týsdagur 18. oktober 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. oktober 2016 · Nr. 120
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nýggj uppgerð frá Hagstovu
Føroya vísir, at í triðja árs
fjórðingini
vórðu
2,091
milliónir krónur útgoldnar
í lønum. Hetta er fjórði árs
fjórðingur á rað, at lønirnar
eru um 2,1 milliard.
Bæði í 2014 og 2015 var
javnur
vøkstur
at
kalla
hvønn
ársfjórðing,
men
vøkstur steðgaði í fjórða
ársfjórðingi 2015, og síðan tá
hava lønirnar staðið í stað.
Verður hugt eftir trend
inum í høvuðsvinnubólkum
sæst, at fiski- og alivinnan
høvdu eitt upplop, sum byrj
aði á heysti 2015 og toppaði
í februar 2016. Seinastu sjey
mánaðirnar
hevur
fiski-
og alivinnan havt aftur
gongd, og tað sær út til, at
fiskivinnan fer at leggja seg
á sama støði sum áðrenn
upp-lopið.
Seinastu trý árini hevur
nógv ferð verið á vøkstrinum
í byggivinnuni, og sjálvt um
ferðin er minkað seinastu
tíðina, so er hon framvegis
stór. Men byggivinnan er
ikki so mikið stór í vavi,
samanborin
við hinar,
at hon megnar einsamøll
at skapa stóran samlaðan
vøkstur.
T æ n a s tuv i n n u r n a r ,
bæði privatar og almennar,
vaksa við javnari ferð – ein
2% hvønn ársfjórðing – og
hava gjørt tað í longri tíð.
Fyri almennar tænastur er
tað so, at lønirnar hækka
1. oktober, og saman við
møguleikanum at fiski- og
alivinnan møguliga fara at
halda uppat at minka, ger
at komandi ársfjórðingurin
fer at lyfta seg eitt sindur
uppum undanfarnu fýra.
TÍÐINDI
Tíðindaskriv
Mánadagin kemur ársins
krýnika frá Jógvani Arge, út
varpsmanni. Hetta er annar
partur av endurminningum
úr ungdómsárum hansara
við heitinum »Havnarmaður
og gøtuskuri«. Bókin er á
tremur við góðum anekdot
um og myndum, sum klæða
krýnikuni.
»Havnarmaður
og
gøtuskuri 2« snýr seg um
upplivingar í 50unum og
60unum. Byrjað verður við
einasta túri, Jógvan var til
skips, tá hann 14 ára gamal
var á sild við sluppini »Grun
dick«.
Fyrstu
uttanlandsferð
irnar vóru til Danmarkar
við skótum í 1960 og skúla
børnum í 1961. Sagt verður
frá hepnari íslandsferð hjá
HB-dreingjum í 1962, tá teir
tóku bæði heimafólkið og
íslendingar á bóli við sín
um góða spæli og frægu
úrslitum.
Jógvan var við skótunum
á heimsjamboree í Grikka
landi í 1963. Skótarnir fóru
gjøgnum makedonska høv
uðsstaðin
Skoplje
stutt
áðrenn partur av honum
varð lagdur í oyði í hørðum
jarðskálvta.
Á Maratonfløtuni vórðu
skótarnir væl fagnaðir, tá
teir fyri fleiri túsund fólk
um við Paul kongi á odda
sýndu fram føroyskan dans
og dansispøl á serliga amfi
pallinum, sum var gjørdur
til høvið.
Í 50unum varð ferðast í
egnum landi. Meginparturin
av feriunum varð hildin hjá
ommuni og abbanum í Gøtu
og hjá mostrum á Glyvrum
og í Saltangará.
Í hesi bók er eisini ein
ferð hús úr húsi í Syðrugøtu
í 50unum. Greitt verður frá
fólki, umstøðum og skyld
skapi v.m. Sagt verður frá
bygdarinnar
handilssøgu
frá Grækarisi á Gørðum og
Skúla Jógvani um Absalon
Jacobsen á Dunganum til
Jóan Paula og Jóan Lias
Gregersen.
Gjørt verður burtur úr
summarfrítíðunum
við
Skálafjørðin
og
fólkum,
hann hitti har. Hetta vóru
broytingartíðir nú havnar
lag var bygt í Runavík.
Haðani gjørdi Jógvan sína
fyrstu fótbóltsferð, sum var
úr Runavík til Skálar við
motorinum »Berghild« hjá
kapteyninum Petur Poulsen.
