Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. oktober 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. oktober 2016 · Nr. 120 mikudagsblaðið Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Valdsstríðið í Tvøroyar býráð man volda formanni Javnaðarfloksins høvuðbrýggj. Í skrivandi stund er ikki greitt, um Kristin Michelsen, sum bæði er løg­tings­maður og borgarstjóri á Tvør­oyri fyri Javnaðarflokkin – yv­ ir­høv­ur er javnaðarmaður long­ur. Tíðindi bórust í gjár um, at hann hevði biðið um at sleppa borg­ara­ list­an á Tvøroyri, tí hini á javn­að­ ar­lista­num ikki framm­an­und­an vildu binda seg til, at fyrst valdi á lista­num skuldi gerast borgarstjóri. Eitt margháttligt stríð um vald í einum solidariskum flokki má sig­ ast. Tað er greitt brot at viðtøkur floks­i­ns, at ein limur í flokkinum still­ar upp – ella roynir at stilla upp fyri annan lista. Tað er eitt so álv­ar­samt brot, at tað má føra til, at við­komandi verður koyrdur úr flokk­i­num. Eitt er at koyra Kristin Mich­el­ sen úr Javnaðarflokkinum beint framm­an undan einum býráðsvali á Tvør­oyri. Annað – og nógv álvarsamari – er parl­a­ment­ariska støðan í Løg­ ting­i­num. Tí hendir skilnaður mill­um Javn­að­ar­flokk­in á Tvør­oyri og Krist­in Mich­el­sen, so fer tað at síggj­ast aftur í Løgtinginum – og so hava vit onga samgongu longur. Støðan við Sonju Jógvansdóttir er eitt sindur øðr­vísi, tí hon hev­ur alla tíðina sagt, at hon stuðlar sam­ gong­uni og fer ikki undir nøkrum um­støðum at fella samgonguna. Neyvan kann roknast við somu støðu hjá Kristini Michelsen, sum fleiri ferðir hevur verið upp á tvørs í sam­gonguni. Tí situr Aksel V. Jo­hanne­sen við ein­um stór­um trup­ul­leika – um støð­an endar so álv­ars­liga, sum hon tyk­ist í skri­vandi stund. Hóast floksdisiplin og málið um dupult­mandat sum so einki hevur við hvørt annað at gera – so kann eitt valds­stríð á Tvør­oyri hava rætt­ i­liga álv­arsamar parla­ment­ar­isk­ar av­leið­ing­ar við sær. Tað kann føra til stjórnarkreppu – og kann bein­leið­is fella sam­gong­ una, sum so aftur hevur nýval við sær. Hetta reisir so aftur spurn­ ing­in, um samgongan verð­ur noydd at breiðka parla­ment­ar­iska grundarlagið, tí at javn­að­ar­fólk ikki megna at halda sam­an. Hinvegin kann spyrj­ast, um javn­að­ar­flokkurin er stjórn­ar­ber­ andi við teirri tingmanning, sum flokk­uri­n hevur. Alternativini eru, at Mið­flokk­ urin, Nýtt Sjálvstýri ella Sam­bands­ flokkurin koma við í parla­ment­ ariska grundarlagi við beinleiðis at fáa á­virk­an á rikna politikkin. Tað merk­ir so aftur, at ætlanir mugu broyt­ast og summar sleppast. So kann veljarin spyrja seg sjálv­ an: Skal eg velja eitt eitt løg­tings­ fólk í kommunustýrið? Førir valdsstríðið á Tvøroyri til stjórnarkreppu í Tinganesi? Kristin stendur til útvísing Aftur til heiður og æru Birgar Johannesen Valgrein síða 18 Abso­ lutt neyðugt Bergunn Kass valgrein Síða 18 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! 359 bilar kunnu missa pláturnar Akstovan lat í gjár løgregluni 359 mál um eftirstøðu í veg­ skatti. Eftirstøðurnar eru blivnar so drúgvar, at Ak­ stovan hevur heitt á løg­regl­ una um at taka numm­ar­plát­ ur­nar av hesum bilum. Tað er vegskatturin fyri seinna hálvár í ár, sum ikki er goldin. Akstovan sigur, at kann eig­arin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldna veg­ skatta­eft­ir­støðu, tekur pol­ i­ti­ið nummarspjøldrini av akfarinum. Nú fara teir út við saksinum Tá býráðsvalið er av 8. nov­ em­ber kunnu vit risikera, at meirilutin í Tórshavnar bý­ ráð situr á tingi – seks í sam­ gongu og tvey í andstøðu. Í skrivandi stund eru trígg­ ir tímar, til listarnir skulu vera inni. Við tí fyrivarni, at okkurt teoretiskt kann broyt­ast, so sær listin soleiðis út: Fyri Fólkaflokkin: Annika Olsen Fyri Sambandsflokkin: Kaj Leo Holm Johannesen Fyri Framsókn Ruth Vang Fyri Tjóðveldi: Annita á Fríðriksmørk Fyri Javnaðarflokkin: Heðin Mortensen Helena Dam á Neystabø Kristianna Winther Poulsen Djóni Nolsøe joensen Átta tingfólk vilja stýra Havnini Í kvøld, mikukvøldið klokkan 19.30, verður Miðvika í Hoy­ vík­ar kirkju við danska prest­ inum Lisbeth Holm Filt­en­ borg, sum eisini er kend fyri sínar áhugaverdu og við­ komandi fyrilestrar. Evn­ið mikukvøldið er "Mat­ur og kærleiki í Bíbli­u­ni", og aftaná verður ein drekka­ munnur og tá hava fólk eisini høvi at seta spurn­ing­ar. Í sínum fyrilestrum um evn­ið hevur Lisbeth fing­ið stór­an íblástur frá per­són­u­ num, sum danski rit­høv­un­d­ ur­in Anne Marie Løn hevur í sín­um skaldskapi. Í fleiri líkn­ils­um og frá­ sagn­um er evnið matur, sum sam­stund­is er lykilin at skilja Guds ríki og ósjálvsøkna kær­ leikan hjá Jesusi, ið er lýst­ur í páskaboðskapinum. Lisbeth Holm Filtenborg hev­ur verið prestur síðani 1991, og síðani 2012 hevur hon ver­ið prestur í Gauerslund við Vejle. Hon hevur eisini ver­ið há­skúla­lærari í Nørre Niss­um, har hon undirvísti í bók­mentum, list, religión og túr­um í náttúruni. Lisbeth hev­ur ein master í retorikki og sam­skifti. Matur og kærleiki í Bíbliuni Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin