týsdagur 18. oktober 2016síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. oktober 2016 · Nr. 120
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Søkt verður eftir einum heilsurøktara, og tveimum
heilsuhjálparum
HEILSURØKTARI
Heilsurøktara á setanarbrøki 0,8 svarandi
til 32 tímar um vikuna frá 01.12- 2016 ella
eftir avtalu. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi dag -,
kvøld-,náttar- og vikuskiftisvaktir
2.hvørt vikuskiftið.
Førleikakrøv
• Prógv og autorisatión sum heilsurøktari
• At tú brennir fyri arbeiðinum við eldri
og menniskjum við skerdum førleikum
• At tú ynskir at arbeiða eftir hugsjónini
um at øll menniskju hava rætt til eitt
virki og virðiligt lív
• At tú er jalig og hevur lætt við at umstilla teg
• At tú hevur góð evni at samskifta
í skrift og talu
• At tú hevur koyrikort
HEILSUHJÁLPARIR
Heilsuhjálpara á setanarbrøki 0,75 svarandi til
30 tímar um vikuna frá 01.12- 2016 ella eftir
avtalu. Heilsuhjálpara á setanarbrøki 0,7
svarandi til 28 tímar um vikuna frá 01.12-2016
ella eftir avtalu. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi
dag-, kvøld-,náttar- og vikuskiftisvaktir 2. hvørt
vikuskiftið.
Felags fyri bæði størvini, er at ein partur av
arbeiðstíðini er í heimarøktini.
Førleikakrøv
• Prógv sum heilsuhjálpari
• At tú brennir fyri arbeiðinum við eldri og
menniskjum við skerdum førleikum
• At tú ynskir at arbeiða eftir hugsjónini um at
øll menniskju hava rætt til eitt virki og virðiligt
lív
• At tú er jalig og hevur lætt við at umstilla teg
• At tú hevur góð evni at samskifta í skrift og
talu
• At tú hevur koyrikort
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF/
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi feløg.
Um tú ynskir at vita nærri um størvini, er tú
vælkomin at seta teg í samband við økisleiðaran
Randarsól Kristiansdóttir, telefon 793601 ella
teldupost ot@ot.fo
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvi v.m. skal
verða okkum í hendi í seinasta lagi 27.10-
2016.
Umsóknin skal sendast til:
Økistænastuna í Sandoyar Sýslu
Miðgøta 8
Fo-210 Sandur
ella á teldupost
ot@ot.fo
Att: Randarsól Kristiansdóttir
ØKISTÆNASTAN
Í SANDOYAR SÝSLU
SØKIR EFTIR
STARVSFÓLKUM
K U N N G E R Ð
Vísandi til skriv frá
Innlendismálaráðnum,
dagfest 05. juli 2016, so
fer kommunuval fram
TÝSDAGIN TANN
08. NOVEMBER 2016
Valið til býráðið fyri Fuglafjarðar kommunu fer fram
soleiðis, at
• Veljarar í Fuglafirði og Kambsdali velja í Ment
anar húsinum, Karvatoftir 5 í Fuglafirði og
• Veljarar á Hellunum velja í Bønhúsinum, Rættar
vegur 25 á Hellunum.
Atkvøðutíðin verður:
Kl. 10.0020.00
ella so leingi veljarar møta uttan steðg, og tá ið
valið verður lýst liðugt.
Brævatkvøður:
Sjófólk og onnur, sum ikki rokna við at verða heima
valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands,
kunnu greiða brævatkvøðu í fyrsta lagi 4 mánaðar
áðrenn valdagin.
Í øðrum førum skal brævatkvøðan verða avgreidd í
fyrsta lagi 1 viku áðrenn valdagin, tað er 01.
november 2016 og í seinasta lagi dagin fyri val
dagin við at venda sær til býráðsskrivstovuna tele
fon 668000.
Brævatkvøður skulu verða valnevndini í hendi
áðrenn valið byrjar kl. 10.00 tann 08. november
2016.
Heimaval:
Veljarar, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki
kunnu møta á valstaðnum, kunnu velja heima í
seinasta lagi dagin fyri valið við at boða
býráðsskrivstovuni frá hesum áðrenn kl. 15.00
mánadagin tann 07. november 2016.
Valkort:
Valkort verða send við postinum.
Um onkur, ið heldur seg hava valrætt í kommununi,
ikki fær valkort sendandi, verður viðkomandi vinar
ligast biðin um at venda sær til býráðs skriv stovuna.
Minnist til at hava valkortið við á valstaðið.
Fuglafjørður, tann 17. oktober 2016
Kommunuvalnevndin
Terji á Lakjuni
formaður
Fuglafjarðar
Kommuna
SÍÐAN 1936
GUMMIBÁTATÆNASTAN
Mykinesgøta 6 · 100 Tórshavn · tel +298 31 49 13 · gbt@gbt.fo · www.gbt.fo
VIT HAVA VOGNIN
TIL EINHVØNN TØRV
JÓLASØLAN 2016
Jólasølan verður í høllini á
Nabb tann 26. og 27. Novembur.
Tilmelding fer fram hjá Elsy
eftir 19. Oktobur ímillum kl.
19.00 og 21.00 á telefon 255434.
Borðini kosta 300/- kr.
Nýggir limir kunnu tekna
seg hjá Eyðnu Mikkelsen
yrkadagar frá kl. 19.00 til 22.00
á telefon 210090. Ella við SMS
TIL LIMIR
FØROYA HEIMAVIRKISFELAG
Ring og hoyr nærri á 21 86 90 - 31 16 90
www.kistur.fo
Vit levera um alt landið.
KISTUR -
HANS JACOBSEN
FØROYSKAR KISTUR