týsdagur 18. oktober 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. oktober 2016 · Nr. 120
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Danjal av Rana
Mánadagin fingu íbúgvarnir
undir Kongavarða endiliga
sín nýggja innkoyringarveg.
Synd er tó at siga, at hann
er væl móttikin. Facebook-
bólkurin fyri tey, ið búgva
undir Kongavarða er á trem
ur við atfinningum móti
nýggju vegaføringini, sum
onkur nevnir ein slalom
bakka.
Fólk,
ið
búgva
undir
Kongavarða
hava
leingi
ilskast inn á innkoyringar-
vegin til býlingin. Tey hava
ilskast um eitt stórt S-sving
miðskeiðis á vegnum, men
tað er lítið aftur í móti teim
um atfinningum, sum nú
eru.
– Vegaføringin er full
komiliga skeiv, sigur Knud
Bjørk, formaður í eigarafe
lagnum undir Kongavarða.
Seinastu
tíðina
hava
íbúgvarnir undir Kongavarða
verið ónøgdir við fyribils inn-
koyringarvegin í samband
við
byggiarbeiðið
undir
Kongavarða. Farið er undir
at byggja næstu raðhúsini í
býlinginum og í tí sambandi
hevur arbeiðstakarin flutt
innkoyringarvegin.
Hetta
hevur havt við sær, at
vegurin hevur ligið eftir eyri
og gróti, sum hevur dálkað
bæði bilar og veg. Nýggja
loysnin er tó ikki haldgóð,
siga tey.
Nýggja
vegaføringin
er lagd soleiðis, at tá ein
koyrir út frá býlinginum,
má ein fyrst koyra í eini
lítlari undanbrekku og síð
ani snara niðan í eina mót
brekku.
Í
mótbrekkuni
fær ein so víkiskyldu fyri
teimum, ið koma oman frá
nýggju bygningunum undir
Kongavarða,
sum
skulu
byggjast oman fyri verandi
háhús. Frá krossinum skal
ein so snara til vinstru og
koyra í undanbrekku aftur
út á Glyvursveg.
– Fyrst av øllum so er
eingin ivi um, at hæddar
munurin fer at elva til
trupulleikar. Eg skilji ikki,
hvussu teir hava lagt hasa
vegaføringina, sigur Knud
Bjørk.
Hann ivast ikki í, at hetta
fer at elva til ferðslutrupul
leikar, serliga í vetur.
– Í hálku verða brekkur-
nar ein stórur trupulleiki.
Kommunan
gravar
ikki
her inni, tá tað kavar, so
tað verður ein avbjóðing
at sleppa úr gøtuni. Vit
mugu hava ferð á, um vit
skulu megna at koma niðan
gjøgnum brekkuna. Tá er
vandi fyri, at vit fara á glið og
kanska koyra út av. Komin
niðan gjøgnum brekkuna,
hava vit víkiskyldu og mugu
tí víkja. Tá vit so aftur skulu
koyra, er vandi fyri, at vit
standa føst í hálkuni, greiðir
Knud Bjørk frá.
Umframt hetta eru tey
eisini heldur ónøgd við,
at tey mugu víkja fyri og
halda av fyri teimum nýggju
íbúgvunum. Vegurin er lagd
ur soleiðis, at hann liggur
beint upp á hamarin og so er
ein síðuvegur gjørdur inn til
verandi bygningar.
– Tað er eingin ivi um,
at vit halda, at hetta kundi
verið loyst betri, sigur Knud
Bjørk, men enn veit hann
ikki heilt, hvat kann gerast.
–
Vit
fara
at
hava
nevndarfund
um
málið,
so fáa vit at síggja, um vit
skriva eina klagu ella okkurt
líknandi, sigur Knud Bjørk.
Undir Kongavarða óttast tey, at tey fara at standa føst í hálkuni í vetur, nú nýggjur innkoyringarvegur er gjørdur
ILL UM NÝGGJAN
INNKOYRINGARVEG
VEGAGERÐ