Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. oktober 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. oktober 2016 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 12 HEILSA Vilmund Jacobsen Tann góða tíðin, meðan kvinna er við barn, er eisini ein tíð, har hon finnur út av, hvussu nærumhvørvið hev­ ur góð og vælmeinandi ráð, sum hon kann brúka. Men, tað kann eisini vera ørkyml­ andi og kanska frustrerandi at hoyra ymiskar meining­ ar, tengdar at aldri og sann­ føring hjá teimum, sum koma við ráðunum. Summi ráð kunnu eisini tykjast av­ old­að og mótstríðandi. Men, her er eisini nógv vitan á økinum, sum byggir á kanningar og dygdargóð skjal­prógv. Tað nýtist tí ikki at vera so trupult at ansa sær sjálvari og ófødda barninum. - Eins og hjá øðrum, sum ikki eru við barn, er tað ikki sunt at eta einstáttað, og sumt kann beinleiðis vera vanda­mikið, um tú etur trý kilo av einum slag. Jarðarmóðirin, Mariette Bang, vísir á, at kostráðini, sum kvinnur við barn eiga at fylgja, eru tey somu, sum givin vera fólki í síni heild. - Tað einasta, eg plagi at leggja aftrat, er, at kvinnur ikki skulu eta seks stykki av fruktum, men eisini grøn­ meti. At hava í huga Tað eru tó nøkur undan­tøk frá vanligu kostráðgeving­ini, sum kvinnur við barn eiga at hava í huga. - Kvinnan eigur ikki at eta 100 gramm av eitt nú tun-ella svørfiski, tí fiskurin kann vera fongdur við nógv­ um kik­silvuri. Heldur ikki er ráði­ligt at eta meiri enn 125 gramm av eystursjóvarlaksi um mánaðin, tí laksurin er fong­dur við lutfalsliga nógv­ um dioxini. Livir og livralýsi kunnu hava stórt innihald av a-vitaminum, sum kunnu skaða barnið. Tí eigur tú ikki at taka hesi, meðan tú ert við barn. Hinvegin kanst tú saktans eta livurpostei. Tú eigur ikki at drekka mjólk, sum ikki er hitaviðgjørd og eta ost, sum er gjørdur úr mjólk, ið ikki er hitaviðgjørd. Tú eigur ikki at drekka meiri enn tríggjar koppar við kaffi um dagin, og tú eigur at avmarka nøgdirnar av drykkju­vørum, sum hava koffe’in, eitt nú te og cola, sigur jarðarmóðirin. Smáar og títtar Mariette Bang sigur, at danska Heilsustýrið mælir til, at kvinnur við barn taka ískoyti av folsýru, d-vitamin­ um og jarni, eins og tær skulu taka ríkiligt at kálki, antin um matin ella sum tilskot. - Tá kvinna við barn tek­ ur tilskot við jarni, skal hon minnast til, at tilskotið skal takast einsamalt - og ikki sam­an við øðrum tilskoti ella máltíðum. Tekur tú jarn­tablettir saman við glasi av appelsinjuice, veksur upp­ tøkan orsakað av c-vitamin­ unum. Jarn, sum partur av multivitaminum, riggar ikki, tá jarnið ikki verður upptikið optimalt í kapping við onnur evni. Mariette Bang viðmælir, at kvinnur við barn eta smá­ ar og títtar máltíðir, tá hetta tyngir minni um blóð­suk­ urskipanina. - Tá tú ert við barn, hevur tú longu eina belastaða blóð­sukurskipan orsakað av horm­on­unum í kroppinum, legg­ur jarðarmóðirin aftrat. Kelda: www.helse.dk Hvat skal ein kvinna sum er við barn eta? Vilmund Jacobsen Kvinna, sum er við barn, eigur at ansa væl eftir sær sjálvari, og hon eigur at lurta eftir sínum egna kroppi. - Tú kanst fáa ta kenslu, at rørsla er hørð fyri framm­an­ undan tyngda kroppin, men hetta er ein misskiljing. Rørsl­ an skal bara tillagast tí støðu, kvinnan er í. Tað er gott at røra seg. Hetta hjálpir upp á troyttleikan, sum aftur mink­ar um vandan fyri øðrum trupul­ leikum. Við rørslu kemur tú eis­ ini skjótari fyri teg eftir føðing, sigur Hanne Kristine Hegaard. Hon leggur aftrat, at tað eru nógvar kvinnur, sum hava spong-og lendapínu, tá tær ganga við børnum, men hetta er ikki vandamikið og merkir ikki, at kvinnur eiga at gevast við rørslu. - Tá sagt verður, at tú eigur at lurta eftir tínum kroppi, snýr tað seg um, at tú kanska skalt gera okkurt annað enn tað, tú plagar at gera. Tað er ikki vist, at tú skalt halda fram við vanligu rørsluni á sama støði, sum tú plagar. Tað kann vera, at tú heldur eigur at súkkla enn ganga - ella kanska svimja í staðin fyri at íðka aerobic. Hanne Kristine Hegaard sigur, at tað er umráðandi ikki gev­ast at røra seg. Sjálv hevur hon verið við til at ment tað, sum rópt verð­ ur ”AquaMama”, sum er ein venjingarskrá fyri kvinnur, ið eru við barn, og skráin kann saktans brúkast í einari van­lig­ ari svimjihøll. Hanne Kristine Hegaard held­ur, at er kvinna ótrygg ella ikki von við at venja, kann tað vera eitt gott hugskot at lut­taka sam­an við venjarum, sum hava eina heilsufakliga út­búgving. - Mælt verður til, at kvinn­ur við barn eru ”moderat” fysiskt aktivar í 30 minuttir um dagin. Hetta merkir, at kvinnan skal vera so aktiv, at hon gerst pøst, men kortini kann føra eina samrøðu undir venjing. Tað snýr seg ikki um, at kvinna í sjeynda mánaði skal renna hálvt maraton. Tað eru tær fægstu, sum gera tað. Hinvegin ræð­ur um, at kvinnan hevur tað gott við sínari venjing und­ ir barns­burðinum, staðfest­ir Hanne Kristine Hegaard. www.sundhed.dk - Kostráðini, sum kvinnur við barn eiga at fylgja, eru tey somu, sum givin vera fólki í síni heild. Tað eru tó nøkur undantøk, sigur jarðarmóðirin, Mariette Bang Níggju góð ráð tá tú ert við barn Skráin - AquaMama - er ment í samstarvi við Gikta­felagið í Danmark og finst á heimasíðuni www.gigtforeningen.dk Níggju góð ráð til kvinnur við barn (og øll onnur): Et fruktir og grønt - fleiri ferðir um dagin Et fisk og viðskera úr fiski fleiri ferðir um vikuna Et epli, rís ella pasta og groft breyð hvønn dag Ansa eftir sukuri, serliga sodavatni, góðgæti og køkum Et lítið feitt, serliga mjólkavørur og kjøt Et fjølbroytt og varðveit normalvektina Sløkk tosta við vatni Minst til at røra teg - í minsta lagi 30 minuttir um dagin Et ikki fyri tvey Tað er hugtakandi, at eitt lítið barn kann veksa í kroppinum, meðan mamman fer til arbeiðis, vaskar klæði og svevur. - Tú kanst hjálpa tínum kroppi og tí ófødda við at ansa væl eftir tær sjálvari Tær nýtist ikki at renna maraton Mælt verður til, at kvinnur við barn eru ”moderat” fysiskt aktivar í 30 minuttir um dagin. Hetta merkir, at kvinnan skal vera so aktiv, at hon gerst pøst, men kortini kann føra eina samrøðu undir venjing