Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-17, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. oktober 2016síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 42 • 17. OKTOBER 2016 30 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Útjaðarin í Havn Vilmund Jacobsen T á røtt verður um útjaðaran í Havn, verða eyguni ofta vend móti teimum bústaðarøkjum ella fyritøkum, sum liggja uttan fyri mið­býin í Havn, eitt nú fyritøkum á Hálsi, Hoyvík, Sandvíkarhjalla og í vest­ara parti av Havnini, har eitt nú fyri­tøkan hjá Jógvani Veyhe liggur í Stiðja­gøtu, og har aðrar fyritøkur eru í grannagøtunum. Men, útjaðarin í Tórshavnar komm­ unu røkkur longur enn út til hand­ils­ fyritøkurnar í útjaðaranum. Uppi í Tórshavnar kommunu er eisini Kollafjørður, Kaldbak, Sund, Hvíta­nes, Argir, Norðradalur, Syðra­ dal­ur, Velbastaður, Kirkjubøur, Hestur og Koltur. Eftir landjørðini hevur Tórshavnar kommuna Bussleiðina, sum ókeypis koyrir heilt til Kollafjarðar, Kaldbaks, Argir, Velbastaðar og Kirkjubøar - fleiri ferðir um dagin. Hetta er ein tænasta, sum neyvan kendi sín líka, tá hon byrjaði, og seinni hava aðrar kommunur fylgt Tórshavnar kommu eftir. Vegasambandið norður eftir um Signabøartunnilin er óføra gott, og nú Argir er bundið uppí meginøkið við nýggjari og snotuligari brúgv, er fløsku­hálsurin, sum var eftir gomlu brúnni um Sandá, burtur. Sjó- og loftvegis Aðrir útjaðarar í Tórshavnar kommunu hava eisini rímiliga gott og regluligt ferju- ella tyrlusamband. Túrurin við Ternuni um Nólsoyar­ fjørð tekur bert 20 minuttir hvønn vegin, og her verður siglt fleiri ferðir um dagin. Fólk í Hesti hava ikki verið rætti­liga nøgd við tænastuna hjá Strand­faraskipum Landsins, men á hinari síðuni hevur bygdin eitt rættiliga gott, trygt og kyrt havnalag. Ferjulegan á Gomlurætt er góð, og vegurin inn til meginøkið í Tórshavnar kommunu er bæði breiður og góður. Sum heild má sigast, at útjaðarin í Havn, tá kikarin verður settur á tann veruliga útjaðaran í Tórshavnar komm­unu, hevur rímiliga góð sam­ ferðsluviðurskifti. Høgligt at ferðast til Havnar FOREKS · Varðagøta 3 · FO-100 Tórshavn · Tel 22 58 41 · Service 22 58 42 · www.markisur.fo Heildarveiting innan markisur Fleiri góðar løtur uttandura - alt árið REX markisur Vakrar, hentar og álítandi · Skjót og trygg uppseting · Dygd fyri rættan prís Les meira á www.markisur.fo Vit koyra um alt landið Dygdar markisur og hitarar Vit hava eisini síðumarkisur Gott tilboð at heinta í Oktoburmánað út. Ring og spyr MARKISURNAR HAVA FINGIÐ NÝGGJAR FLOTTAR ALUFRONTAR Vit eru klárir – eru tit? Eftir landjørðini koyrir Bussleiðin ókeypis heilt til Kollafjarðar, Kaldbaks og Kirkjubøar, og á sjóvegis farleiðunum eru rímiliga góð skip og havnaløg