Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. oktober 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. oktober 2016 · Nr. 120 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana Jacob Vestergaard sigur, at serfrøðingakeldur hava for­ talt honum, at byggi­arbeiðið á Glasi er út av lagi illa úr hond­um greitt. – Sagt verður, at hetta er ein byggigøla 10 ferðir verri enn miðnámsskúlin í Hovi. Tað fer at kosta 100 milliónir at rætta feilirnar og arbeiðið verður seinkað í tvey ár, sigur hann. Sambært keldunum hjá Ja­cobi Vestergaard eru fýra trupulleikar við byggi­arbeið­ inum á Glasi. – Tann fyrsta er, at stál­ konstruktiónirnar rustaðar, ei heldur brandsikraðar. Tann næsta er, at danski glasmontørurin hevur boðað Landsverk frá, at tað ikki er rætt at klæða stálelementini við glasi í tí standi, tey eru í. Hetta hevur danska fyri­ tøkan skrivað í fleiri frá­ greiðingum til Landsverk. Kortini hevur Landsverk, sum er eftirlitsmyndugleiki, givið boð um, at elementini skulu klæðast. – Triði trupulleikin er, at rútarnir, sum hava eina alurammu rundan um glasið, eru settir í, með­an stoypt hevur verið. Av­leið­ ingin er, at rútarnir eru dálk­aðir av betong, um- framt at vátt betong er likið niður í rammurnar. Tískil eru rammurnar tærd­ar og oyðilagdar av váta b­etong­ inum, sigur Jacob Vester­ gaard. – Fjórði trupulleikin er, at byggiharrarnir hava nýtt element, sum ikki hava verið í ordan. Vanliga verða brotin element løgd til síðis, men mínar keldur siga mær, at tað er eyðsæð, at her eru øll elementini nýtt, eisini slík, sum burdu verið kasseraði, sigur Jacob Vestergaard. Jacob Vestergaard hevur sett spurningar viðvíkjandi hesum í fíggjarnevndini, men sambært honum kundu um­boðini frá Landsverk, sum er eftirlitsmyndugleiki ikki svara honum. – Eg haldi, at vit mugu steðga arbeiðinum og finna út av, hvat vendir upp og niður. Síðani mugu vit játta tað, sum er neyðugt og sum skal til fyri at gera skúlan lidnan. Vit mugu bara ikki gera sum í Hovi, har skúlin bleiv bygdur liðugt, áðrenn feilirnir vóru rættaðir. Nú mugu vit steðga á og fáa hesi viðurskifti í rættlag, áðrenn farið verður víðari, sigur Jacob Vestergaard. Berandi stálkonstruktiónir eru rustaðar, glasrammur eru irraðar, brotin element eru nýtt og rútar eru longu brostnir. Tað er støðan í Glasi sambært Jacob Vestergaard, løgtingslimi GLASIR 10 FERÐIR VERRI ENN HOV Sonja Jógvansdóttir sigur, at hon hevur somu støðu í dag, sum tá hon í septembur bað um, at arbeiðið bleiv steðgað, so at politiska skipanin kundi fáa eina greiða støðu­ mynd av Glasum. – Politiska skipanin má hava dirvi at steðga á og gera møguligu rættingar og betringar av bygninginum, um hetta er neyðugt, skrivaði hon tá. Og støðan í dag er óbroytt. – Eg óttist, at ein skeiv avgerð varð tikin frá byrjan av, tá løgtingið valdi at skerja játtanina til nýggja mið­ námsskúlan. Tað er ein vandi fyri, at vit hava spart okkum eftir reyv. Avleiðingin er, at hóast ætlanin var at spara, er verkætlanin vorðin dýrari, sigur Sonja Jógvansdóttir. – Eg óttist tó, at tað eru politiskar spariætlanir, sum hava oyðilagt bygningin. Vit mugu vera skynsom við nýtsluni av almennum pen­ ingi, men onkuntíð er neyð­ ugt at brúka pengar fyri at tryggja, at úrslitið verður nøktandi, sigur uttanflokka­ tingkvinnan. – Sannleikin er, at vit vita ikki, hvat vendir upp og hvat vendir niður í løtuni, tí byggi- takari og byggiharri eru í eini almennari ósemju um málið. Tí haldi eg tað vera neyð­ugt, at gjøgnumganga bygningin úr enda í annan fyri at fáa greiðu á, um bæði polit­isku og byggifrøðiligu a­vgerðirnar, sum tiknar eru, hava verið tær røttu, sigur hon. Sonja Jógvansdóttir held­ ur, at løgtingið má taka sína uppgávu sum fíggjarjáttandi myndugleiki í álvara. Hon vís­ir á, at løgtingið játtar pen­ing borgarans vegna. – Tað kann vera, at alt er í lagi, men sum fíggjandi myndugleiki hava vit skyldu at spyrja. Tað týdn­ingarmesta er, at tá skúlin stendur liðugur er hann í forsvarligum standi og kann veita teimum ungu eitt gott umhvørvi. So bilar minni, um skúlin verður nakað seinkað­ur, sigur hon. Kunnu hava spart okkum eftir reyv Henrik Old, landsstýris­mað­ ur í innlendismálum, sigur, at hann hvørki kann váttað ella avsannað søgunum, sum Jacob Vestergaard ber um standin á Glasi. – So skjótt Jacob Vest­ er­gaard førdi hesar at­finn­ ingarnar fram í fíggj­ar- nevndini, bað eg Lands­verk kannað málið. – So skjótt svarskrivið fyri­ligg­ur, verð­ ur tað borið fíggj­ar­nevnd- ini, sigur Henrik Old. Hann sigur, at eftir hans- ara tykki hevur Landverk hildið sína skyldu sum eftirlitsmyndugleiki, við tað at felagið fyrst steðg­ aði arbeiðinum og síðani hótti við ikki at rinda ar­ beiðstakaranum fyri ar­ beiðið. – Eg havi fult álit á eftir­ litsmyndugleikanum og meti, at hann hevur gjørt sína skyldu, sigur Henrik Old. Rigmor Dam, landsstýris­ kvinna í mentamálum, dylur ikki fyri, at verkætlanin ikki hevur gingið sum ætlað. – Tað hevur verið eitt stórt byggisjusk, segði hon av tingsins røðarapalli, men segði annars, sum Henrik Old, at eftir hennara tykki hevði Landsverk borið seg rætt at í handfaringini av málinum. Hevur biðið Landsverk um svar Jacob Vestergaard Henrik Old, landsstýris­mað­ur í innlendismálum Sonja Jógvansdóttir