Úr Runavík gjørdi Jógvan
eisini eina ótilætlaða havn
arferð við »Tjaldrinum«.
Hálvvaksin savnaði Jógv
an autografar frá útlendsk
um ítróttafólkum við bræva
skifti. Favorittar vóru eitt nú
donsku
fótbóltsmenninir
John Danielsen og Richard
Møller Nielsen. Tann kenda
súkklaran Kay Werner Niel
sen fór Jógvan sjálvur at
hitta í Keypmannahavn.
Jógvan hevði stutta, men
spennandi karrieru í fótbólti
og borðtennis. 14 ára gamal
basti hann einum kendum
føroyameistara í borðtennis,
og heili trý ár var hann
fastur á dreingjaliðnum hjá
HB. Eftir tað fór hann skjótt
at útvarpa fótbólt og annan
ítrótt og helt fram við tí í eini
45 ár.
»Havnarmaður og gøtu
skuri – 2« kemur í bókabúðir
og handlar kring landið í
hesum døgum. Bókin er
prýdd við heili 270 mynd
um, fyri tað mesta av fólki,
og nøvnini, sum eru skrá
sett, eru oman fyri 2000.
Síðurnar eru slakar 250, og
bókin kostar 299 krónur. Før
oyaprent hevur brotið um og
prentað.
Jógvan við
nýggjari krýniku
Nýggj
krimi:
Maður
dripin
við
stokki
Ein hvassur stokkur
verður boraður ígjøg
num hálsin á einum 42
ára gomlum manni.
Tað
er
sentrala
hendingin í nýggjari
krimisøgu, sum Stein
tór Rasmussen hev-ur
skrivað. Bókin kallast
“Deyðin fer í bindi
klubb” og kemur út
hósdagin.
Steintór
Rasmussen er kendur
sum
tónleikari
og
sangskrivari,
men
hann
hevur
eisini
roynt seg sum yrkjara
og høvund.
Nú
er
Steintór
aktuellur við nýggjari
krimibók, sum snýr
seg um hevndarhug.
Í bókini “Deyðin fer
í
bindiklubb”
fylgir
lesarin skiftvís mord
aranum, ið sigur sína
søgu, og nøkrum bindi
klubbavinkonum,
ið
royna at fáa greiðu á
tí, sum hent er - men
eiga tær kanska eisini
sín lut í tí? Alt stevn
ir fram ímóti, at tær
skulu hittast í bindi
klubbajólaveitslu. Eitt
vita tær tó ikki: deyðin
er eisini boðin til borðs.
Hóskvøldið hevur
forlagið
Sprotin,
ið
gevur krimibókina út,
tiltakið Orð og Tónar
á Reinsarínum í Havn.
Eitt av innsløgunum
hetta kvøldið verður,
at Gunnar Nolsøe hev
ur samrøðu við Stein
tór
Rasmussen
um
nýggju bókina.
Lønirnar standa í stað
– Alt koyrir spakuliga í
donskum politikki í løtuni.
Samráðingarnar standa í
stað, og øll eru farin í heystfrí.
Lars Løkke Rasmussen skal
til Suðurkorea, men um ein
ar tvær vikur fara tey í gongd
aftur. Men avgerandi trupul
leikin er ikki loystur enn.
Tað sigur Hans Engell,
politiskur eygleiðari í Dan
mark, við in.fo.
– Liberal Alliance vil hava
toppskattin niður, annars
koppa tey stjórnini. Og hini
– serliga Dansk Folkeparti,
vilja als ikki vera við, sigur
hann.
– Tað er sum við Titanic.
Vit sigla spakuliga ímóti ís
fjallinum, meðan dansurin
gongur so lystiliga á ovasta
dekki, sigur Hans Engell.
Stóra stríðið í Danmark er
um toppskattin, sum Liberal
Alliance vil hava burtur.
Toppskattur er ein eyka
skattur á inntøkur oman
fyri 479.000 krónur upp á 15
prosent.
Stjórnin
hevur
skotið
upp, at hann minkar 5
prosent upp til eina millión.
Men Liberal Alliance heldur
fast
við
kravið
um,
at
toppskatturin skal burtur
– eisini á teimum høgu
inntøkunum.
Flokkurin
krevur, at einki ovara mark
verður yvirhøvur.
Tí stendur fast sum í
berginum, og tað kann føra
til, at Lars Løkke Rasmussen
velur at skriva út val, um
samráðingarnar næsta mán
aðin ella so ikki bera á mál.
Vit sigla sum Titanic
beint ímóti ísfjallinum
Hans Engell