir hvat kundin ynskir, fæst ein sonevnd pakkaloysn, sigur Oluf Mortensen, sum leggur afturat, at tað sum kundin fær við í keypinum, er at vit altíð eru til reiðar við hollari vegleiðing og góðari tænastu, eisini tíðina eftir at kundin hevur keypt sær eina REX-markisu ella el-hitara. Er nakað ivamál er kundin altíð væl­komin at venda sær til okkum. Tele­fonnummarið hjá FOREKS er 225841, service 225842, teldupost­ adressan: markisur@gmail.com. Heimasíðan: www.markisur.fo & Facebook undir Foreks Markisur. Uttandura hugni – alt árið